Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 64 - 30. mars 2007 ] Teir 50 ára gomlu eiga torføra avbjóðing Á útivølli ímóti øðrum av nýggju luttakarunum í bestu deildini rokna favorittarnir í NSÍ við at torfør avbjóðing bíðar á Sandi B71-NSÍ Jákup Mørk Síðsta leygardag fór NSÍ um tey hálvt hundrað. Fyrsti møguleikin, sum besta liðið hjá teimum fær at geva felagnum bestu føðingardagsgávuna, sum allir NSÍ fjepparar kundu ynskt sær, verður sunnudagin, tá ið B71 verður vertur á Sandi. Á pappírinum tykist avbjóðingin hjá NSÍ neyvan millum tær torførastu. Meðan NSÍ við Johan Nielsen við róðri og fleiri nýggjum profilum á liðnum verður roknað sum upplagt evni millum fimm tey fremstu, so verður B71 mett at fáa trupulleikar at standa seg mill­ um tey bestu. Tað eru tó ikki prát og metingar, sum fara at gera av, hvussu støðutalvan fer at síggja út miðskeiðis í oktob­ er. Tað verður spælið og stríðið á vallunum kring landið, sum fer at gera hetta av, og sandoyingar eru rættu­liga spentir at fara undir stóru avbjóðingina, sum teir ikki hava roynt síðani í 2001. Aðalroyndin var í steypadystinum í Streymnesi, har EB/Streymur vann 4-1. Sandoyingar vóru ikki nøgdir við spæl og hugburð. Nú vóna teir, at vánalig undan­ roynd fer at bera góða fyrstu roynd við sær. Hjá B71 er Wellington Soares leikbannaður, eftir at hann í síðstu sekundunum í steypadystinum varð víst­ ur av vøllinum. Á NSÍ er nógv nýtt fólk bæði á vøllinum og á beinki­ num. Tað er lítið sannlíkt, at Bogi Løkin verður førur fyri at spæla. Hann hevur verið darvaður av skaða, og hóast hann hevur vant í hesi vikuni, so hevur tað ikki verið við fullari ferð. Tá ið vit frættu, var tað ikki greitt, hvør fer at loysa av á sentrala miðvøllinum, men veteranurin Sjúrður Jacobsen varð nevndur at verða ein møguleiki. Verjuálitið Pól Thorsteinsson er burturstaddur og verður tískil ikki við. Debus Danielsen og Øssur Dalbúð hava verið skaðaplágaðir, men teir hava báðir vant saman við hinum í hesi vikuni, og teir verða í ferðalagnum um Skopunarfjørð. Fyrireikingarnar undan torføru avbjóðingini á Skála seint seinnapartin sunnudagin hava ikki verið optimalar hjá meistarunum í HB SKÁLA-HB Jákup Mørk Meistararnir fara beinleiðis í eldin. Í fyrsta umfari í For­ mula kappingini skulu teir spæla á Skála, har HB hev­ ur havt tað torført, síðani Skála gjørdist partur av bestu deildini. Á bygd verð­ ur virksemi og umstøður lagað hvørt eftir øðrum. Fyrsta bríkslið undir Mýru­ hjalla verður ikki fyrrenn klokkan 17. Tað kemst av, at tað verður konfirmatión á Skála sunnudagin. Tað er synd at siga, at fyri­treytirnar hjá HB hava verið optimalar undan fyrsta umfarinum í nýggju kappingini. Krzystof Pop­ czynski hevur ikki havt møguleikar at venja saman við øllum teimum ellivu, sum hann ætlar skulu vera á vøllinum frá fyrsta bríksli, síðani týskvøldið í síðstu viku. Orsøkin til hetta er ein­ føld. At HB eigur nógvar góðar spælarar og tískil av teimum flestu verður rokn­ að at verða favorittur at endurvinna FM sæst aftur í, at felagið eigur fleiri spæl­ arar á landsliðnum enn nak­ að annað felag. Í ferða­lag­ num, sum hevur verið í Georgia, og sum ikki lendi aftur í Vágum fyrrenn seint í gjárkvøldið, vóru fimm HB spælarar: Mortan úr Hørg, Rasmus Nolsøe, Christ­ian Høgni Jacobsen, Jákup á Borg og Rógvi Jacobsen. Hjá hesum ræður um at fáa ferðamøðina úr kroppinum og sinninum, áðrenn tað eftir døgurða sunnu­dagin verður farið inn á Skála. Hóast fleiri lyklaspælarar frá í fjør eru burtur, og venjarin er nýggjur, so kenna teir á Skála seg væl trimmaðar til fyrstu av­­bjóð­ ingina í nýggju lands­kapp­ ingini. Í fjør var liðið nógv skaðaplágað. Liðfor­mað­ urin á miðvallarálitið hevur verið so mikið skaða­plág­ aður, at hann var noyddur at geva avboð til landsliðið. Nú er Pauli komin so frægt fyri seg, at hann hevur vant saman við hinum, og hann verður førur fyri at spæla sunnudagin, og tað eru allir hinir eisini. Eingin av Skála spælarunum hevur verið eystanfyri í lands­liðs­ ørindum, og nú hond­bólts­ árið er av hjá StÍF savna ítróttarspentu íbúgvararnir á vestara armi av Skála­ fjørðinum seg fult og heilt um besta liðið hjá Skála. Um tað skal hilnast betri hjá Skála undan summar­ steðginum í ár, enn tað gjørdi í fjør, tá ið úrtøkan var sera soltin, fæst fyrsta ábendingin um nú sunnu­ dagin. Í 2. umfari í steypa­kapp­ ingini eydnaðist tað bæði Skála og HB at kvalifisera seg til víðari luttøku. Skála vann tepurt á heimavølli ímóti FS Vágar04, og HB vísti seg frá góðu steypa­ síðuni, sum liðið er kent fyri. Í tættari uppgerð undir torførum umstøðum eydn­ aðist tað eftir longda leiktíð at vinna 2-1 í Runavík. Ta ferðina var Rógvi Jacobsen sera sentralur. Aftur miku­ kvøldið vísti hann máltev í Tblisi. Ein av stóru spurn­ ingunum hjá skálamonnum er, hvussu teir skulu ansa eftir manninum við mál­ tevinum. Popczynski er nógv órógvaður 1. deild leygardagin 31. mars B68-FSV04: Regin Egholm ÍF-HB: Dan Højgaard LÍF-TB: Eiler Rasmussen NSÍ-B36: Andrew Christiansen SÍ-KÍ: Jan Skoradal Formula deildin sunnudagin 1. apríl B36-KÍ: Petur Reinert GÍ-EB/Streymur: Páll Augustinussen SKÁLA-HB: Dagfinn Olsen B71-NSÍ: Ransin N. Djurhuus VB/Sumba-AB: Rúni Gaardbo Kvinnudeildin sunnudagin 1. apríl KÍ-GÍ: Ove Heinesen NSÍ-EB/Streymur: Hagbard Joensen Føroyameistararnir úr HB vitja á Skála í fyrsta umfari av Formula-deildini. Skála hevur havt gott tak á HB á heimavølli, síðani teir komu upp í bestu deildina.