týsdagur 27. februar 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 27. februar 2001
9
gult cyan magenta svart
8
Nr. 40 - 27. februar 2001
gult cyan magenta svart
Einans 1.164 kilo vórðu seld um gólv-
søluna fríggjadagin
Sýslu-
nummar
Skipanavn
Reiðskapur
kilo
FD 205
GRETA
SNELLA
67
FD 32
STAPIN
LÍNA
128
FD 581
SIGMUND
LÍNA
182
FD 720
GRUNNINGUR
LÍNA
148
FD 771
KATRIN
SNELLA
96
KG 7
JÁKUP B
LÍNA
263
TG 607
NÝBORG
PARTROL
95
VA 51
VENUS
LÍNA
185
Gólvuppboðssølan
FISKIVINNUTÍÐINDI
Norskar royndir sýna, at
laksur, sum fær kunstigt
ljós er meira lúsaplágaður
enn laksur sum bara fær
vanligt dagsljós. Royndir-
nar eru gjørdar av Ernst
Morten Hevrøj í SeaGrain
og tær sýna at lúsin trívist
enn betri hjá fiski sum fær
ljós alt samdøgnið.
Eisini dýpið laksurin
gongur á hevur týdning fyri
lúsapláguna. Laksurin er
kannaður á trimum dýpum.
0-4 metur, 4-8 metur og 8-
12 metur. Laksurin, sum
gekk ovast í sjónum varð
meira plágaður av lús, enn
laksurin, sum gekk longur
niðri, skrivar norska net-
síðan Intrafish.no.
– Kunstugt ljós ávirkar
eisini hvar fiskurin stendur
í ringinum. Hann gongur
longur uppi um dagin og
fær sostatt fleiri lýs á seg.
Móti sumri, tá tíðin er
ljósari broytist hetta og tá
er gongdin hjá laksinum
ikki so nógv ávirkað av um
fiskurin fær kunstugt ljós
ella ikki.
Prísurin á sild er methøgur
á Møre leiðini í Noregi í
løtuni. Miðalprísurin er
yvir fýra krónur fyri kiloið
og onkur bátur hevur fingið
upp til nkr. 4,25 fyri kiloið.
Sølustjórin
í
Norges
Sildelag, Govert Grind-
haug hevur ongantíð fyrr
upplivað so góðan prís á
havsins silvur, sum norð-
menn vanliga kalla sildin
og nú heldur hann at tíðin
er komia at umdoypa hana
til havsins gull, skrivar
norska
netsíðan
Interseafood.com.
Sildin verður útflutt so
skjótt sum hon er landað og
tað eru serliga lond í
Eystureuropa, Russlandi og
Ukraina sum keypa. Men
Japan keypir framvegis ta
størstu sildina.
Kvotan hjá norðmonnum
eftir vársildin er 30 prosent
lægri í ár enn í fjør og hetta
saman við at lítið av sild er
á goymslu er orsøkin til
góða prísin.
Um prísurin á sild fer at
halda fram við at hækka
vita menn ikki enn.
Seinastu trý árini eru ikki
færri enn 34 íslendskir trol-
arar seldir av landinum og
hetta svarar til eina brutto-
tonnagu upp á heili 21.000
tons. Millum hesi skip eru
nøkur av nýggjastu og
bestu fiskiskipum Íslands,
skrivar íslendska útgávan
av Interseafood.
Í fjør vóru seldir tíggju
trolarar av landinum. Før-
oyingar keyptu í seinastu
viku ein av størstu rækju-
trolarunum í Íslandi, tað er
Ocean Pride, sum kom til
Føroya í seinastu viku.
Betri eftirlit umborð við
eftirlitsmonnum, einfaldari
reglur fyri fiskiskapi er
nakað av tí sum Fiske-
baatredernes
Forbund
heldur fer at byrgja fyri
ólógligheit og fuski í fiski-
vinnuni.
Stýrið fyri reiðarafelag-
num viðgjørdi á fundi
hósdagin uppskotini, sum
vinnan sjálv heldur kann
hjálpa upp á trupulleikan,
skrivar norska útgávan av
Interseafood.com
– Vit hava skotið upp
nakrar broytingar sum skal
gera tað lættari hjá vinnuni
og hjá eftirlitsmonnunum,
uttan at hetta gongur út yvir
at gagnnýta fiskiskapin á
burðardyggum støði. sigur
Audun Maraak, aðalskriv-
ari í Fiskebaaternes For-
bund við NTB. Hann
heldur, at torskildu reglur-
nar eru við til at gera
fiskimenn, sum vilja halda
lógirnar til lógarbrótarar.
Norski
fiskimálaráð-
harrin
Otto
Gregussen
hevur fyrr biðið vinnuna
um eitt útspæl hvussu
fiskiveiðulóggávan kann
gerast betri.
Omaná at lógin skal
gerast betri ynskja reiðar-
arnir fleiri eftirlit, bæði
umborð og í samband við
landing. Í dag er eftirlitið
við landing sera vánaligt,
sigur Maraak.
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Av teimum 219 tonsunum,
sum vórðu seld yvir tele-
fonuppboðssøluna
hjá
Fiskamarknaði
Føroya
mánamorgunin vóru 117
tons upsi. Upsin fór fyri í
meðal kr. 5,46 og lækkaði
sjálvandi
meðaltalið
á
kiloprísinum fyri samlaðu
søluna. Miðalprísurin fyri
øll fiskasløg var kr. 12,14.
Átta skip seldu mána-
morgunin yvir uppboðssøl-
una og talan var um góðar
sølur. Tey vóru Fram, ið
seldi 65 tons fyri kr.
483,410. Havbúgvin 14,4
tons fyri kr. 338,300.
Jógvan Norði 6.5 tons fyri
kr. 96,450. Research 18,8
tons fyri kr. 377,634. Sardis
9,7 tons fyri kr. 203,582.
Skansatangi 20,8 tons kr
392,604. Topas 11,4 tons
fyri kr. 240.025. Vest-
menningur 71,7 tons fyri
kr. 537,457.
Prísurin á toski var í
meðal kr 23,30 og fyri hýsu
kr. 14,07.
Betri ljós gevur fleiri lýs
Methøgur sildaprísur
Nógvir íslendskir trolarar av landinum
Reiðarar ynskja strangari
eftirlit
Upsi á telefonuppboðssøluni
Kreppan í bretska
ídnaðinum og avleið-
ingarnar av henni
koma óivað eisini at
merkjast í føroysku
fiskivinnuni, skrivar
Vinnuhúsið
Skotski fiskiídnaðurin hev-
ur seinnu árini verið í
kreppu og hevur tí staðið
fyri stórum broytingum.
Útlitini fyri komandi árum
eru døpur. Seinasta árið eru
meira enn 300 starvsfólk í
ídnaðinum farin til hús í
Norður-Skotlandi og vænt-
andi fara fleiri virkir at
steingja í komandi árum.
Orsøkin er niðurgongdin í
kvotunum á hvítum fiski í
Norðsjónum.
Fiskaídnaðurin er sostatt
inni í eini tíð við stórum
umskipanum. Ein kanning,
sum lýsir seinastu 10-20
árini, vísir, at umskipan av
vinnuni er farin fram og
samlaða talið á fiskavirkj-
um er farið frá uml. 1000 í
1986 til uml 700 í 1995. Í
2000 vóru 541 fiskavirkir.
Veruliga talið á virkjum,
sum eru steðgaði upp, er
heldur størri enn hetta talið
tilsigur, tí í sama tíðarskeiði
eru 178 nýggj feløg sett á
stovn.
Størri og færri
Spádómar um framtíðina í
skotska
fiskaídnaðinum
eru, at virkini í framtíðini
verða størri og færri. Virk-
ini, sum væntandi fara at
yvirliva kreppuna vera tey
virkir, sum hava evnir til at
endurnýggja seg, menna
nýggjar framleiðslur og
vørur og virkir, ið eru før
fyri skjótt at tillaga seg
broytingar
í
marknaðarviðurskiftum
bæði á rávøru og liðugt-
vørusíðuni.
Verandi virkir í bretska
ídnaðinum eru illa skipaði.
Virkini eru smá, hava skift-
andi tilgongd av rávøru og
mangla
fíggjarlig
og
menniskjaliga orku til at
menna seg bæði heima og
úti.
Av tí, at tað eru fleiri
ymisk vinnufeløg, sum
vara av fiskaídnaðinum í
Bretlandi verður mett, at
hesi feløg eru veik og
mangla eitt greitt endamál.
Úrslitið er, at tekini frá
vinnuni sum heild eru sera
ymisk og verða sjálvdan
hoyrd. Bretski fiskiídnað-
urin manglar eina rødd at
tala fyri sínum áhuga-
málum, um lobbyarbeiðið
skal gera nakran mun.
Kappingarfør
Kreppan í bretska ídnaðin-
um og avleiðingarnar av
henni koma óivað eisini at
merkjast í føroysku fiski-
vinnuni. Væntandi verður
kappingin um fiskin av
føroyskum grunnum mun-
andi
harðari
í
hesum
árinum. Ì síðstu vikuni fóru
t.d. stórar nøgdir av hýsu
óvirkaðar av landinum.
Føroysk
virkir
hava
seinnu árini víst, at tey eru
kappingarfør og kunnu
gjalda eins høgan prís fyri
fiskin,
sum
útlendsku
kappingarneytarnir. Hav-
andi í huga, at ES letur
stuðul til útjaðarin, serliga
ætla til umskiping av vinn-
um, er vandi fyri at trýstið á
føroyska rávørumarknaðin
verður enn størri og at part-
urin av føroyska tilfeingin-
um sum fer óvirkað av
landinum, fer at økjast
munandi, skrivar Vinnu-
húsið.
Kappingin um fiskin
munandi harðari
Lýkur á flestu støðum
strangastu ES krøv ,
vísir ein kanning,
sum Rikke Berg
Larsen hevur gjørt
fyri Heilsufrøðiligu
Starvsstovuna
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Tá ið fiskur kemur á eitt
fiskavirki, so er vatn tað
fyrsta, hann nertir við.
Vatnið skal vera reint, tá
krøvini eru sera strong til
fiskivinnuna. Vatnið skal
ikki
innihalda
smittu-
berandi bakteriur og tað
skal heldur ikki innihalda
kemisk eitur evni.
Ein kanning, sum er
gjørd av vatninum í Runa-
vík, VEstmanna, Tórshavn,
Eiði Tvøroyri og í Klaks-
vík, vísir at góðskan av
vatninum sum heild er góð.
Í støðum verður mælt til at
reinsa rávatnið við filtrer-
ing og við desinfektiuuón. Í
Runavík, har ein stórur
partur av drekkivatninum
kemur úr Toftavatni, verður
mælt til, at vatnið umframt
at vera filtrera, eisini verð-
ur reinsað við klori.
Vatnið er gott ístøðum og
vatnið er gott næstan alla-
staðnu, verður tað reinsað á
forsvarligan
hátt,
vísir
hendan kanningin.
Í nøkrum av royndunum
vóru bakteriur at finna. Her
var mæly til um tað ikki var
til at reinsa vatnir, so at
finna aðrar keldur til
drekkivatn.
Vatngóðskan í Føroyum góð
Eitt nýtt slag av tænastu
Framyvir nýtist ikki
virkjum at seta heilt
starv av til húsavørð,
ella bíða eftir hand-
verkara, um eitthvørt
skal gerast. Nú ber
nevnliga til at keypa
sær rættin til húsar-
vørð ávíst tímatal um
mánaðin
NÝTT VIRKI
Jákup Mørk
Tað eru teir báðir 29 ára
gomlu
havnarmenninir,
Jens Kristian Hansen og
Sámal Erik Hentze, sum nú
fara undir at bjóða eitt nýtt
slag av tænastu út.
Húsavarðartænastan er
navnið á virkinum, og tað
er júst sum húsavørðar, at
teir báðir nú fara at bjóða
seg fram. Ikki soleiðis sum
vit vanliga skilja hetta, har
eitt virki hevur ein fastan
húsavørð í starv, men held-
ur hjá virkjum, har ein ávís-
ur tørvur er á viðlíkahaldi,
men har sum hesin ikki er
nóg stórur til at seta fólk í
fulltíðar starv. Serliga kann
hetta hugsast at vera gald-
andi við bygningum hjá
smærri og miðalstórum
virkjum. Skulu hesi í dag
hava ábøtur ella broytingar
gjørdar, og neyðugi førleik-
in ikki er til staðar ímillum
starvsfólkini, er neyðugt at
fáa handverkarar at gera
arbeiðið, og við tørvinum,
sum í dag er á hesum, kann
tað ofta taka langa tíð, áðr-
enn hesir eru tøkir.
Selja fastar tímar
Henda trupulleika ætla teir
báðir at loysa soleiðis, at
virki ella privatfólk nú hava
møguleika at keypa eitt
eftir avtalu ásett tímatal um
mánaðin. Keypir kundin
t.d. 10 arbeiðstímar um
mánaðin, hava teir sostatt
hesar
arbeiðstímar
hjá
húsavørðinum um mánað-
in. Eisini hava tey ta trygd,
at tænastan eisini fevnur
um bráðneyðugar ábøtur,
soleiðis at til ber at fáa
ábøtur gjørdar á miðjari
nátt, um tørvur er á tí.
Tænastan leggur seg so
eftir at hava eftirlit við, um
alt nú er, so sum tað eigur
at vera. Skulu vindeygu
skiftast, onkur hurð rættast
av o.s.fr., er tá ikki neyðugt
hjá virkinum at hugsa um
hetta, tí tað hava teir húsa-
vørðar til. Møguleiki er so
sjálvandi eisini at annað
arbeiði verður gjørt, og
verður hetta so gjørt sam-
bært avtalu við húsavørðar-
nar.
Í stuttum siga teir seg
átaka sær alt tað vanliga
umvælingar- og viðlíka-
haldsarbeiði, sum er á van-
ligum virkjum, soleiðis at
tað fyri virkisleiðsluna skal
vera so ómaksleyst sum
yvirhøvur gjørligt at halda
bygningar og annað við
líka.
Teir báðir húsavørðarnir,
sum báðir hava útbúgving
sum
bygningssnikkarar,
siga annars, at teir sum so
eisini átaka sær alt tað
vanliga
handverkaraarb-
eiðið, sum fellur undir yrki
teirra. Hornasteinurin í
virkseminum er tó ætlaður
at verða húsavarðartænast-
an. Báðir eru teir sannførdir
um, at við eini slíkari skip-
an slepst undan, at ov stór
útsving eru í virkseminum,
og at tað tískil verður mun-
andi lættari at leggja alt
virksemi til rættis. Hetta
merkir tó ikki, at tað teir
bert koma at fáast við húsa-
varðartænastu. Eins og
flestir aðrir innan yrkið,
koma teir eisini at fáast við
alt vanligt timbur- og snik-
araarbeiði, geva tilboð upp
á ávís arbeiði, o.s.fr.
At tørvur er á slíkari tæn-
astu eru teir heldur ikki í
iva um. Virksemið er sett at
byrja 1. mars, men longu
nú hava teir verið í sam-
bandi við fleiri virki, og
fyrstu
sáttmálarnir
eru
longu komnir undir land.
Mótstøðumenn
og viðleikarar
Um teir báðar er annars
stutt at siga, at tað helst er
frá fótbóltinum, at fólk flest
hava borið við navn teirra.
Jens Kristian er sum kunn-
ugt liðskipari á bæði B36
og A-landsliðnum, meðan
Sámal Erik í fleiri ár hevði
týðandi leiklut á miðvølli-
num hjá HB. Har hava teir í
mong ár verið mótstøðu-
menn, tá dystir hava verið
millum tey bæði havnarlið-
ini, men tað er so ikki bara
sum mótstøðumenn, at teir
kennast.
Við 14 daga millumbili
fóru báðir tveir í læru hjá
Havnar Træsmiðju í 1988,
haðani teir báðir tóku
sveinabræv á heysti 1992.
Hetta var annars ikki hin
besta tíðin at standa sum
nýútlærdur
hondverkari,
men í fyrstu atløgu sluppu
teir báðir kortini at halda
fram hjá virkinum.
Síðani hava teir í hvør
sínum lag fingist við hand-
verk sítt ymsastaðni í mið-
staðarøkinum, men frá 1.
mars at rokna, verður tað
aftur í felag, at teir báðir
húsavørðarnir
fara
til
verka.
1. mars fara teir báðir, Jens Kristian Hansen og Sámal Erik Hentze til verka sum húsavørðar, og báðir ivast teir ikki, at tað fer at
bera til at reka nýggja virkið
Mynd: Álvur Haraldsen
Arsenal dregur
Júst afturkomin úr
Arsenal, hevur Ingi
Højsted enn eina ferð
fingið boðið venjing-
aruppihald frá enska
stórfelagnum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
15 ára gamli Ingi Højsted
úr B36, hevur júst fyri aðru
ferð verið á venjingaruppi-
haldi hjá enska stórfelagn-
um Arsenal. Í eina viku
hevur hann vant við liðn-
um, umframt at onkur venj-
ingardystur eisini hevur
verið á skránni.
Jákup í Stórustovu, leik-
araumboðsmaður, sigur við
Sosialin,
at
uppihaldið
gekk stak væl, og at Inga
stendur í boði at koma yvir
aftur til Onglands á pásk-
um. Hetta verður so triðja
ferðin, at Ingi vitjar hjá fel-
agnum, so einki er at ivast í,
at áhugin fyri fótbóltsevn-
um hansara er stórur.
Kendir menn
Tað eru annars kendir
menn, sum mann venjara-
hópin hjá Arsenla.
Høvuðsvenjari, manege,
er navnframi Arsene Weng-
er, og afturaat sær í venjara-
hópinum hevur hann nøkur
av kendastu nøvnunum í
bretskum fótbólti.
Liam Brady var í fleiri ár
roknaður millum bestu
leikararnar í Europa, og
fyrrverandi Inter- og Arse-
nal spælarin hevur í dag
ábyrgdina fyri menningini
av ungu leikarunum felags-
ins. Høvuðsvenjari fyri
ungdómsdeildina er fyrr-
verandi enski landsliðs-
venjarin, Don Howe, og
fyrst og fremst eru tað hesir
báðir, sum gera av, hvat
víðari skal henda við Inga
Højsted.
Alt heta er annars liður í
einum miðvísum arbeiði,
sum Jákup í Stórustovu
hevur framt seinastu tvey
árini. Her hava fleiri ungir
leikarar fingið møguleikan
at royna evni síni uttan-
lands, og at áhugin fyri
evnunum er til staðar, er
einki at ivast í, nú fleiri
teirra verða bodnir at koma
aftur til feløgini, har teir
hava verið og vant.
Stuðlar í verkætlanini eru
Tryggingarfelagið Føroyar,
Føroya Sparikassi, Ísbjør-
nin, Thomas Dam ítróttur,
Atlantic Airways og Kall.
Harrajakkar
fyrr 1.499 kr.
Nú 375 kr.
Damu troyggir
fyrr 359 kr.
Nú 90 kr.
Handskar
Húgvur
50 kr.
30 kr.
Harratroyggjur
frá 599 kr.
Nú 150 kr.
ENDA-
BRESTUR
t.d.
÷ 75%