Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 30. mars 2007 23 Starvslýsing Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo sansir.fo Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsu málaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Í samband við at økisterapi verður sett í verk í Heimatænastuni øki 2, og at ergo- terapi og fysioterapi verða settar í verk inni á Røktarheiminum á Mørkini, verður søkt eftir starvsfólki til setan 1. mai 2007 ella eftir nærri avtalu at røkja hesar uppgávur. Talan er um fulltíðarstørv. • Eitt starv sum fysioterapeutur og • Eitt starv sum ergoterapeutur Tilboðið skal skipast og mennast í tøttum samstarvi við økisleiðsluna, aðrar starvsbólkar og samstarvsfelagar, sum hava týdning fyri einstaka brúkaran. Arbeiðið hjá økisterapeutinum verður at veita tænastur til fólk við tørvi á upp - venj ing og viðlíkahaldi av førleika. Tænastan verður veitt til fólk yvir 18 ár, ið búgva heima, á Eldrasambýlunum og á Røktarheiminum. Talan er um eitt nýtt tilboð við útgangs- støði í einstaka brúkaranum, soleiðis at tað verður lagt upp til eitt heildartilboð. Í mun til brúkaran skal økisterapeuturin: • Meta um førleika og tørv á tiltøkum • Veita ADL- og funktiónsvenjing • Veita venjing/viðgerð, uppafturvenjing og viðlíkahaldsvenjing til brúkaran • Veita vegleiðing og undirvísing til starvs fólk og avvarðandi í mun til viðlíkahaldsvenjing hjá brúkaranum • Veita ergonomiska vegleiðing, undir- vísing og ráðgeving til starvsfólk og avvarðandi • Gera fyrireikandi og uppfylgjandi arbeiði í samband við útskrivan frá sjúkrahúsi • Taka lut í meting, útvegan og nýtslu av hjálpitólum, húsabroytingum v.m. Setanarviðurskifti: Terapeutarnir hava beinleiðis tilvísing til økisleiðaran. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið er Nærverkið, og tænastu- staðurin í løtuni er Heimatænastan Vágar/Norðstreymoy. Arbeiðsstaðurin er við útgangsstøði frá Røktarheiminum á Mørkini. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Sonju Klein, økisleiðara, á tlf. 333249/282249. Umsókn: Sendi eina umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum til: Heimatænastan Vágar/Norðstreymoy Økisskrivstovan, Heilsumiðstøðin 370 Miðvágur Stílað: Sonja Klein, økisleiðari Umsóknarfreist: 20. apríl 2007 Terapeutar til Heimatænastuna Vágar / Norðstreymoy Heimatænastan Les meira á heimasíðuni www.naerverk.fo/ leys størv Skip til hvalateljing í summar Í summar verður hvalateljing í føroyskum sjógvi. Føroya Náttúrugripasavn samskipar føroyska partin av stóru TNASS (Trans North Atlantic Sightings Surveys) hvalateljingini í Norðurhøvum, har eisini USA, Kanada, Grøn­ land, Ísland, Noreg, Russland og ES luttaka. Í hesum sambandi søkja vit eftir skipi at leiga til hetta endamál í tíðarskeiðinum 28. juni til 26. juli. Skipið skal vera størri enn 35 metrar og skal kunna sigla við 10 míla ferð. Møguleiki skal vera fyri at seta eygleiðaratunnu, 1.6 m x 2.5 m, oman á brúgvatak ella niður á dekk. Meira fæst at vita um verkætlanina og hvørji krøv verða sett til skipið við at venda sær til Føroya Náttúrugripasavn, tlf. 35 23 20. Føroya Náttúrugripasavn Fiskimálaráðið Føroya Náttúrugripasavn lýsingar Lýsið við brúktum bilum Lesið Sosialin