fríggjadagur 30. mars 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 64 - 30. mars 2007
tíðindi
Samrøða
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com
Var hetta enn ein fjølmiðla
hending, sum fólkakæri
politikarin á bonaðu gólv
unum á Christiansborg
sjálv ur var upphavið til?
Fleiri fólkatingslimir
høvdu hug at smílast, tá teir
hoyrdu, at Naser Khader
fyri góðum hálvum øðrum
ári síðan hevði fingið sær
eina tatovering. Á arabisk
um stóð nú demokrati á
yvirarminum á radikala
politikaranum.
Naser Khader legði einki
í, um hansara samstarvsfe
lagir smíltust. Tað kom ikki
óvart á hann. Teir vóru jú
føddir við tí – demokratiin
um.
Tað var hann ikki. Hann
er føddur í Sýria. Har var
hvørki demokrati ell a
skrivi- og talufrælsi. Pápan
um dámdi væl at gera gjøld
ur burtur úr einaræðisstjórn
ini. Tí gav hann soninum,
Naser, greið boð, áðrenn
hann fór skúla, at hann
mátti ikki endurtaka tað,
sum varð sagt heima við
hús, tí í flokkinum hjá
Naser vóru fleiri næmingar,
har foreldrini vóru partar
av trygdartænastuni hjá
einaræðisharranum, Hafez
Assad.
Lívsverkið hjá Naser
Khader er at stríðast móti
ekstremismu og fyri demo
krati. Sama, um tað er í
Miðeystri ell a í Føroyum,
vissar hann okkum henda
dagin, Sosialurin hittir hann
á skrivstovu síni á Christ
iansborg.
Hansara stríð kostar. Við
gongdu muslimarnir í Dan
mark hava kall að hann fyri
eina rottu, og seinasta hálva
annað árið hevur hann verið
undir neyvum eftirliti alt
samdøgrið av tveimum
PET-løgreglumonnum.
- Eg eri komin til ”the
point of no return”. Eg
kann snøgt sagt ikki spola
aftur, sigur Naser Khader.
Aftra seg
– Nú fer óivað onkur føroy
ingur at siga, hvat skal ein
muslimur fortelja okkum,
hvat vit skulu gera. Á sama
hátt sum eg eri kritiskur
mótvegis Saudi Arabia, so
vil eg eisini vera atfinning
arsamur mótvegis Føroy
um. Eg haldi, at tað er heilt
ótrúligt, at føroyskar kvinn
ur ikki hava somu grund
leggjandi rættindi sum
danskar kvinnur- til eitt nú
fosturtøku. Tú kanst heilt
einfalt heldur ikki bera teg
soleiðis at, sum fleiri føroy
ingar hava gjørt mótvegis
teimum samkyndu, sum m.
a. hava verið nevnd kyns
vill ingar.
Hann sær álvarsamur út.
Bulmikli politikarin, sum
hevur hann eina fortíð á
danska landsliðnum sum
glímari, tykist vera óróligur
og rull ar skjúrtuermuna
upp. Hann hugsar seg um
eina løtu, fær sær ein slurk
av kaffi og heldur fram:
– Grundgevingina, at
hatta eru innanhýsis føroysk
mál, sum danskir politikarar
ikki skulu leggja seg útí,
góðtaki eg ikki. Grundleggj
andi mannarættindi eru ikki
nakað innanhýsis mál.
Danski løgmálaráðharrin
átti at kravt, at føroyska lóg
gávuverkið verður nútímans
gjørt, tá vit tosa um grund
leggjandi mannarættindi og
persónsrættindi. Mínar
royndir siga mær, at danskir
politikarar aftra seg, tá tað
ræður um viðurskifti í Før
oyum, heldur Naser Khad
er.
Naser Khader tykist vera
ein strongdur maður. Aðru
hvørja løtu hyggur hann
eftir urinum. Meðan hann
situr og ruggar á stólinum,
fer hann at greiða frá, at
hann hevur trupull eikar við
at geva eitt neyvt svar, hví
danskir politikarar aftra seg
við leggja seg út í føroysk
viðurskifti.
– Eg havi bara búð í Dan
mark í góð 30 ár, so eg
kenni ikki øll søguligu við
urskiftini mill um Danmark
og Føroyar. Mínar royndir
eru bara, at tað tykist, sum
ávís øki eru friðhalgað.
Eins og mongu ymsu
bólk arnir í Miðeystri, so
kunnu føroyingar altíð semj
ast um at finnast at
Danmark og donskum
politikarum, sama um teir
e r u
s a m d i r
í
gerandisdegnum. Eg veit
ikki um tað stavar frá tíðini,
tá Danmark var hjálanda
veldi, men danskir politik
arar seta altíð autopilotin
ígongd, tá teir úttala seg um
føroysk viðurskifti, har
somu setningar og formuler
ingar verða nýttar. Henda
tørv havi eg ongantíð kent
á mær, tá eg havi úttalað
meg um Føroyar, sigur
h a n n
v i ð
e i n u m
skálkasmíli.
Islam og demokrati
Tað er kortini ikki í Føroy
um, at Naser Khader nýtir
sínar orku í gerandisdegnum.
Seinastu árini hava hansara
atfinningar verið serliga
vendar móti víðgongdu
arabisku londunum og víð
gongdu muslimunum í Dan
mark. Hansara stóra mál og
ynski er at gera islam meira
demokratiskt.
Gud er komin úr kul
Navn: Naser Khader
Føddur: 1.juli 1963 í
Damaskus
Útbúgving: Cand. polit
Starv: Fólkatingslimur
fyri Radikala Vinstra
flokkin síðan 2001
FAKTA
Islam:
Islam kann brúkast til alt. Leita og tú skalt finna.
Eg eri demokratur og eri fyri sameining og sátti
og semju. Átrúnaður er eitt privatmál, sum
onnur ikki skulu leggja seg útí. Eg eri ein
sonevndur kulturellur muslimur, har eg síggi
islam sum eina mentan - meira enn nakað annað.
- Átrúnaður fær størri og størri
undirtøku kring allan heim, tí fólkið vil
aftur til røturnar. Fólk hava brúk fyri
onkrum at halda um. Í 20. øld vóru tað
tær politisku hugsjónirnar, men hesar
hvurvu í stóran mun, tá ið múrurin
fall, og átrúnaðurin fyllir nú hetta tóm
rúmið. Hetta sigur danski politikarin
Naser Khader, sum heldur lítið um
mongu politikararnar, sum beinleiðis
gera sær dælt av átrúnarligu vekingini.