týsdagur 27. februar 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 27. februar 2001
11
gult cyan magenta svart
10
Nr. 40 - 27. februar 2001
gult cyan magenta svart
–Tað, sum nú er hent,
er landaskomm, og
tað er onki at ivast í,
at sjampanju-
propparnir raka
loftið á Christians-
borg í hesum døgum,
sigur Høgni Hoydal
FULLVELDI
Áki Bertholdsen
– Vit krevja, at tær avtalur,
sum eru gjørdar, verða
hildnar. Tí liggur bólturin
ikki hjá okkum, men hjá
fólkaflokkinum, sum hevur
brotið avtalurnar.
Høgni Hoydal, lands-
stýrismaður í fullveldis-
málum, og formaður tjóð-
veldisfloksins, sigur, at tí
vil tjóðveldisflokkurin hava
uppskotini um fólkaat-
kvøðu verður borið niðan í
tingið.
Men hann ásannar, at
sum støðan nú er, har
fólkaflokkurin hevur bakk-
að út, er tað vitleyst at
halda fólkaatkvøðuna 26.
mai, sum ætlað.
– Trúvirðið í tí, sum
samgongan ger, er so lítið,
at tað er vitleyst at hava
fólkaatkvøðuna nú.
– Men vit hava alla tíðina
sagt, at eru tað smálutir í
avtaluni
ímillum
sam-
gonguflokkarnir, eitt nú um
dagsetingar, og annað, eru
vit til reiðar at viðgerða tað
í tinginum.
Tað merkir, at tjóðveldis-
flokkurin er til reiðar at
halda
fólkaatkvøðuna
seinni í ár, eins og sjálv-
stýrisflokkurin hevur skotið
upp.
Men hann leggur dent á,
at tað er fólkaflokkurin,
sum hevur brotið avtalurnar
í samgonguni. – Tí er tað
eisini fólkaflokkurin, sum
hevur ein trupulleika og
ikki tjóðveldisflokkurin. Tí
liggur avgerðin um fram-
tíðina
hjá
samgonguni
heldur ikki hjá okkum.
Landaskomm
Høgni Hoydal sigur, at tað
sum nú er hent, er einki
minni enn landaskomm og
tað er ómetaliga óheppið
fyri trúvirðið í fullveldis-
ætlanini.
– Eg ivist ikki í, at
sampanjupropparnir raka
loftið í Christiansborg í
hesum døgum, tí nú hava
teir vunnið ein stóran sigur,
sigur hann.
– Men tíverri hevur hetta
fyrilitarleysa
trýstið
úr
Danmark ført við sær, at
føroyskur politikkur er rætt
og slætt blivin anarki.
Hann sigur, at hóast hann
er
landsstýrismaður
í
fullveldismálum, visti hann
av ongum, fyrenn fólka-
flokkurin leggur eitt upp-
skot fram av sínum einting-
um um, hvussu farast skal
fram.
– Men tað er eitt uppskot,
sum ikki nevnir eitt orð um
føroyskt fullveldi, men sum
tvørturímóti viðurkennir
danskan yvirvaldsrætt yvir
Føroyum og sum limar
okkum inn í danska ríkið.
Høgni Hoydal leggur
dent á, at tað uppskotið er
yvirhøvur ikki til viðgerðar.
– Hann sigur, at tað, sum
er farið fram, er heilt
óskiljandi.
– Tá ið vit samdust um at
hava fólkaatkvøðu 26. mai.
voru vit greið yvir, at tað
fór at koma ein ógvuslig
reaktión úr Danmark
– Áðrenn støða varð tikin
til fólkaatkvøðuna 26. mai,
umrøddu vit møguleikan
fyri, at danska stjórnin fór
at svara aftur við eini
hóttan um at skerja blokkin
eftir fýra árum.
– Kortini samdust vit um
at halda fast um fólka-
atkvøðuna. Vit vóru væl
fyrireikað uppá hendan
møguleikan, men vit høvdu
gjørt okkum úra greitt, at
vit máttu standa ímóti
trýstinum úr Danmark. Vit
høvdu gjørt okkum púra
greitt, at tað vóru ikki
danir, sum settu dags-
skránna fyri eini fólka-
aktvøðu, sum vit hildu í
Føroyum.
– Tí er tað heilt óskilj-
andi, at Fólkaflokkurin
bakkar nú.
– Hvat eg so fari at
gera ímeðan eg eri
Løgmaður, fari eg
sjálvsagt at kunna
samgonguna um tað,
sigur Høgni Hoydal
FULLVELDI
Áki Bertholdsen
Í løtuni er Anfinn Kalls-
berg, Løgmaður í Bretlandi
á almennari vitjan. Og
hesar dagarnar, ímeðan
hann er burtur, er tað Høgni
Hoydal, sum er løgmaður.
Tað hevur ljóðað frá
politiskum keldum í sam-
gonguni, at Høgni Hoydal
fór at brúka hetta høvi til at
leggja uppskotið um fólka-
atkvøðu fyri Løgtingið.
Hetta hevur Høgni Hoy-
dal ongar viðmerkingar til.
– Eg havi ongar viðmerk-
ingar til, hvat eg fari at
gera, ella ikki, ímeðan eg
eri virkandi
Løgmaður, sigur Høgni
Hoydal.
– Men eg fari í hvussu so
er ikki at gera nakað, uttan
at kunna okkara samgongu-
felagar væl og virðiliga.
–Men vit fylgja altíð
gjørdum avtalum og sið-
venjum í politikki, tí annars
fer alt at flóta. Og tað, sum
uræður mest av øllum, er, at
føroyskur politikkur ikki
verður gjørdur til eitt
sirkus.
– Men tað sigur seg
sjálvt, at vit góðtaka ikki,
at avtalur verða brotnar, og
at farið verður fram, so-
leiðis, sum fólkaflokkurin
er farin fram, sigur virkandi
løgmaðurin.
Spurningurin um, antin
Høgni Hoydal eisini fór at
brúka hetta høvi til at
útskriva nýval, hevur eisini
verið frammi. Men tað
skilst, at har er umsitingin
komin til ta niðurstøðu, at
tað er bara Løgmaður sjálv-
ur, altso Anfinn Kallsberg,
sum hevur heimildina til
tað.
Nú er Høgni Hoydal Løgmaður:
Eg geri onki uttan at kunna samgonguna
Høgni Hoydal: Vitleyst at hava
fólkaatkvøðu 26. mai
– Fyrst at kunngera eina
fólkaatkvøðu, og so leypa frá,
er so óseriøst, tað finnast
valla orð fyri tí, sigur Høgni
Hoydal
– Tað, sum umræður mest av øllum, tað er, at føroyskur politikkur ikki verður gjørdur til eitt sirkus, sigur Høgni Hoydal
Fyrsta mars eru 30 ár
liðin, síðan Maersk
Air byrjaði at flúgva
til Føroya. Dagurin
verður hildin í
Føroyum
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Maersk Air fer at hátíð-
arhalda 30 ára dagin fyri
flúgvingini
til
Føroya
hósdagin í komandi viku.
Dagurin
verður
hildin
umborð á Maersk flogfar-
inum, sum kemur fyrra-
partin, eins og okkurt verð-
ur gjørt burtur úr í Føroyum
eisini.
Við flogfarinum, sum
kemur í Vágar klokkan 11
fyrrapartin, eru millum
onnur
Bjarne
Hansen,
skipsreiðari hjá Maersk,
sum í fleiri ár var stjóri á
Maersk Air, og Gunnar
Tietz, fyrrverandi stjóri á
Daniar. Tað var sum partur
av Danair, at Maersk Air
bygjaði at flúgva til Føroya
fyri 30 árum síðan.
30 ára dagurin verður
hildin á ymsan hátt, sigur
Maersk Air í tíðindaskrivi.
Umborð á jubileumsflog-
farinum, sum tey nevna
hósdagsflogfarið, verður
kapping
millum
ferða-
fólkini, har eitt av ferða-
fólkunum sum vinning fær
ferðaseðilin fyri 30,- kr. Alt
íroknað.
Talan er um at svara
nøkrum spurningum. Mill-
um røttu svarini verður so
kastað lut. Og tann hepni
vinnarin ferðast so millum
Danmark og Føroyar fyri
30 krónur.
Tá flogfarið er lent, verð-
ur móttøka á flogvøllinum í
Vágum fyri øllum ferða-
fólkunum, starvsfólki á
flogvøllinum og øðrum
viðskiftafólki.
Stórur vøkstur
Ferðafólkatalið við Maersk
flogførunum hevur verið í
stórum vøkstri seinasta
árið. Í fjør flutti Maersk Air
55.942 ferðafólk millum
Føroyar og Danmark, með-
an talið í 1999 var 46.521.
Meginparturin av hesum
vøkstrinum standa bíligu
ferðirnar og tilboðini ann-
ars fyri.
Men hesin stóri vøkstruin
hevur so eisini gjørt sítt til,
at rutan millum Billund og
Vágar eisini fer at halda
fram veturin 2000/2001.
Hesi 30 árini, Maersk Air
hevur flogið millum Før-
oyar og Danmark, hevur
felagið flutt 1,2 milliónir
ferðafólk í flogførum sín-
um, sigur Maersk Air í
tíðindaskrivi í samband
við, at 30 ár eru liðin, síðan
Maersk Air byrjaði at
flúgva til Føroya.
Tríati ár við Maersk Air
Nógv virkir nýta
høvi at verða við á
kunningartiltakinu
m hjá oljufeløgun-
um tann 15. mars í
Aberdeen
Fullteknað er til Aber-
deen, skrivar Vinnuhús-
ið, tað vil siga 66 per-
sónar frá 39 virkjum
vera við á túrinum.
Føroya Arbeiðsgev-
arafelag skipar í sam-
starvi við oljufeløgun-
um fyri einari workshop
í Aberdeen tann 15.
mars, har høvið verður
at hitta umboð fyri
nógvar av stóru undir-
veitarunum hjá oljufe-
løgunum.
Hitta feløg
Endamálið við tiltakin-
um er fyrst og fremst at
kunna útlendsku veitar-
arnar, sum vanliga ar-
beiða fyri oljufeløgini,
um ætlanirnar í Føroy-
um og tey viðurskiftir,
sum eru galdandi her. Út
frá einum føroyskum
sjónarhorni hevur tað
serligan
týdning,
at
kunnað verður um lóg-
arásetingarnar um før-
oyska vinnuluttøku, so-
leiðis at útlendsku veit-
ararnir skilja, at føroysk
vinnuluttøka skal takast
í álvara.
Á tiltakinum verður
eisini kunnað um nakað
av tí, sum er komið burt-
ur
úr
samstarvinum
millum oljubólkin hjá
Arbeiðsgevarafelagnum
og oljufeløgini seinastu
mánaðirnar.
Á heimasíðuni hjá
Vinnuhúsinum sæst skrá
fyri tiltakið og luttak-
andi útlendsk feløg.
Umframt kunning gevur
tiltakið føroyskari vinnu
høvið at hitta nógv fe-
løg, sum møguliga koma
at spæla ein leiklut í
komandi oljuleitingini, á
einum
stað,
skrivar
Vinnuhúsið.
Fullteknað
til Aberdeen
1. mars hevur Maersk flogið
millum Føroyar og Danmark
í 30 ár
Smyril Line fekk um
vikuskiftið 20 milli-
ónir av nýggjum
partapeningi í
Føroyum
PARTAPENINGUR
Edvard Joensen
Um vikuskiftið vórðu tekn-
aðar 20 milliónir krónur av
nýggjum partapeningi í
Smyril Line. Allur hesin
nýggi partapeningurin er
føroyskur.
Óli Hammer, stjóri í
Smyril Line, sigur, at talan
er um føroyskt vinnuliv,
sum nú hevur sett pening í.
Í øllum førum, sigur hann,
er talan um menn, sum
eisini hava virki.
Óli Hammer sigur, at teir
nú hava slept vónini um at
nakar partapeningur fer at
koma frá almennu Før-
oyum, nú Javnaðarflokk-
urin hevur tikið sítt uppskot
um, at Løgtingið setir
partapening í Smyril Line,
aftur. Landsstýrismaðurin
við vinnumálum, Bjarni
Djurholm, hevur meldað
greitt út, at Landstsýrið
setir ongar pengar í Smyril
Line.
Við hesum 20 milliónun-
um, sum komnar eru um
vikuskiftið, hevur Smyril
Line fingið tilsamans 80
milliónir
av
nýggjum
partapeningi. Sostatt vænt-
ar teimum enn 45 milliónir,
fyri at náa teimum 125
milliónunum, sum settar
eru sum mál.
Tær 80 nýggju millión-
irnar eru býttar soleiðis, at
50 teirra koma úr Hetlandi,
10 úr Íslandi og hesar
seinastu 20 milliónirnar eru
úr Føroyum.
Óli Hammer sigur, at
arbeitt verður sjálvandi alla
tíðina við at fáa tær
manglandi 45 milliónirnar.
Og hann dylur ikki fyri, at
hann helst vildi fingið tær í
Føroyuum, hóast allar út-
lendskar eisini eru væl-
komnar.
Stjórin á Smyril Line
sigur,
at
hann
hevur
samband við fólk, sum
sinnað er at seta pengar í
felagið, men hava enn ikki
avgjørt nakra upphædd. Og
tað eru nógv fólk, sum eru
posistiv, tá tosað verður við
tey, sigur hann. Men tøl
verða ikki sett á nakað
soleiðis beinanveg.
Óli Hammer, stjóri á Smyril
Line, vónar at fáa allan
partapeningin í Føroyum
Nýggjar milliónir
til Smyril Line