fríggjadagur 30. mars 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 64 - 30. mars 2007
Jacob Vestergaard, landsst‡risma›ur í útlendingamálum:
Nýggjar mannagongdir
seinkað viðgerðini
Innlendismálaráðið
setti í august/septem
ber síðsta ár nýggjar
mannagongdir í verk í
sambandi við viðgerð
av umsóknum um
upp ihalds- og arb
eiðsloyvi. Viðgerð
irnar ganga munandi
skjótari nú, men
høvdu ávísar seink
ingar við sær í
fyrstani.
ÚTLENDINGAMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Vit skrivaðu í blaðnum í
gjár um maltesaran Savior
Missut og teir trupulleikar,
hann hevði í sambandi við
umsókn um uppihalds- og
arbeiðsloyvi í Føroyum.
Greinin greiddi nágreiniliga
frá, hvussu hann og før
oyska familjan hjá gentu
hansara vóru farin fram í
málinum, og hvørjar
trupulleikar tey høvdu havt
við at fáa umsóknina við
gjørda.
Og nú er so greitt, at
Innlendismálaráðið ikki
vil viðmæla umsóknini,
sum nú er til endaliga
viðgerð í danska Udlæn
dingestyrelsen.
Jacob Vestergaard er
landsstýrismaður í Inn
lendismálaráðnum, ið um
situr útlendingamál. Hann
sigur, at hann sjálvandi
ikki kann gera viðmerk
ingar til nakað einstakt
mál, men vísir á, at tey í
Innlendismálaráðnum í
fjør heyst nettup broyttu
mannagongdirnar í sam
bandi við umsóknir um
uppihalds- og arbeiðsloyvir
til tess at stytta um av
greiðslutíðina.
– Hesar broytingarnar
vórðu settar í verk í august/
september mánaði í fjør og
hava ført við sær, at við
gerðartíðin er stytt mun
andi. Sjálvandi vóru ávísir
trupulleikar at byrja við
sum førdu við sær, at
summi mál drógu nakað
út, og summi mál komu
eitt sindur skeivt fyri, sigur
Jacob Vestergaard.
Søkja í heimlandinum
Helena Jacobsen, ið er
unnusta hjá umrødda
Savior Missut, segði í
blaðnum í gjár, at tey
høvdu kannnað gjølla
framman undan, hvussu
tey skuldu bera seg at í
sambandi við innlating av
umsókn um uppihalds- og
arbeiðsloyvi til maltesaran,
og at tey allastaðni fingu at
vita, at umsókn og onnur
viðkomandi
pappírir
skuldu latast danska Ud
lændingestyrelsen.
Men Jacob Vestergaard
sigur, at tá søkt verður um
arbeiðsloyvi í Føroyum,
skal umsóknin latast inn í
heimlandinum, og ein skal
tryggja sær, at ein slík
umsókn er játtað, áðrenn
komið verður til Føroya.
Landsstýrismaðurin vís
ir á, at tá útlendingar søkja
um arbeiðsloyvi í Føroy
um, hava tey í Innlendis
málaráðnum greiðar lógir
at ganga eftir. Og hesar
lógir siga millum annað, at
»væsentlige beskæftigel
sesmæssige hensyn« skulu
takast í sambandi við arb
eiðsloyvir til útlendingar.
Uttan at vilja koma inn á
konkreta dømið sigur
Jacob Vestergaard, at er
ikki tørvur á arbeiðsmegi
innan økið, har útlend
ingurin søkir starv, hava
tey ikki annað val enn at
mæla frá, at viðkomandi
fær arbeiðsloyvi í Før
oyum.
Familjusamanføring
ein møguleiki
Tað ber altso út frá hesum
til at staðfesta, at hevði
maltesarin søkt um starv
innan annað starvsøki, har
ávísast kann, at tørvur er á
arbeiðsmegi, hevði um
mælið frá Innlendis
málaráðnum helst verið
positivt.
Men ein annar møguleiki
finst, og tað er familju
samanføring. Hetta varð
eisini nevnt í blaðnum í
gjár, men av givnum
orsøkum hevði Missut altso
valt ikki at ganga ta
leiðina.
– Tá talan er um fam
iljusamanføring er við
gerðin ein heilt onnur. Tá
er eisini talan um heilt
aðrar fortreytir, ið skulu
uppfyllast. Hvussu fam
iljuviðurskiftini eru, um
fólk eru gift, hvussu leingi
tey hava livað saman o.s.fr.,
sigur Jacob Vestergaard.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at tá útlendingar fáa
uppihaldsloyvi umvegis
familjusamanføring, eru
teir at meta á sama føti,
sum allir vanligir før
oyingar, og kunnu tá
arbeiða uttan avmarkingar
eins og aðrir føroyingar.
Sum skilst er tað neyvan
nøkur forðing at søkja um
familjusamanføring, hóast
umsókn um uppihalds- og
arbeiðsloyvi er til viðgerðar
– bara treytirnar annnars
eru uppfyltar.
Jacob Vestergaard, landsst‡risma›ur vi› útlendingamálum, sigur, at tørvurin á arbei›smegi innan
ávísa starvsøki› er avgerandi fyri, um umsóknir um uppihalds- og arbei›sloyvi ver›a positivt ella
negativt ummæltar.
Selt nógvan laks
Ta seinastu vikuna hava keyparar í ES-londunum keypt
nógvan norskan laks til páskar, soleiðis at í síðstu viku
fóru 10.000 tons av norskum laksi á ES-marknaðin, skri-
var Nordlys. Kiloprísurin var 29,17 norskar krónur í
meðal, og tað var umleið ein hálv króna lægri enn í næst-
síðstu viku. Umframt tann feska laksin hava norðmenn
selt góð 700 tons av frystum laksi til ES-marknaðin ta
seinastu vikuna fyri 27,20 norskar krónur í meðal.
Jólamaðurin fær sítt
Uttan fyri Grønlandi verður jólamaðurin mettur sum tað
best kenda umboðið frá Grønland, og hann hevur eisini
fingið fíggjarligan stuðul á grønlendsku fíggjarlógini.
Men í ár ætlaði landsstýrið at strika jólamannin. Tað gekk
kortini ikki, tí ein stórur meiriluti í Landstingnum sam-
tykti at kanna, um tað ikki ber til at finna pening til jóla-
mannin kortini. Nú skal vinnunevndin hjá Landstinginum
finna teir neyðugu pengarnar.
Tjóðveldisflokkurin í uppskoti:
Yvirtakið útlendingalógina
Ógvuliga apropos
umrøðuna av tru
pulleikunum í sam
bandi við umsóknir
hjá útlendingum um
upp ihalds- og
arbeiðsloyvi, legði
Høgni Hoydal vegna
Tjóðveldisflokkin í
gjár fram upp skot
um, at yvirtaka
útlendingalógina, so
hon verður føroysk
burturav.
ÚTLENDINGAMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er einki at ivast í, at
ein stórur trupulleiki í
sambandi við útlend
ingamál er, at málið skal
viðgerðast bæði her heima
í Føroyum og í danska
Udlændingestyrelsen.
Tað sigur seg sjálvt, at
ein slíkur framferðar
háttur bara kann verða
við til at draga mál út og
skapa iva. Tað er nóg
ringt, tá mál verða send
aftur og fram sum »bukka
millum sengur« millum
føroyskar stovnar, so ein
kann bara ímynda sær
skilið, tá málið ferðast
millum lond.
Høgni Hoydal segði
millum annað, tá hann
legði málið fram, at vit
sjálvandi skulu vera varin
at lata upp fyri útlendskari
arbeiðsmegi, men at tað
er alneyðugt, at lógin
gerst smidligari.
– Útlendingar, sum
søkja um uppihalds- og
arbeiðsloyvi í Føroyum,
eru í dag í einum onga
mannalandi. Eingin veit
rættiliga, hvar ábyrgdin
liggur, og tað kunnu vit
ikki liva við, segði Høgni
Hoydal.
Hann vísti á tað øðr
kymlandi í, at umsóknin
varð send aftur og fram
millum ikki bara ymsar
stovnar, men eisini mill
um ymisk lond.
Reint føroyskt ella…
Framsøgumaður Tjóð
veldisfloksins í hesum
uppskoti segði, at serliga
stórir trupulleikar stóðust
av, at lógin var so stirvin.
– Vit mugu fáa eina
smidligari lóg, serliga tá
talan er um at skifta
arbeiðspláss hjá útlend
ingunum. Vit kunnu taka
eitt dømi, har eitt virki fer
í gjaldssteðg og síðani
verður yvirtikið av nýggj
um eigarum. Teir út
lendingar, ið hava starvast
á virkinum, noyðast at
søkja um arbeiðs- og
uppihaldsloyvi av nýggj
um, sjálvt um tað í prin
sippinum er sama starv
og sami arbeiðsgevari,
teir arbeiða hjá, segði
Høgni Hoydal.
Víðari vísti formaður
Tjóðveldisfloksins á, at
málið er klárt at yvirtaka.
– Kostnaðurin fyri at
umsita umsóknir um
uppihalds- og arbeiðsloyvi
umframt familjusaman
føring er 3,5 miió. kr.
Flóttafólkaspurningurin
er hjá okkum næstan ikki
til, og sammetta vit
okkum við onnur norð
urlond, hevði okkara
partur av flóttafólkum
verið 40 seinastu 20 árini,
segði Høgni Hoydal.
Allir framsøgumenn
tóku væl ímóti upp
skotinum, og eisini lands
stýrismaðurin er positivt
sinnaður fyri einari
yvirtøku. Hann vísir tó á,
at ein yvirtøka krevur
fyrireikingar og serliga at
greina, hvat vit vilja við
okkara útlendingapoli
tikki.
Høgni Hoydal er tó ikki
í iva:
– Er ætlanin ikki at fáa
eina reint føroyska
útlendingalóg, so eiga vit
at lata hana verða reint
danska!
Høgni Hoydal vil hava
útlendingalógina at verða
reint føroyska – ella at lata
danir einsamallar umsita
hana!