Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 64 - 30. mars 2007 ] BOGASKJÓTING Tíðindaskriv Leygardagin 24. mars skip­ aði Bogaskjótifelagið Tam­ bar í Havn fyri seinastu inn­ an­du­ra FM-kappingini í vet­ur, tá børnini skutu 15 met­ur. Aftur hesaferð vóru flei­ri persónlig met og Bo­ga­skjó­ti­felagið Vágaskot f e k k s í n f y r s t a føroyameistara. Bogi Andreasen før­oy­a­ meis­ta­ri Í bólkinum recurve vóru 11 luttakarar og innleiðandi úrslitini vóru: nr. 1 Sjúrður Rein, T (276+281) 556 stig, nr. 2 Nikkel Petersen, Ø (270+272) 542 stig, nr. 3 And­ras á Lofti, V (266+272) 538 stig og nr. 4 Rógvi Dals­garð, T (246+247) 493 stig. 1/8-finalurnar: Bogi Mørk­øre, Ø, og Tummas Ei­des­ga­ard, Ø, 95-89, Sirið Rein, T, og Rani Joensen, T, 97-83 og Rógvi Larsen, T, og Heðin Olsen, T, 96-88. Hin­ir skjúttarnir sótu yvir. ¼-finalurnar: Bogi And­ rea­sen, V, og Rógvi Dals­ garð, T, 111-95, Andras á Lof­ti, V, og Rógvi Larsen, T, 100-100 og mátti ein ey­ka pílur gera av, hvør vin­ nar­in skuldi verða. Andras vann 9-8. Sjúrður Rein, T, og Bogi Mørkøre, Ø, 113- 86, Nikkel Petersen, Ø, og Sir­ið Rein, T, 108-98. ½-finalurnar: Báðar hálv­ fin­al­ur­nar gjørdust sera spen­nan­di, tí tær endaðu báð­ar javnar og var neyðugt við eyka píli fyri at finna vin­nar­ar­nar. Sjúrður og Bo­gi skutu 104-104. Bogi vann umskjótingina 10-9. Nikk­el og Andras skutu 110-110 og vann Andras um­skjót­ing­ina 9-8. Bronsufinalan var sostatt mill­um Sjúrða og Nikkel, her vann Sjúrður trykt 114- 100. Gullfinalan var heldur ó­van­lig, tí hesaferð vóru tað tveir vágadreingir, sum skul­du dystast. Tað var Bo­gi Andreasen, sum dróg lon­g­ra stráðið og vann dys­ tin 104-100 og vann sítt fyrs­ta føroyameistaraheitið, og bleiv samstundis eisini fyrs­ti føroyameistarin í Bo­ga­skjót­i­delagnum Vá­ga­ sko­ti. Kaj Johannesen vann FM Í bólkinum compound vóru 4 luttakarar og vóru inn­leið­ an­di úrslitini hesi: nr. 1 Mag­n­us Andreassen (287+281) 568 stig, nr. 2 Kaj Johannesen (278+282) 560 stig, nr. 3 helgi Lam­ hauge (278+281) 559 stig og nr. 4 Kristoffer An­drea­ sen (277+279) 556 stig. All­ ir úr Ørvi. ½-finalurnar: Magnus And­rea­sen og Kristoffer 115-113, Kaj og Helgi 111- 109. Bronsufinalan var millum Kri­s­tof­fer og Helga og var se­ra jøvn. Teir skiftust um at vera eitt stig framman fy­ri hvønn annan 28-28, 29-28, 26-28 og 29-27. Dyst­ur­in endaði við sigri til Kris­tof­fer 112-111. Gullfinalan millum Mag­ nus og Kaj var eisini sera jøvn, sum tað sást á umfars úr­slit­un­um 28-27, 28-28, 27-28 og 28-28 – samlað 111-111, og var eisini her neyð­ugt við eyka píli. Kaj vann 10-9 og vann sostatt før­oy­a­meis­tar­aheitið. Ársins skjúttar Eins og undanfarin ár valdi Bo­ga­skjót­ideildin ársins skjút­tar millum tey yngru. Tað vóru tveir teir somu skjút­tar­nir, sum vunnu aftur í ár. Teir vóru Sjúrður Rein, Tam­bar, í recurve, og Magn­ us Andreassen, Ørvur, í com­pound. Hesir báðir hava staðið seg sera væl í kappingunum í vetur, teir hava skotið flei­ ri persónlig og føroysk met og hava so at siga vunnið all­ar kappingarnar hjá teim­ um yngru. Eisini hava teir víst dirvi við luttøku í kapp­ ing­un­um hjá teimum vaks­ nu við góðum úrslitum. Bogaskjótideildin takkar Stat­oil­støð­ini, Saltangará, fy­ri stuðulin til heið­ur­s­ merk­ir og steyp. Schandorff Vang Bogaskjótideildin Vágaskot fekk sín fyrsta føroymeistara Fyrireikingarnar hjá Kurt Mørkøre og han­sa­ra monnum ha­va verið órógvaðar und­an vitjanini av KÍ, sum frá í fjør hevur góð hagtøl at minnast aft­ur á móti B36 í Gund­a­d­a­li B36-KÍ Jákup Mørk B36 hevur bara fokus á lands­kapp­ing­ini og meist­a­ ra­heit­in­um. Møguleikin at end­ur­vinna løgmanssteypið hvarv í fyrstu royndini, sum var ímóti AB í Gundadali. Tað var stórt vónbrot, og tað verður ógvuliga herkin bit­ið hjá teimum í árs­tals­fel­ ag­num, um tað ikki á hei­ ma­vøl­li eydnast at fáa øll stig­ini ímóti KÍ. Síðani steypa­dystin hevur B36 fing­ið størri tyngd í álopið, nú Sylla er komin aftur til land­ið. Uppgerðin er merkisverd, tí Kurt Mørkøre, sum hevur ó­g­vu­l­i­ga stóra fótbóltstign í Klaksvík og barn­dóms­fel­ ag­num, nú er venjari hjá B36. Saman við honum eru flei­ri, ið hava havt nógv við KÍ at gera. Hjálparvenjarin, D. J. Joensen, var hjálp­ar­ ven­ja­ri hjá Tony Paris og KÍ í fjør, og millum B36 spæl­a­r­ar­nir eru Jákup Mik­ kel­sen, Ovi Nysted og All­ an Mørkøre, sum allir eru upp­ald­ir í KÍ. B36 fyrireikingarnar ha­va seinastu tíggju dag­ar­ nar verið merktar av, at sen­ tra­lu miðvallararnir ikki ha­va luttikið í venjingunum. Talan er um Mikkjal Thom­ as­sen og Fróða Ben­ja­min­ sen, sum hava verið upp­tik­ nir av landsliðnum. Teir ko­mu aftur til landið seint í gjár­kvøldið. Í Klaksvík bíða teir fram­ veg­is eftir rættuliga at slep­ pa at royna seg. Steypa­dyst­ ur­in í Gøtu er útsettur til flagg­dagin. Burtursæð frá mál­ver­jan­ um, Meinhardi Joensen, sum hevur verið í Georgia, ha­va allir hinir vant saman. Un­dan­tak­ið er Kareem Smi­ th, útlendski verjuspælarin, sum í einar tríggjar vikur hev­ur verið darvaður av lær­ ska­ða. KÍ var tvær ferðir í Gunda­da­li og spældi ímóti B36 í fjør, og hagtølini frá teim­um báðum upp­gerð­un­ um eiga at geva klaks­vík­ ing­un­um í KÍ gott mót. Fyr­ ru ferðina var úrslitið 1-1, og í seinna førinum smurdi KÍ B36 av 5-1. Sentrali miðvøllurin hevur verið burtur Mona setti nýtt met Allir føroysku svimjararnir, sum luttaka í HM í Melbourne í hesum døgum, vóru í hylinum í nátt. Fyrst vóru tað Mona Simonsen og Jutta Thomsen, sum tóku lut í 800 m frí, og her gjørdi Mona ikki mætari enn at seta nýtt føroyskt met við tíðini 9.18,65. Hon tók heili 15 sekund av gamla metinum hjá Juttu Thomsen. Tær báðar endaðu á ávikavist 35. og 42. plássi av 49. Seinni svumu Kristian Olsen og Pál Joensen 50 m frí. Teir endaðu á ávikavist 77. og 115. plássi av 178. Todi ikki við ímóti AGF Tað eru á leið tvær vikur síðani Todi og aðrir føroyingar keyptu Fremad Amager, og tá var ætlanin, at Todi skuldi vera partur av liðnum. Hann verður tó ikki við í fyrsta dystinum eftir vetrarsteðgin, tá Fremad Amager møtir AGF. – Har er nokk at gera uttanfyri vøllin hjá mær júst nú, so eg verið ikki við enn, sigur Todi við heimasíðuni hjá felagnum. Hann leggur tó afturat, at øll gleða seg til fyrsta dystin ímóti AGF um vikuskiftið.