fríggjadagur 30. mars 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 64 - 30. mars 2007 ]
Einasti spælarin, sum
ikki er tøkur undan
uppgerðini millum
GÍ og EB/Streym,
er álopsspælarin
Arnbjørn Hansen
GÍ-EB/STREYMUR
Jákup Mørk
Tað er uppgerðin millum
felagið, sum í níti árunum
átti besta fótbóltsliðið í
Føroyum, og felagið, sum í
fjør átti besta fótbóltsliðið í
Eysturoy og næstbesta liðið
í Føroyum, sum er á skrán
ni, tá ið GÍ og EB/Streymur
bresta saman í Sarpugerði
sunnudagin.
EB/Streymur hevur trygg
jað sær pláss í fjórðingsfin
aluni í steypakappingini,
meðan GÍ framvegis eigur
fyrsta týdningarmikla dyst
in í hesum árinum til góða.
Steypadysturin ímóti KÍ
verður flaggdagin.
Generalurin á GÍ liðnum,
Sámal Joensen, hevur verið
burturi frá venjing í hálva
aðru viku. Hann hevur ver
ið upptikin av landsliðskjan
sinum.
Allir teir gulu og bláu,
sum hava verið við í fyri
reikingunum til nýggja
kappingarárið eru tøkir í
morgin. Veteranurin og lyk
laspælarin Poul Ennigarð
hevur verið sjúkur í vikuni,
men í Gøtu verður roknað
við, at hann fer at spæla
sunnudagin.
Í EB/Streymi er tað greitt,
at ársins stjørnuskot í fjør,
Arnbjørn Hansen, ikki verð
ur við í Gøtu. Beinbrotið í
steypadystinum ímóti B71
ber við sær, at vandamikli
álopsspælarin ikki verður
før ur fyri at spæla nógvu
tær næstu vikurnar.
Fleiri av hinum spælarun
um hava ikki verið førir fyri
at venja við fullari ferð í
hesi vikuni, men tá ið sun
nudagurin fer at upprenna,
fara teir allir at verða tøkir.
Hans Pauli Samuelsen
hevur higartil í ár ikki verið
før ur fyri at venja við fullari
ferð. Tað gjørdi hann hós
kvøldið, og hann verður
heilt víst ímillum teir fyrstu
ellivu hjá EB/Streymi, sum
plagar at standa seg væl í
Sarpugerði.
Gott lag í báðum
legunum
Stórur áhugi er á
Argjum, nú nýggjar
fótbóltstíðir eru í
felagnum, sum sunnu
dagin við fylgi fer til
Vágs, har hondbólt
sspenningurin fyllir
rættuliga nógv í hes
um døgum
VB/SUMBA-AB
Jákup Mørk
Verður VB meistari í kvin
nuhondbólti. Tað er spurnin
gurin, sum hevur fylt og
fyl lir nógv í Vági og Suður
oy í hesum døgum. Orsøkin
er eyðsýnd, tí VB vann fyrs
ta finaludystin á heimavølli
ímóti Stjørnuni, og í morgin
skulu tær spæla í Klaksvík.
Samstundis verður síðsta
hond løgd á fyrireikingarnar
til nýggja kappingarárið í
fótbólti. VB/Sumba tapti
tepurt á Skála í steypakapp
ingini. Tað er sera týdning
armikið hjá VB/Sumba at
standa seg væl á heimavølli.
Ikki minst tá ið tað eru upp
flyt ararnir, sum vitja.
VB/Sumba hevur nógvu
tey seinastu árini ikki staðið
seg nakað serligt fyrsta part
in av kappinini. Tað ætla
teir at broyta í ár, og fyri
treyt irnar eru so mikið góð
ar, sum tær kunnu verða.
Allir spælararnir eru tøkir
undan AB vitjanini.
Á Argjum er spenningurin
øgiliga stórur. Hetta er fyrs
ta ferðin, at AB skal royna
seg í fremstu røð, og óvænt
aði steypasigurin í Gunda
dali ímóti B36 hevur borið
eyka spenning við sær.
Sammett við liðið, sum í
fjør flutti upp, er nógv nýtt
á Argjum. Ímóti B36 vóru
millum teir fyrstu ellivu
fýra, sum eisini vóru við í
fjør. Nú eru Rani D. Chris
tiansen og Hanus Jacobsen,
sum er komin úr Gøtu, kom
nir fyri seg eftir skaða. Har
við eru allir AB spælararnir
tøk ir uttan Jón Nielsen,
sum hevur ryggtrupulleikar
at dragast við.
AB er á aldukambinum,
og so er spurningurin, hvus
su tað verður, tá ið teir sun
nukvøldið fara at koma
norður aftur úr Suðuroy í
góðveðrinum, sum tað verð
ur sagt frá fer at verða í
vikuskiftinum.
AB er á aldukambinum
Leikarar stuðla McLaren
Úrslitini hjá enska landsliðsvenjaranum, Steve McLaren, hava ikki verið av teimum
bestu, og flerii vilja hava hann úr starvi sum enskur landsliðsvenjari. Nú fær hann tó
stuðul frá landsliðsspælarunum. – Tað eru vit og ikki venjarin, sum hava skyldina.
Hann fyrireikaði okkum væl til dystirnar ímóti Ísrael og Andorra, sigur liðskiparin,
John Terry, og hann fær stuðul av Steven Gerrard. – McLaren er okkara venjari, og vit
trúgva uppá hann. Enska liðið bleiv pifta av vøllinum ímóti Andorra, sjálvt um teir
vunnu 3-0. Áskoðararnir mettu ikki, at spælið var nóg gott.
Feløg imponeraði av Bendtner
Nicklas Bendtner skoraði einasta málið í vinardystinum ímillum Týskland og Danmark
mikukvøldið, og unga stjørnuskotið spældi annars ein sera góðan dyst. Nú eru fleiri av
týsku stórfeløgunum áhugaði í Bendtner. Bæði Bayern München, Dortmund og Schalke
høvdu fólk á staðnum at hyggja eftir unga dananum. Lyon hevur eisini víst áhuga fyri
unga dananum í longri tíð. Bendtner er knýttur at enska Premier League-felagnum
Arsenal, men er í løtuni leigaður út til Birmingham í næstbestu deildini.
Lagt verður
fyri við
stórdysti
B68 og FSVágar04,
sum bæði hava
fyrireikað seg væl
til at vera við í
kappingini um upp
flyting, hittast á
Svangaskarði í fyrs
ta umfari
1. DEILD
Jákup Mørk
Í næstbestu deildini ver
ða í fyrsta umfari tveir
dystir, sum beinanvegin
fara at geva ábending
um, hvussu tað stendur
til hjá teimum, sum
hava fyrireikað seg til at
vera við í kappingini
um uppflyt ingarplássi
ni.
Á Svangaskarði hitta
st B68, sum flutti niður
í fjør, og FSVágar04.
B68 flutti niður í fjør.
Rúni Nolsøe er nýggjur
venjari, og Gunnar á
Steig er nýggjur málver
ji. Í FSV04 eru tofta
maðurin Jákup Eli
Olsen og Jan C. Dam
venjarar.
Í Leirvík vitjar TB.
Tvørámenn hava staðið
seg væl í steypakapping
ini, har teir hava gjørt
enda á bæði B68 og SÍ.
Óli Johannesen hevur
ikki
verið
við
í
venjingunum seinastu
tíggju dagarnar orsaka
av landsliðsferðini í
Georgia.
Niðurflytararnir í Fug
lafirði fáa vitjan av HB.
Um ÍF dreymarnir um
Formula fótbólt skulu
gerast til veruleika, so
er neyðugt hjá ÍF at vin
na øll stigini.
NSÍ og B36, sum eru
nýggj lið í næstbestu
deildini, hittast í Runa
vík, og sørvingar fáa vit
jan av KÍ.