týsdagur 27. februar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 27. februar 2001
5
gult cyan magenta svart
4
Nr. 40 - 27. februar 2001
gult cyan magenta svart
Føroya Arbeiðara-
felag fer nú at senda
øllum lokalfeløgun-
um ein faldara, har
tað verður greitt frá
teirri nýggju tæn-
astuni, sum felagið nú
veitir limunum
TRYGGING
Áki Bertholdsen
Í fjør fór Føroya Arbeiðara
undir eitt nýtt tiltak, sum
fer at fáa stóran sosialan
týdning fyri allar limirnar í
felagnum. Tá gjørdi felagið
avtalu við danska trygging-
arfelagið Alka
um
at
tryggja allar limirnar í Før-
oya Arbeiðarafelag.
Tað vil sostatt siga, at nú
eru øll, sum eru limir í ein-
um
av
lokalfeløgunum
undir Føroya Arbeiðarafel-
ag, tryggjað. Tryggingin
verður útgoldin, um ein
doyr, ella um ávísar álvars-
ligar sjúkur tekur seg upp.
Fyri at kunna limirnar
um tryggingina, fer Føroya
Arbeiðarafelag nú at senda
øllum lokalfeløgunum ein
faldara, har tað stutt og
greitt verður greitt frá,
hvussu ein ber seg at fyri at
fáa trygging útgoldna, um
so illa vil til, at tað verður
neyðugt.
Tryggingin er galdandi
líka til ein fyllir 67 ár. Tvs,
at tá ið ein fyllir 67 ár, og
røkkur eftirlønaraldri, fell-
ur tryggingin burtur.
Men um ein doyr 66 ára
gamal, ella yngri, verða
155.100 krónur útgoldnar í
trygging. Somuleiðis verða
51.700 krónur útgoldnar,
um ávísar álvarsligar sjúk-
ur, taka seg upp hjá einum,
sum er 66 ár, ella yngri.
Vert er at leggja til merk-
is, at tryggingin er skattafrí.
Hetta er ein trygging sum
allir limir í Føroya Arbeið-
arafelag undir 67 ár, og sum
arbeiða, ella fáa arbeiðs-
loysistuðul, koma í av sær
sjálvum.
Men aðrir limir kunnu
eisini koma við í trygging-
ina. Teir skulu venda sær til
Føroya Arbeiðarafelag og
søkja um at koma uppí
tryggingina.
Tryggingarupphædddin
verður goldin næsta av-
varðandi. Men upphæddin
verður goldin uttan um
búgvið, so at tey, sum
møguliga hava krøv ímóti
tí, sum doyr, kunnu ikki
krevja at fáa burturav
tryggingini.
Men tann, sum er tryggj-
aður, kann eisini gera av, at
tryggingin skal gjaldast til
onnur, enn næsta avvarð-
andi. Eitt nú er tað ikki
óvanligt, at pør liva saman,
uttan at vera gift. Og tá ið
onki vígslubræv er kann tað
elva til trupulleikar.
Vil tann, sum er tryggj-
aður, at onnur, enn næstu
avvarðandi, skulu hava
tryggingina útgoldnað, ber
til at fáa eitt skjal frá Før-
oya Arbeiðarafelag, har tað
skal skrivast á, hvør skal
hava tryggingina.
Hetta skjalið kann broyt-
ast, men so skal ein aftur
venda sær til Føroya Ar-
beiðarafelag og fáa eitt nýtt
skjal, sum so verður fylt út.
Men eisini í hesum sam-
bandi eru heilt serligar regl-
ur galdandi, sum tað er
klókt av tryggingartakaran-
um at seta seg væl inn í, tí
annars kann hann skjótt
vera um ein háls.
Allir limir í Føroya Arbeiðarafelag
eru nú tryggjaðir
Allir limir í Føroya
Arbeiðarafelag eru nú
tryggjaði. Í einum lítlum,
snøggum faldara, fáa limir
Føroya Arbeiðarafelag nú alt
at vita um tað nýggju
tryggingina. Faldarin verður
sendur lokalfeløgunum, sum
síðani býta hann út til
limirnar
Hollendski leikstjórin
hjá Klaksvíkar
Sjónleikarfelag segði í
farnu viku starv sítt
upp og fór av
landinum. Hon helt
ikki, at samstarvið
riggaði
SJÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Tríggjar vikur áðrenn ætl-
aðu
frumsýningina
av
nýggjum
leiki
stendur
Klaksvíkar Sjónleikarfelag
uttan leikstjóra.
Caroline
Zantonique
gavst í farnu viku sum leik-
stjóri, og leygardagin fór
hon aftur til Hollands.
– Tað var ógjørligt hjá
mær at halda fram sum
leikstjóri. Tað er eingin
ávísur persónur ella hend-
ing, sum hevur gjørt, at eg
eri givin, men heldur nógv-
ir smálutir, sum at enda
gjørdu tað ógjørligt at
halda fram, sigur Caroline
Zantonique.
Hon kom í januar mánaði
til Klaksvíkar at leikstjórna
klassiska leikin, Aftugong-
ur, sum Henrik Ibsen skriv-
aði í 1881.
Fingist nógv við
sjónleik
Caroline Zantonique var í
Føroyum sum ferðafólk í
fjør, og tá var tað, at hon
fekk samband við Klaks-
víkar Sjónleikarfelag.
Síðani samskifti hon nak-
að við felagið, og endin var,
at hon kom til Klaksvíkar at
leikstjórna.
Hollendski
leikstjórin
hevur fingist við sjónleik,
síðani hon var seks ára
gomul. Hon hevur spælt,
men seinnu árini hevur hon
serliga virkað sum leik-
stjóri heima í Hollandi.
Hon er ættað úr Utrecht,
og tað er higar, hon nú er
farin.
Vónbrotin
Seinastu vikurnar hava teir
fimm leikararnir og leik-
stjórin vant nýggja leikin,
sum eftir ætlan skuldi hava
frumsýning 10. mars.
– Eg kom ikki til Klaks-
víkar fyri at gevast, so tí eri
eg sjálvandi vónbrotin av
hesum. Eg ivist heldur ikki
í, at leikararnir eru vón-
brotnir og keddir av, at eg
eri givin, sigur Caroline
Zantonique.
– Tá eg upplivdi ein múr
millum meg og leikararnar,
visti eg ikki, hvussu eg
skuldi fram, og tí helt eg
tað vera best, at eg gavst.
Hollendski
leikstjórin
sigur seg ongantíð áður
verða givin sum leikstjóri,
áðrenn arbeiðið var liðugt.
Eingin avgerð
Venjingarnar við nýggja
leikinum eru komnar væl
ávegis, men framvegis er
fitt av arbeiðið eftir, áðrenn
leikurin kann frumsýnast.
Klaksvíkar Sjónleikarfel-
ag hevur ikki enn tikið
endaliga
avgerð
um,
hvussu tað verður við
leikinum.
Mest sannlíkt er tó, at
nýggjur leikstjóri fer at
standa fyri leikinum, sum
helst verður frumsýndur
nakrar vikur seinni enn ætl-
að.
Tríggjar vikur áðrenn frumsýningina:
Leikstjórin er givin
– Eg kom ikki til Klaksvíkar fyri at gevast, so tí eri eg sjálvandi
vónbrotin av hesum, sigur Caroline Zantonique, sum nú er
farin av landinum.
Mynd: Eyðun Klakstein
Um vikuskiftið brustu
tveir mans saman í einum
dansistaði í Havn.
Annar av monnunum
varð klóraður illa í and-
litið og hálsin, og løgregl-
an varð boðsend at leggja
uppí.
Maðurin, sum gjørdi
seg inn á hin, varð tikin av
løgregluni. Hann hevur
viðgingið seg sekan og
sigur seg verða keddur av
hendingini.
Maðurin verður ákærd-
ur fyri harðskap.
ek
Klóraður í andlitið
Um vikuskiftið gjørdi
onkur seg inn á fleiri bilar
í Varðagøtu í Havn. Bil-
arnir høvdu fingið snudd-
ir í síðuna, og onkur spegl
vóru brotin.
Løgreglan í Havn veit
ikki, hvør hevur gjørt her-
erkini.
Ein bilur, sum stóð í
Gundadali, fekk eisini
skaða. Her hevði onkur
brotið forrútin á bilinum.
ek
Bilar fingu skaða
Fríggjakvøldið var sløkki-
liðið í Havn boðsent til
ein eldsbruna hjá bilfyri-
tøkuni Reyni Service.
Talan var um ein eld í
eini luftskipan í sproytu-
kabinuni, men talan var
ikki um nakran størri eld.
Eldurin varð sløktur,
áðrenn hann slapp at
breiða seg ella gjørdi
størri skaða.
ek
Eldur í hjá Reyni Service
Samgongufólk fóru
av fundi klokkan
knapt hálvum fimm
fríggjadagin. Einki
varð avgjørt uttan
tað, at partarnir eru
samdir um onga
semju at hava, segði
løgmaður
SAMGONGUKREPPA
Edvard Joensen
Einki spurdist burtur úr
samgongufundinum
í
Tinganesi fríggjadagin. Trý
uppskot liggja á borðinum,
men eingin avgerð er tikin.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður, sigur, at fundurin er
fyribils niðurlagdur og
verður ikki tikin uppaftur,
fyrr enn løgmaður er komin
aftur
av
uttanlandsferð
einaferð í aðru viku.
Løgmaður fer til Bret-
lands um vikuskiftið og
verður ikki aftur fyrr enn í
fyrsta lagi um eina góða
viku, og fyrr enn tá hendir
ikki meira í málinum, sigur
hann.
Hann leggur tó dent á, at
samgongan er líka heil,
sum hon var, áðrenn fundin
fríggjadagin. Og tað verður
einki uppskot lagt fyri
tingið, meðan løgmaður er
burturstaddur.
Løgmaður heldur tað ikki
vera nakran trupulleika, at
hann fer uttanlands í meira
enn eina viku, hóast líkt er
til, at stjórnarkreppa er í
landinum.
Tjóðveldisflokkurin
staðfesti á fundi í dag,
at løgmaður hevur
brotið samgongu-
avtaluna um fólka-
atkvøðu, sum hann
alment boðaði frá á
tíðindafundi 1.
februar
SAMGONGUKREPPA
John Johannessen
Leygardagur 19.19:
Løgmaður hevur brotið
avtaluna, sum hann boðaði
Føroya fólki frá fyri opnum
sjónvarpsskíggja 1. februar.
Hetta staðfestir Heni O.
Heinesen, formaður í ting-
bólki Tjóðveldisfloksins,
eftir
drúgvan
fund
í
Tjóðveldisflokkinum í dag.
Tjóðveldisflokkurin hevur
viðgjørt støðuna, sum tók
seg upp, tá løgmaður í gjár
boðaði frá, at hann ikki
tekur
undir
við
áður
fráboðaðu fólkaatkvøðuni
um 26. mai.
– Vit halda fast um, at
fólkaatkvøðan skal vera, og
vit halda, at løgmaður og
Fólkaflokkurin
skylda
okkum eina góða frágreið-
ing, sigur Heini O. Heine-
sen.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur enn ikki tikið støðu til,
um avgerðin hjá løgmanni
skal fáa avleiðingar fyri
samgonguna.
– Hetta er nakað, sum vit
koma at viðgera næstu dag-
arnar,
sigur
Heini
O.
Heinesen.
Helena Dam á Neystabø,
forkvinna Sjálvstýrisflok-
sins, átalaði í Útvarpi Før-
oya í kvøld, at løgmaður fer
til Bretlands á almenna
vitjan beint eftir, at hann
hevur skapt eina sam-
gongukreppu í Føroyum.
Heini O. Heinesen er
samdur við Helenu Dam á
Neystabø.
– Tað ber ikki til, at
løgmaður meldar soleiðis
út og síðani fer av landinum
í eina viku, sigur Heini O.
Heinesen.
Fullveldið í leysum lofti
Løgmaður bíðar,
meðan Tjóðveldis-
flokkurin hevur
»time out«
SAMGONGUKREPPA
Edvard Joensen
Fríggjadag kl. 15.00:
Anfinn Kallsberg, løg-
maður gongur hvítklæddur
og skemtast við tíðinda-
fólkið í Tinganesi.
Hann heldur ikki, at nak-
að er hjá pressuni at sita og
bíða eftir. Fyribils hevur
Tjóðveldisflokkurin biðið
um »time out«, og er farin í
einrúm at viðgera støðuna,
sigur Anfinn Kallsberg,
løgmaður.
Hann tekur annars upp-
aftur, at hetta er ein heilt
vanligur samgongufundur,
sum nú verður hildin.
Men løgmaður heldur
uppá, at tað er ikki rætt at
fara í Tingið við einum
uppskoti um fólkaatkvøðu,
tí hann vil ikki útseta seg
fyri tí møguleikanum, at
samgongan
tapir
eina
fólkaatkvøðu.
Anfinn Kallsberg sigur,
at trupulleikin í málinum
er, at tann fólkaatkvøðan,
sum landsstýrið hevur sett
til at verða ár 2012, verður
av
danska
forsætisráð-
harranum fortolkað til at
vera tann, sum ætlað var at
hava nú.
Við øðrum orðum ásann-
ar
løgmaður,
at
hann
gongur undir treytirnar,
danska stjórnin setur í
fullveldismálinum.
Meðan løgmaður tosaði
við tíðindafólkini komu
tjóðveldisfólkini
aftur.
Høgni Hoydal hevði bert ta
viðmerking, at teir stóðu
enn í sama stað, sum teir
altíð hava verið.
Onkur annar tjóðveldis-
maður segði so hissini inn
eftir gólvinum, at teir bert
vóru samdir um at vera
ósamdir. Fyribils eru fram-
vegis trý uppskot á borðin-
um. Eitt frá hvørjum flokki
í samgonguni, sum tey
vóru, tá fundurin byrjaði
fyri góðum tveimum tímum
síðan.
Tjóðveldismenn vóru
ikki bjartskygdir
áðrenn samgongu-
fundin fríggjadagin.
Heini O. Heinesen
kvað um kappar-
gravir á Stiklastøðum
SAMGONGUKREPPA
Edvard Joensen
Fríggjadag kl. 14.15:
Eftir at komið var út, at
løgmaður ikki hevði hug at
hava nakra fólkaatkvøðu
um fullveldisætlanina, varð
samgongufundur hildin i
Tinganesi.
Ikki tóktust allir sam-
gongulimir hava tær stóru
vónirnar til, at nakað gott
fór at spyrjast burtur úr.
Serliga tjóðveldismenn-
inir hildu ikki, at nakað var
at heinta. Heini O. Heine-
sen kom kvøðandi upp
gjøgnum
trappurnar:
»Lokið stríð á Stiklastøð-
um, økt er tal av kappa-
grøvum,« uttan tó at leggja
nakað meria nágreiniligt í,
hvørjir falnui kapparnir
vóru. Men sum skiltist
metti hann, at tjóðveldis-
menn fóru at falla í hesum
stríði.
Eingin hevði tó hug at
gera nakrar viðmerkingar
til tað, sum viðgerast
skuldi.
Báðir ungu landsstýris-
menn Fólkafloksins sótu í
eini sofu úti á loftinum og
skemtaðust, meðan hinir
fólksfloksmenninir
og
sjálvstýrisfólkini sótu í
fundarhølinum og bíðaðu
eftir tjóðveldisfólkunum,
sum vóru nakað seinkað.
Líkt var tó ikki til, hóast
alt, at allir tjóðveldismenn-
inir vóru so øgiliga keddir
av støðuni. Mentamálaráð-
harrin hevði hug og stundir
at seta seg hjá pressu-
fólkunum uttan fyri eina
løtu at tosa um leyst og fast.
Fólkaatkvøðan um ein sjálvstýrisleist fram at
fullveldinum hevur skapt grundleggjandi
ósemju millum samgonguflokkarnar.
Fólkaflokkurin vil onga fólkaatkvøðu hava.
Tjóðveldisflokkurin heldur fast um
fólkaatkvøðuna. Sjálvstýrisflokkurin vil hava
fólkaatkvøðuna útsetta. Veljarin stendur eftir
við ongum úrslitum og órgreiðum meldingum
eftir samgongufundin fríggjadagin. Vit prenta
her logbók frá tíðindamonnunum hjá
Sosialinum, sum vóru í Tinganesi meðan
samgongufundur var
Løgmaður hevur brotið avtalu
Løgmaður bíðar
Økt er tal av
kappagrøvum
Rennisjógvur í Tinganesi