Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 64 - 30. mars 2007 Nógv kyksilvur Tað er framvegis nógv kyksilvur í føroyskum toski. Ein kanning, sum Maria Dam, doktari í kemi og projektleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, hevur gjørt saman við Katrini Hoydal, vísir, at nógv kyksilvur er í toskinum í ár. Tað ørkymlar kortini ikki teir báðar granskararnar, tí soleiðis hevur gongdin verið í nógv ár, og hóast kyksilvurinnihaldið í toskinum er stórt, er tað framvegis væl niðan fyri markið, sum ES setir. Eivør í Sandavági Skírisdag tann 5. apríl kl. 17 fáa fólk í Sandavági høvi at hoyra ta kendu songkvinnuna Eivør Pálsdóttir. Tann dagin fer hon at hava konsert í Sandavágs kirkju, og er konsertin í sambandi við, at tann 29. apríl eru 90 ár liðin, síðani kirkjan í Sandavági varð vígd. Enn er skráin fyri konsertina ikki endaliga løgd, men hon verður kunngjørd so skjótt, hon er liðug. Tað eu Sandavágs kommuna og kirkjan, sum skipa fyri konsertini. ðis kommunu at hygga at húsunum, bæði uttan og innan. - Tað er bara at siga til, so kunnu fólk síggja, hvat tað er, vit gera – og hvussu vit gera okkara arbeiði, sigur byggiharrin. Á hesi myndini sæst, hvar raðhúsini verða bygd, beint omanfyri Hotel Eiði – við frálíkum útsýni úr fleiri vindeygum Mynd: Anfinnur Kruse Í góðveðrinum í gjár vórðu øll trý húsini, sum AK-Byggivirki byggir á Kollshjøllum, reist Mynd: Birgir W. Høgnesen Í storminum eina leyg­arnátt herfyri, sum gjørdi feigdina um seg ymsastaðni kring landið, frættist, at okkurt skip, sum lá við bryggju, hevði slitið endar. Eitt av skipunum, sum fekk nokso stóran skaða, var línuskipið Kvikk í Klaksvík Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kvikk lá sum norðasta skip við Kósabrúnna hina leygarnáttina herfyri, tá høgættarstormur leikaði í um landið. Torleif Sigurðsson, reið­ ari, sigur, at skipið hevur mist út við 14 fiskidagar av skaðanum, sum stóðst av illveðrinum. - Kvikk lá væl bundin – við nógvum og tjúkkum end­ um, men kortini sleit skipið fleiri av endunum og rak við hekkuni fyri aftur á stevn­ið á línuskipinum Klakki, sum lá beint aftanfyri. Hann sigur, at nakrir av yvirmonnunum vóru komn­ ir til skipið hesa náttina og skuldu flyta skipið burtur, tí ikki var liggjandi. - Vindurin var nógvur, men tað var serliga tann nógva og stóra aldan, sum kom inneftir vánni, ið gjørdi, at skipið setti so nógv á endarnar. Torleif sigur, at tá Kvikk hevði slitið og var rikin aftur ímóti stevninum á Klakki, lá Klakkur og ”buk­aði” niður í hekkuna á Kvikki. - Tað vísti seg nevniliga, at tá Kvikk fór niður við aldunum, hevjaði stevnið á Klakki seg uppeftir, og soleiðis lá Klakkur og buk­aði niður á hekkuna á Kvikki. Umsíðir eydnaðist mann­ ingini, sum komin var á Kósa­brúnna, at sleppa um­borð á skipið og sleppa frá bryggju. Tað er Stórabeding í Klaks­ vík, sum hevur umvælt skað­ an, og í gjárkvøldið kundi Kvikk loysa aftur. - Manningin skuldi vera hjá skipinum klokkan 19 í gjárkvøldið, og síðan varð lagt út á hav. Hendan túrin er Tommy Sivertsen skipari, og manningin telir 14, sigur reiðarin. Í fjør misti Kvikk nógva fiskitíð, tá skipið varð longt í Hirtshals. - Skipið var soleiðis úr vinnu frá síðst í apríl og út í endan av oktober. Torleif Sigurðsson sigur, at hóast fiskitíðin í fjør var stutt – stívliga fimm mán­aðir tilsamans, fiskaði Kvikk kortini fyri út við 8 miljónir krónur. Sosialurin var á bryggj­uni í Klaksvík í gjár, tá mann­ ingin tók agn og ís, áðrenn loyst varð til nýggjan túr. Skaðin á Kvikki er nú umvældur Kvikk tekur agn og ís, og so verður loyst til nýggj­an túr. Farið verður undir Føroyar at royna. Ætl­ andi goymir Kvikk Íslands­ kvotuna til heystar Mynd: Vilmund Jacobsen Tað er Stórabeding í Klaksvík, sum hevur umvælt skaðan, ið línuskipið Kvikk fekk í illveðrinum herfyri Mynd: Vilmund Jacobsen