týsdagur 27. februar 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 27. februar 2001
7
gult cyan magenta svart
6
Nr. 40 - 27. februar 2001
gult cyan magenta svart
“This is just a
beginning”, segði
Fredrik Schauer,
professari, dekanur
og lestraleiðari, í eini
samrøðu við for-
mannin í grundlógar-
nevndini
FERÐAFRÁSØGN ÚR
USA GRUNDLÓGAR-
NEVNDIN
Hetta fór fram við eitt
borðhald í The Harvard
Faculty
Club,
har
alt
ferðalagið
hjá
grund-
lógarnevndini saman við
fleiri stjórnargranskarum
var boðin til ein døgurða,
har dekanurin var vertur.
Føroyar eru nú eisini
komnar á landkortið hjá
hesum fólkum, sum ferðast
um allan heim og geva
stjórnum ráð á hægsta stigi.
Kennedy School of Gov-
ernment er ein víðagitin
skúli, sum er partur av
Harvard Universitetinum.
Kennedy
skúlin
hevur
ráðgivið mongum londum,
ið hava skrivað grundlógir
seinnu árini, millum annað
Estlandi og øðrum londum
í Eystureuropa, eftir at tey
fingu frælsi aftur. Í løtuni
stendur skúlin á odda fyri
eini verkætlan um grund-
lógir hjá teimum mongu
indianaratjóðunum í USA.
Hergeir Nielsen, formaður í
uttanlandsnevndini, skifti
orð við Eric Lemont um
støðuna hjá indianaratjóð-
um og amerikanskum stat-
um mótvegis amerikanska
samveldinum.
Umleið helvtin av teim-
um lesandi á skúlanum
kemur úr øðrum londum.
Sløk 800 lesa við skúlan,
sum bert hevur framhalds-
útbúgvingar,
masterút-
búgvingar og doktaraút-
búgvingar.Tey lesandi eru
vís í at læra at kenna meg-
inpartin av komandi leiðar-
um heimsins. Evnarík les-
andi úr øllum heiminum fáa
stuðul úr ymsum grunnum
at gjalda skúlagjaldið.
Hetta gevur ein fantast-
iskan møguleika – “a
fantastic opportunity for a
bright Faroese student”,
sum samfelagsfrøðingurin
Jóannes Hansen segði við
fyrrverandi ráðgevaran hjá
Clinton í innanríkismálum,
Elaine Keagan. Hon er
eisini knýtt at lógarskúlan-
um á Harvard.
Fred Schauer hevði sett
allan dagin av til grund-
lógarnevndina, og savnaði
síni kønastu fólk at ráðgeva
nevndini. Hetta var ein
ómetaliga stórur heiður fyri
nevndina, tí maðurin er
annars ikki til at fáa fatur á.
Tað helt ein av lærarunum á
skúlanum, at vit skuldu
vita. Jógvan á Lakjuni
prátaði sum formaður í
mentanarnevndini
eisini
við Fred Schauer, um
møguleikar at fáa í lag
samstarv millum Føroya og
Harvard. Tað er hugsandi at
føroyskir lesandi kunnu fáa
innivist á Harvard til víðari
lesnað.
Stórur áhugi var fyri
grundlógararbeiðinum.
Royndirnar vísa, at tær
bestu grundlógirnar eru tær
sum er skræddarseymaðar
eftir mentan og søgu og
viðurskiftunum í tí einstaka
landinum, ikki umsettar úr
øðrum
londum.
Fólkið
eigur at vera uppi í at skriva
grundlógina,
helt
Fred
Schauer, men lógin má tó
vera almenn og tíðarleys.
Her liggur ein stór ábyrgd á
teimum sum skriva lógina.
Ein grundlóg eigur ikki at
vera ov long. Nevnd varð
Suðurafrikanska
grund-
lógin, sum er millum tær
longstu. Hon var í so long,
helt onkur av granskarun-
um fyri.
Serfrøðingarnir hildu, at
Føroyar við grundlógar-
arbeiðinum høvdu ein heilt
einastandandi kjans at fáa
mong stjórnarskipanarlig
viðurskifti í rættlag. Flest-
øll lond stríðast við viður-
skifti, sum tey ikki fingu
broytt, tí tey eru íkomin fyri
langari tíð síðani. “Take the
chance and do your very
best”, vóru ráðini. Sjálvt
um tað verða fólk í um-
sitingini og aðrastaðini,
sum fara at verða hart ímóti
broyting av verandi sið-
venju, eigur tað ikki at
forða nevndini í at hugsa og
arbeiðaða sjálvstøðugt.
Gr undlógar nevndin
hevur síðani hildið leiðina
fram til Nebraska at tosað
við lærdar stovnar, ting-
menn og stjórnarlimir.
»Just a beginning«
Danskir politikarar
fegnast um, at
løgmaður ætlar at
avlýsa fólkaatkvøð-
una í mai. Teir halda,
at tað er óðamanna-
verk at halda eina
fólkaatkvøðu, áðrenn
eitt samráðingarúrslit
liggur á borðinum.
FRAMTÍ_ARSTØðA
FØROYA
Magnus Dam
Hóast politiska støðan í
Føroyum er ógreið og eing-
in við vissu veit, um fólka-
atkvøða verður í mai, so
vóru danskir politikarar
skjótir við viðmerkingum,
eftir at tíðindini um nýggju
støðuna hjá Fólkaflokkin-
um frættust fríggjadagin.
Úr at kalla øllum flokk-
um í Fólkatinginum kom
sama viðmerking: Løg-
maður hevur tikið eina
klóka avgerð.
Danskir politikarar vóru
ikki serliga fegnir, tá teir
fyri einum mánað síðan
hoyrdu um ætlaðu fólka-
atkvøðuna. Flestu teirra
vistu ikki betur enn, at
embætismenn úr Føroyum
og Danmark arbeiddu við
einum uppskoti um at
broyta heimastýrislógina,
og tískil kom fólkaatkvøðn
óvart á teir.
Nú løgmaður ætlar at
avlýsa fólkaatkvøðuna, er
støðan ein onnur. Peter
Duetoft úr CD, sum er
formaður í Føroya-nevnd-
ini hjá Fólkatinginum var
fyrstur frammi at kalla
avgerðina hjá løgmanni
eina klóka avgerð. Hann
heldur, at tað hevði verið
løgið,
um
føroyingar
skuldu til fólkaatkvøðu um
eitt
samráðingarútspæl,
sum stjórnin frammanund-
an hevur vrakað.
Tí er tað gott, at løgmað-
ur hevur tikið hesa avgerð-
ina, segði hann við Ritzau-
tíðindastovuna. Peter Due-
toft hevur kortini einki
ímóti, at ein fólkaatkvøða
um loysing verður einaferð
seinni,
tá
ið
eitt
samráðingarúrslit liggur á
borðinum.
Mugu kenna
avleiðingarnar
Formaðurin
í
Vinstra,
Anders Fogh Rasmussen,
hevur somu støðu sum
Peter Duetoft.
- Tað er skilagott at
steðga við fólkaatkvøðuni,
inntil vit hava fingið eitt
samráðingarúrslit,
so
føroyingar vita, hvørjar
avleiðingarnar verða, um
teir loysa, sigur hann. Hann
leggur afturat, at útmeld-
ingin hjá løgmanni vónandi
kann verða við til at fáa ein
betri
samráðingaranda
millum
landsstýrið
og
stjórnina.
Bendt Bendtsen, formað-
ur hjá teimum konserva-
tivu, sum er bróðurflokkur
hjá Fólkaflokkinum, heldur
eisini, at avgerðin kann
linka um spentu støðuna
millum Føroyar og Dan-
mark.
Jes Lunde úr SF leggur
stóran dent á, at landsstýrið
sjálvt ger av, hvussu leikur
skal fara í hesum málinum.
Men hann sigur kortini, at
tað tykist sum tann skila-
besta avgerðin av bíða við
fólkaatkvøðuni, inntil sam-
ráðingarnar eru lidnar.
Samanumtikið
kann
sigast, at danskir politikarar
ikki hava nakað ímóti og
annars eru greiðir yvir, at
ein fólkaatkvøða um fram-
tíðarstøðu Føroya verður
einaferð í framtíðini. Men
enn er nakað tíðliga at
spyrja fólkið, halda teir.
Næsti leikurin í langa
talvinum hjá landsstýrinum
og stjórnini liggur í Før-
oyum, og í forsætisráðnum
situr Poul Nyrup Rasmus-
sen helst spentur og bíðar.
Hann hevur ikki vilja gjørt
viðmerkingar til støðuna,
nú líkt er til, at fólka-
atkvøðan í mai verður av
ongum.
Danir fegnast
Uttanlandsnevndin er í USA í hesum døgum
Myndin er frá seinasta fundinum hjá uttanlandsnevndini í Føroyum
Tað kom ikki óvart á
nakran, at All that
Rain og Tám vunnu
triðja innleiðandi
umfarið í Prix
Føroyum, sum var í
Klaksvík
fríggjakvøldið
PRIX FØROYAR
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Nú eru seks
bólkar funnir til stóru
finaluna í Prix Føroyar
tónleikakappingini.
Fríggjakvøldið var triðja
innleiðandi umfarið í kapp-
ingini í Klaksvík, og tveir
bólkar komu víðari frá
hesum umfari.
All that Rain, sum er
mannaður við fyrrverandi
limum í Kjølum, vann
kappingina
sannførandi.
Teir spældu fyrst, men
høvdu eina frálíka fram-
førslu við góðum rocktón-
leiki.
Á næstfremsta plássinum
var bólkurin Tám, sum er
mannaður við royndum
tónleikarum úr høvuðs-
staðnum.
Eingin lokalur víðari
Um 800 fólk vóru til Prix
Føroyar í Klaksvík. Kapp-
ingin varð hildin í KÍ-høll-
ini, og umframt teir báðar
vinnandi bólkarnar, vóru
sjey aðrir bólkar á pallin-
um.
Trý lokal ískoyti vóru til
kappingina, men eingin av
bólkunum
úr
Klaksvík
komu víðari frá umfarin-
um. Bólkurin PS kláraði tó
at gera seg merktan við sín-
um øðrvísi tónleiki og ser-
merktu framførslu.
Bólkur
Daybreak
úr
Havn spældi eisini sannfør-
andi, men teir kláraðu ikki
at syfta drivnu tónleikar-
arnar í Tám.
Í blaðnum í morgin hava
vit størri reportasju frá um-
farinum í Klaksvík.
Klaksvík: Prix Føroyar er
eitt tiltak, sum dregur nógv
fólk.
Soleiðis er eisini í Klaks-
vík, har tiltakið savnar
nógv fleiri fólk enn onnur
líknandi tónleikatiltøk.
Um 800 fólk vórðu til
Prix Føroyar í Klaksvík, og
tey fingu fimm tímar við
upprunaligum føroyskum
tónleikaundirhaldi.
Alt gekk friðarliga fyri
seg undir tiltakinum, hóast
fólk vóru í góðum lag.
Seinni leygarnáttina var
tó okkurt stríð í dansistaðn-
um Lognbrá, sum eisini
heldur til í KÍ-høllini. Løg-
reglan varð boðsend, men
tá hon kom á staðið, var alt
yvirstaðið.
Favorittarnir víðari
Bólkurin Krit stóð fyri eini originalari framførslu við hørðum rocktónleiki, men bólkurin kom tó
ikki víðari í kappingini.
Mynd: Robert Waagstein
Løgreglan boðsend
Nike og Adidas renniskógvar
799,- 250,-
Adidas Samba blá/hvítir vaksin
399,- 299,-
Adidas Samba blá/hvítir børn
299,- 199,-
NIKE og ADIDAS skógvar
399,- 150,-
Puma renniskógvar
399,- 248,-
Lotto fótbóltsskógvar
999,- 499,-
Lotto fótbóltsskógvar
699,- 349,-
Umbro fótbóltsskógvar
349,- 199,-
Asics renniskógvar
899,- 299,-
Asics aeribicskógvar
599,- 299,-
Diadora innanduraskógvar
349,- 199,-
Fyrr
Nú
Frá 28/2 verða Curri og
Ítróttur á Glyvrum lagdir sam-
an í eitt, og fara handlarnir
báðir framyvir at halda til í
hølinum hjá Ítrótti á Glyvrum.
Í tí sambandi bjóða vit við-
skiftafólki okkara hesi tilboð:
fyrr upp til
fyrr upp til
CURRI &
ÍTRÓTTUR
Á GLYVRUM
Curry og
Ítróttur á
Glyvrum
Eisini verða fleiri góð klædnatilboð
Tlf. 447399
Týsdagin er stongt
Sosialurin 31 18 20