fríggjadagur 30. mars 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 64 - 30. mars 2007
- Islam og demokrati
kunnu væl sameinast. Ja,
eg veit eg eri selektivur í
mínari fatan av islam. Tað
veldst um, hvønn skúla tú
hoyrir til. Mín skúli hevur
ávirkan av tí lutheriska/
evangilska/protestantiska
kristindóminum, har tú
arbeiðir við tveimum reg
mentum. Her verður sharia
býtt í tvey. Sharia, sum tað
andaliga og sharia, sum lóg
- tað verðsliga, greiðir hann
frá
Tey, sum finnast at Naser
Khader, halda, at hann er
góðvarin, tí eftir teirra met
ing er islam ein óbrótilig
eind av átrúnaði og poli
tikki. Tað ber snøgt sagt
ikki til at gera islam demo
kratiskt, áðrenn islam hevur
verið gjøgnum eittt siða
skifti Atfinnararnir halda
ikki, at tað ber til at tosa
um eitt politiskt islam og
síðan eitt átrúnarligt islam,
sum Khader vil vera við.
Orsøkin til tess er, at
Koranin er keldan til alla
lóggávu í nógvum mus
limskum londum.
Vísir veruleikin eitt nú í
Iran og Saudi Arabia, at tey
eru langt frá trúðarfrælsi,
persónsfrælsi, javnstøðu -
og skrivi- og talufrælsi,
sum eru grundleggjandi
demokratisk rættindi. Er
talan ikki um ynskidreymar,
tá tú tosar um demokrati og
islam?
- Mín grundhugburður er
at, vit skulu trúgva upp á
tað. Eg veit fullvæl, at søgu
ligar og praktiskar royndir
siga nakað annað, men vit
MUGU trúgva upp á tað.
Hvør hevði væntað fyri 20
árum síðan, at kommunist
isku londini í eysturevropa
kundi eftir stuttari tíð skuldi
gerast demokratisk? Kunnu
tey, so kunnu tey muslimsku
eisini. Vit mugu ongantíð
slaka, tí tað er ein stórur
trupulleiki, um 1,5 mia fólk
ikki fáa demokrati. Hetta
kann elva til stóran óstabili
tet, tí søgan vísir, at vegurin
fram móti friði og vælferð
er demokrati.
Hann vónar at sleppa at
uppliva, at islam fær ábøtur
og ein nýggja upplýsning
artíð. Skal hetta eydnast, er
neyðugt, at muslimar,
búsitandi í vesturheiminum,
ganga á odda. Tí, kunnu
teir ikki vísa vegin fram
fyri eini sameining av islam
og demokrati- so kann
eingin.
Politikarar lifra
Seinastu árini eru greið
tekin at hóma, at átrúnaður
fær størri og størri ávirkan
á politiska lívið – bæði í
Føroyum og ikki minst úti í
heimi. Fleiri vilja vera við,
at fremsta orsøkin til tess er
álopið á World Trade Center
í 2001. Naser Khader
ásannar eisini, at átrúnaður
fyllir meira í politikki enn
fyri bert nøkrum fáum
árum síðan.
- Gud er komin aftur úr
kuldanum. Hetta rákið stav
ar frá seinast í 90-árunum.
Vit staðfesta, at flest allar
trúðargreinar fáa størri og
størri undirtøku, tí fólkið
vil aftur til røturnar. Fólk
hava brúk fyri onkrum at
halda um. Í 20. øld vóru tað
tær politisku hugsjónirnar.
Hesar hvurvu í ein stóran,
tá múrurin fall, og átrúnað
urin fyllir nú hetta tómrúm
ið.
Naser Khader hevur ong
ar trupulleikar við, at átrún
aður er farin at fylla meira
hjá fólki. Kunnu vit fáa frið
við at fólk trúgva, so er tað
gott, heldur hann. Hann sig
ur seg heldur ikki hava nakr
an trupulleika við funda
mentalistum - so leingi, teir
halda tað fyri seg sjálvar,
og ikki trútta niður í onnur,
hvussu tey skulu liva.
Hann heldur kortini lítið
um, at politikarar eru farnir
at gera sær dælt av, at fólk
hava leitað sær til átrúnaðin.
Hetta er beinleiðis at lifra
fyri fólki.
- Politikararnir vórðu
skjótir at síggja atkvøður í
hesum ráki. Hví skulu Bush
og Clinton válka sær í krist
indóminum við at lata seg
avmynda hvønn sunnudag,
tá teir ganga úr kirkjum?
Og hví skal Hosni Mubarek
(egyptiski forsetin, blðm)
ganga í moskum, tá øll vita,
at tað besta honum dámar,
er at drekka whiskey, spyr
Naser Khader og brestur út
í sín eyðkenda látur.
Islamisman
fer at veksa
Seinastu árini hava fleiri
víðgongdar afturhaldssinn
aðar islamiskar rørslur sum
Hamas í Palestina, Hizboll
ah í Libanon og Islamic
Brotherhood í Egyptalandi
vunnið størri og størri undir
tøku. Henda framgongd er
ikki við til elva til eitt meira
demokratiskt Miðeystur, tí
hesir bólkar mótmæla harð
liga vesturlendsku ávirkan
ina. Men hvat heldur Naser
Khader um hesa menning?
- Satt at siga vænti eg, at
fleiri av hesum bólkum fara
at vinna enn meira fram.
Hetta kemst ikki minst av,
at fleiri av hesum víðgongdu
bólkinum gera eitt rættiliga
stórt sosialt arbeiði, sum vit
í vesturheiminum hava
lyndi at gloyma. Vit hava í
áravís kasta nógvar pengar
eftir korruptum stjórnum í
Miðeystri, sum ikki hava
nýtt pengarnar til at betra
vælferðina hjá fólki. Hetta
eru fólk troytt av, og tí velja
tey at stuðla víðgongdum
bólkum, sum eitt nú Hamas
og Hizbollah, sum siga seg
vilja betra vælferðina og
koma mutrinum til lívs. Eg
havi einki ímóti, at hesir
bólkar vinna valini, so
leingi teir góðtaka og virða
demokratiið. Teir skulu
bara
ikki
forkoma
demokratiinum og innføra
sharia-lóggávu í staðin,
heldur hann.
Keldur:
Portræt: Naser Khader-
Reformatoren, Jyllands-
Posten 19 februar 2006.
Bókin “Naser Khader og
Folkestyret-De første fire år”
danum
Irak-kríggið:
Tað var rætt at reka Saddam Hussein frá valdinum. Men eg harmist
nógv um tað, sum er hent síðani. Avrikið, síðan Saddam Hussein fór
frá, hevur verið út av lagi vánaligt og hálvhjartað. Besta dømi um
tað eru teir fáu hermenninir, sum amerikumenn hava valt at nýta í
krígnum. Í løtuni nýta hermenninir størstu orku til at verja seg
heldur enn at tryggja frið.
Føroyar:
Eg gleði meg at síggja Føroyar fyri fyrstu ferð.
Eg eri spentur at síggja, um mínir fordómar
halda.. Eg havi eina fatan av teimum liberalu
ungu, sum eru opin mótvegis umheiminum, og
hinum, sum hava vent eygununum móti Miðeystri.
Naser Khader hevur eisini meiningar
um føroysk viðurskifti, og mikukvøldið
4. apríl heldur hann fyrilestur í
Miðlahúsinum í Vágsbotni
Mynd: Polfoto