fríggjadagur 30. mars 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 64 - 30. mars 2007 ]
Fyri viku síðani vann
Kyndil fyrsta final
udystin í Atlantic
Airways-kappingini
ímóti VÍF, og tí skal
VÍF vinna dystin á
heimavølli leygardag
in, um teir skulu hava
ein møguleika at vin
na meistaraheitið
UPPTAKT
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Klassikarin í føroyskum
manshondbólti er uttan iva
dystirnir ímillum tey bæði
mest vinnandi liðini ígjøg
num tíðirnar, Kyndil og
VÍF. Hesi bæði liðini eru
aftur í ár partur av mansfin
aluni, og sjálvt um VÍF
vann endaspælið, so er tað
Kyndil, sum stendur við
bestu kortunum í hondini
undan seinna finaludystin
um í Vestmanna leygardag
in.
Kyndil hevur havt eitt
sera gott endaspæl í bestu
mansdeildini í hondbólti.
Teir hava savnaðu sær 14
av 20 møguligum stigum,
og hetta gjørdi, at teir end
aðu í finaluni ímóti vest
menningum, sum lá á odd a
mest sum alla kappingina.
Góða spælið hjá Kyndli í
endaspælinum helt eisini
fram í fyrsta finaludystinum.
Her vunnu teir nevniliga
tryggan sigur á VÍF í høllini
á Hálsi, og tí eru teir bert
60 minuttir frá at vinna
meistaraheitið.
Jokarar við hjá
vestmenningum
Ikki kann sigast annað, enn
at VÍF-liðið er illa spert
undan seinna finaludystin
um. Í fyrra dystinum fingu
bæði Agnar Joensen og
John Zachariassen reytt
kort, og tí vera teir ikki við
í dystinum í Vestmanna ley
gardagin.
Eli Müller og Ingi Olsen
vóru tó ikki við í dystinum
á Hálsi, og teir báðir eru
klárir aftur til dystin leygar
dagin. Tað sama er Áki
Olsen, sum mátti út við ein
um skaða seinasta dyst. Het
ta er gott nýtt hjá VÍF, og so
er spurningurin, um hesir
klárir at venda gongdina frá
seinasta dystinum hjá vest
menningum.
Regin Joensen hjá VÍF
sigur, at teir hava góðar vón
ir undan dystinum leygar
dagin.
- Ja, vit hava ógvuliga
góðar vónir. Nú eru bæði
Ingi og Eli við aftur, sam
stundis sum Áki Olsen er
blivin klárur, so hetta skal
nokk fara at ganga.
- Tað er sjálvandi keðiligt,
at bæði Agnar og John ikki
eru við, men tað hevur koy
rt væl í venjing í vikuni, og
vit eru allir ordiliga klárir
til dystin ímóti Kyndli ley
gardagin.
Regin segði eisini, at VÍF
helst hevði onkran jokara í
hattinum til dystin leygar
dagin, men hann vildi ikki
siga nakað um, hvør hesin
var. Men sum skilst, so
verður Johnny Joensen heilt
vist partur av VÍF-liðnum
leygardagin, og tað ljóðar
eisini, at Piti Negru á lið
num hjá vestmenningum.
Fullmannað kyndilslið
Tað stendur heldur betur til
við fólki hjá Kyndli til dyst
in leygardagin. Einasti spæl
arin, sum ikki var við sein
asta vikuskiftið, var Hjalti
Jacobsen, sum var úti við
einum skaða. Hjalti hevur
tó vant í vikuni, og hann
væntar at gerast klárur.
- Eg havi roynt at vant
eitt sindur í vikuni, og har
sær rættiliga gott út. Eg
vænti og vóni at vera klárur
til dystin leygardagin.
Hjalti heldur eisini, at
uppskriftin er greið hjá
Kyndli. Har er bara eitt at
gera leygardagin.
- Eingin ivi skal vera um,
at vit ætla okkum til Vest
manna at vinna dystin leyg
ardagin. Vit halda, at vit
hava góðan møguleika at
vinna á leygardagin, og tað
hevði verið gott at avgjørt
alt longu tá, sigur Hjalti at
enda.
Sámal Joensen og hinir
VÍF-spælararnir mugu
vinna dystin ímóti Kyndli
leygardagin fyri at halda
fast í FM-vónini.
Mynd: Álvur Haraldsen
VÍF-Kyndil:
Sigur er krav hjá VÍF
SAMBAND
teitur joensen
teitur@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Vit hava ógvuliga góðar vónir. Nú eru bæði Ingi og Eli við
aftur, samstundis sum Áki Olsen er blivin klárur, so hetta
skal nokk fara at ganga.
Regin Joensen, VÍF
VB vann fyrsta finalu
dystin í Sunset-kapp
ingini hjá kvinnum
síðsta vikuskiftið, og
leygardagin skulu tær
til Klaksvíkar at møta
Stjørnuni í seinna
dystinum. Stjørnan er
helst favorittur, men
VB hevur víst, at tær
kunnu steðgast
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Stjørnan var mest sum eina
ráðandi í endaspælinum í
bestu kvinnudeildini í hond
bólti í ár. Tær vunnu allar
sínar dystir, og tí vóru tær
stórfavorittar at vinna meis
taraheitið, tá liðini fóru und
ir hálvfinalurnar og final
una.
Í fyrsta finaludystinum
fingu tær tó ein ordans
hvøkk, tá tær vitjaðu hjá
VB í Vági. Her vann VB
ein tryggan sigur. Sjálvt um
sigurin bert bleiv fýra mál,
so førdu tær við átta málum,
tá fimm minuttir vóru eftir,
so sigurin var ongantíð í
vanda.
Nú stendur seinni finalu
dysturin á skránni í Klaks
vík, og so er spurningurin,
um vágskvinnur eisini meg
na at geva Stjørnuni ein
hvøkk í KÍ-høllini.
Stjørnan gott heimalið
VB hevur eitt sera gott
heimalið, og tær hava eisini
havt sera gott tak á Stjørnu
ni í Vági í ár. Í grundspælin
um vann VB tryggan sigur
á Stjørnuni, og í endaspæl
inum taptu tær bert við ein
um máli í einum dysti, sum
kundi farið báðar vegir. Í
fyrsta finaludystinum vann
VB aftur á Stjørnuni, og
hetta vísir, at VB kann steð
ga Stjørnuni.
Stjørnan er tó eisini eitt
sera gott heimalið. Í grund
spælinum vunnu tær við
átta málum á VB í Klaksvík,
meðan dysturin í endaspæl
inum endaði við einum sjey
mála sigri til Stjørnuna.
Enn vita vit sjálvandi ikki,
hvussu verður við seinna
finaludystinum, men ikki
er óhugsandi, at Stjørnan
fer at vinna henda. Tær
hava nevniliga vunnið allar
átta dystirnar í Klaksvík
hetta kappingarárið. Mál
munurin í hesum átta dyst
unum er pluss 77, so tær
hava vunnið við næstan 10
málum hvønn dyst!
Skuldi tað hent, at Stjørn
an vinnur dystin á VB ley
gardagin, so verður ein triði
og avgerandi dystur sunnu
dagin. Hesin skal so eisini
spælast í KÍ-høllini í Klaks
vík, tí at Stjørnan gjørdist
vinnari av endaspælinum,
og hetta gevur teimum rætt
til tveir heimadystir í final
uni.
Stjørnan-VB:
Stjørnan skal steðga VB á heimavølli
Rannvá Johannesen og VB
góvu Stjørnuni ein ordans
hvøkk seinasta sunnudag, tá
tær vunnu trygt í fyrsta final
udystinum. Nú er spurning
urin, um tær megna at steðga
Stjørnuni enn einaferð.