Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 27. februar 2001 13 gult cyan magenta svart 12 Nr. 40 - 27. februar 2001 gult cyan magenta svart Statoil seinkað – BP framskundar Tað finnast fáir pallar, sum kunnu bora á djúpum vatni við Føroyar. Tí stendur og fellur alt við, at boripallarnir eru tøkir til ætlaðu tíðina. Statoil-samtakið fer at útseta sína boring ein mánað, meðan BP helst framskundar sína ein mánað OLJULEITING Jan Müller Statoil, sum stendur fyri boringini hjá oljufeløgun- um Phillips, Veba Oil og Enterprise Oil, hevur gjørt av at flyta ætlaða boristaðið nakrar kilometrar frá síni upprunaligu ætlan. – Ætl- anin var at bora í blokki 6005,19 nakrar fáar kilo- metrar frá markinum, men eftir at hava hugt nærri at jarðfrøðiligu upplýsingu- num frá økinum longur norðuri hava vit gjørt av heldur at bora í grannateig- inum 6005,15 sigur Rúni Hansen, stjóri fyri leitingini hjá Statoil við Føroyar. Upprunaliga ætlanin var at bora í sokallaða Pegasus- prospektinum og síðani at bora hin brunnin í Longu- prospektinum fyri norðan. Nú er so býtt um uppá hesi bæði. Hetta merkir so aftur, at komandi boring hjá Stat- oilsamtakinum nú liggur tætt upp at tí økinum, har BP fer at bora í summar. Í hesum sambandi skal kanningarskipið Geo Searcher gera kanningar rundan um ætlaða bori- plássið. Skipið hevur ligið á Havnini í nakrar vikur og bíðað eftir veðri. Men enn eru aldurnar ov høgar til at gera hesar kanningar. Rúni Hansen sigur, at tær nýggj- astu metingarnar siga, at økið fyri norðan, sum ligg- ur tætt uppat loyvinum hjá BP sýnist at vera so mikið áhugavert, at teir hava valt at byrja við tí og verður tí neyðugt við ymsum kann- ingum av botninum. Í fjør gjørdi eitt annað kanningar- skip, Geo Scanner kanning- ar á havbotninum í tí upp- runaliga boristaðnum. Seinkað Ætlanin var annars at fara undir at bora í juni, men tað verður so helst útsett nak- að. Boripallurin Sovereign Explorer, sum Statoilsam- takið hevur leigað til hesa uppgávuna, hevur borað í Afrika og hevur eisini havt eydnuna við sær har, so- leiðis at tað fara at ganga nakrar vikur eyka, áðrenn pallurin kemur inn í før- oyskan sjógv. Hann skal eisini fyrst bora ein brunn í írskum sjógvi. Rúni Hansen sigur, at teir tí helst fara at bora ein mánaða seinni enn ætlað tvs. hol verður sett á seinnapartin av juli. Hetta kann fáa avleiðingar fyri Amerada Hess-samtakið, tí teir skulu brúka sama pall sum Statoil. Vanlig tekur tað millum 50 og 60 dagar at bora ein brunn, so vit nærkast oktober mánað, áðrenn boripallurin verður tøkur hjá Amerada Hess- samtakinum. Sosialurin skilur, at hetta nýtist ikki at vera nakar trupulleiki, men tað skulu so heldur ikki koma fleiri seinkingar, um Amerada Hess skal bora við hesum pallinum í ár. BP framskundar? Síðani er tað BP, sum eisini fer at bora í summar, møgu- liga tveir av teimum trim- um brunnunum, sum felag- ið hevur játtað at bora kom- andi trý árini. Ætlanin var at bora fyrsta brunnin um ólavsøkutíð, men Sosialur- in skilur, at BP helst fer at framskunda boringina til í juni. BP hevur leigað pallin Jack Bates til uppgávuna. Pallarnir Sovereign Explorer og Jack Bates skulu bora 3-4 brunnar á føroyska landgrunninum í ár. Boristjóri hjá Statoil hevur góðar vónir Hann hevur staðið á odda fyri boringum í Norðsjónum, við afrikonsku strondina og í Meksikanska flógvanum seinastu 21 árini. Nú setir hann sítt álit á føroyska land- grunnin. FYRIREIKING TIL OLJUBORING Jan Müller Nú norska oljufelagið Stat- oil ger klárt til at bora á før- oyska landgrunninum um góðar fýra mánaðir er »boriliðið« við at fáa fast undir fótum her á klettu- num. Tey umleið 12 fólkini, tey flestu norskir serfrøð- ingar í oljuleiting, koma til Føroya í næstum. Nú skriv- stovan er komin uppá pláss í miðbýnum í Havn og íbúðir eru leigaðar til manningina er boristjórin ella sum tað verður nevnt á altjóða oljumáli »the drilling manager« komin til Føroya úr Nigeria at standa fyri neyðugu fyrireik- ingunum. Hann eitur Helge Hå- land og hevur drúgvar royndir í oljuheiminum. Hann hevur starvast hjá Stat- oil í 21 ár og hevur harvið verið við í meginpartinum av oljutilgongdini í Noregi, sum byrjaði fyri umleið 30 árum síðani. Í kavaveðrinum fríggja- dagin leitaðu hann og føroyski stjórin á leitideild- ini hjá Statoil í Føroyum, Rúni Hansen sær niðan í Hoyvík at hitta leiðsluna í Oljumálastýrinum. Har høvdu topparnir í føroysku oljuumsitingini høvi til at hitta boristjóran, sum – hvør veit – kanska verður tann fyrsti til at útrópa Føroyar sum oljutjóð. Sum so skuldi hann havt neyðugu royndirnar. Tí øll hesi árini hjá Statoil hevur hann staðið á odda fyri Pílurin vísir nýggja boristaðið hjá Statoil fyri norðan í 6005,15. Upprunaliga varð ætlanin at bora í 6005,19. Krossarnir vísa annars, hvar teir ymsu brunnarnir verða boraðir. Á nýggju skrivstovuni hjá Statoil í miðbýnum í Havn fer at verða nógv virksemi komandi mánaðirnar. Her er partur av manningini, Rúni Hansen, stjóri, Jon Inderhaug, stjóri og Louisa Fjallsbak, sum er sett sum skrivari hjá Statoil-leiting. Mynd Jens K Vang Framhald niðast á síðu 13. Skjøtil settur á nýtt tíðarskeið í flogferðslu – Eg ivist onga løtu í, at tað verður full undirtøka fyri, at eitt føroyskt felag nú mennir seg til at taka við avbjóðingum í oljuvinnuni. Tað er tað mest náttúrliga, sum kann henda í Føroyum sigur Magni Arge, stjóri FLOGFERÐSLA OG OLJULEITING Jan Müller Útlendsku oljufeløgini, sum hava fingið leitiloyvi við Føroyar, hava eftir øll- um at døma valt at brúka føroysk feløg sum veitarar bæði á landi, sjógvi og í luftini. Við hesum má sig- ast, at tey royna at liva upp til andan í oljulógini um føroyska luttøku. Herfyri avgjørdu oljuufeløgini at lata einum føroyskum sam- taki sáttmálan um útgerðar- virksemi og nú hava tey so valt eitt samtak við Atlants- flog og bretska felagnum Bristow til at taka sær av flutningi av fólki millum pallar og land og millum Føroyar og Skotland. Magne Arge, stjóri í Atl- antsflog er sera fegin um avgerðina, sum merkir, at føroyska flogfelagið kemur at uppliva tvær stórar av- bjóðingar í ár á tyrlusíðuni. Onnur hevur samband við leiting og bjarging fyri Fiskimálastýrið og kemur tann tyrlan til føðingardag- in hjá Atlantsflogk 28. mars. Og nú kemur olju- flúgvingin, sum vit skulu fyrireika okkum til í summ- ar. – Hetta má vera ein tann mest spennandi dagurin í føroyskari tyrlusøgu, síðani Strandferðslan byrjaði tyrluflúgving fyrst í 80-un- um sigur Magni Arge og heldur fyri, at hetta er ein stórur dagur fyri føroyska flogferðslu, tí hann er ein nýggj byrjan og leggur lunnar undir eitt heilt nýtt tíðarskeið í føroyskari flog- ferðslu. Herðaklapp Magni Arge heldur avgerð- ina vera eitt herðaklapp til tað stóra arbeiði, sum er gjørt fyri at menna ein kunnleika til at reka flog- ferðslu í Føroyum. Eitt stórt arbeiði er gjørt, sum byrjaði nettupp við tyrlu- flúgving og síðani helt fram við vanligari flúgving og er bygdur upp ein førleiki at viðlíkahalda og flúgva tyrl- ur og flogflogfør og eisini at standa fyri rakstrinum av tí. Og nú eitt nýtt høvi býðst at menna slíkt virk- semi í Føroyum, sum hevur smá kor tí marknaðurin er so lítil, so er tað sera gott. Sáttmálin inniheldur tveir partar. Annar er flúgv- ingin við vanliga flogfari- num millum Føroyar og Skotland. Tá ein boripallur er í økinum verða upp til 3 ferðir um vikuna, og eru tveir pallar her er talið av ferðum 4 ella fleiri. Her verður talan um at byggja upp eina nýggja farleið, sum eisini kann fáa stóran týdning fyri føroyska brúk- aran. Hin parturin er so at flyta arbeiðsfólk millum pallin og land við tyrlum hjá Bristow. Tað gevur so eisini Atlan- tic eitt nýtt bein at standa á, um so er, at olja verður funnin. Og verður hon funnin, so hevur Atlants- flog sett seg á eina sera rók, har man kann vera ein týð- andi partur av tyrluflúgv- ingini. Hetta ger, at ein kann útvikla fyritøkuna, nakað, sum man annars ikki hevði kunnað. So henda avtalan hevur avger- andi týdning fyri at kunna menna flogfelagið sigur stjórin í føroyska flogfel- agnum. Føroysk luttøka Nú útlendsku oljufeløgini hava valt føroysk feløg til bæði útgerðarvirksemi og nú eisini flogvirksemi, heldur Magni Arge, at tað vísir, at føroyskir myndug- leikar hava gjørt rætt við at leggja so stóran dent á før- oyska luttøku og eisini hava undirstrika hetta í sjálvari lóggávuni. – Eg haldi hetta er ein samanblanding millum hetta við at liva upp til and- an í lógini og so tað prakt- iska, sum liggur í hesum at fáa føroysk feløg at taka sær av uppgávunum. Magni Arge heldur, at før- oysku veitararnir, sum veruliga kunnu lata eina kappingarføra vøru, høvdu kanska ikki staðið seg so væl, um ikki tað varð ásett í lógini, at eisini føroyskir veitarar skulu vera við. Verður olja funnin við Føroyar so kann talan blíva um týðandi inntøkur til Atl- antsflog og ikki minst eitt virksemi, sum verður alt árið. Tað fer so at geva fel- agnum ein møguleika at vaksa. Magne Arge sigur, at hann sær fram til eitt sam- starv við Bristow, sum teir hava góðir royndir við. - Teirra royndir við fyritøk- um í nýggjum økjum pass- ar sum fótur í hosu til okkara uppfatan, tí Bristow hevur orð fyri at lata upp til lokal feløg at taka sær av uppgávunum. Magni Arge sigur, at teir tó ikki eru so stórir at teir skulu til at gera stórar íløgur og tí kemur tað væl við at kunna leiga tyrlur frá øðrum og fáa kunnleika frá teimum innan viðlíkahald, eykalutir oa. Tað verður eisini nógv meira arbeiði vesturi í Vág- um, tá oljuleitingin byrjar. Tað merkir so, at teir koma at flúgva nakað minni mill- um onnur lond, eitt nú Ís- land og Grønland. Á tyrlu- síðuni skulu annars fleiri fólk setast í sambandi við bjargingartænastuna. Magni Arge sigur, at tað hevur stóran týdning at fáa eitt gott samstarv við flog- vøllin í Vágum, sum hevur ein sera týðandi leiklut í øllum slíkum. Eisini skulu nøkur viðurskifti fáast uppá pláss við Statens Luftfarts- væsen og landsstýrið. -Eg ivist onga løtu í, at tað verður full undirtøka fyri, at eitt føroyskt felag nú mennir seg til at taka við avbjóðingum í oljuvinnuni. Tað er tað mest náttúrliga, sum kann henda í Føroy- um. Magni Arge, stjóri í Atlantsflog her á royndartúri við Bristowtyrlu. Mynd Jan Müller oljuboring í nógvum lond- um, í Norðsjónum, í Afrika, í USA og aðrastaðni við. Helge hevur m.a. verið við til at finna oljuna í nýggja Stat- oilfeltinum Siri í danska partinum av Norðsjónum. Hann hevur eisini verið knýttur at mongum áhuga- verdum boringum í Norð- sjónum, seinast Yme-felt- inum, sum hevur víst seg at vera sera væleydnað. Sum boristjóri arbeiðir Helge sum projektleiðari á landi. Tað verður hann, sum fer at hava høvuðs- ábyrgdina av fyrstu bor- ingini við Føroyar. Hjá sær á skrivstovuni fer hann at hava umleið 12 fólk og harumframt eru nógv fólk á sjálvum pallinum. Frá juni og tveir mánaðir fram fara hann og hini fólkini á boriliðnum at vera til arbeiðis stóran part av samdøgrinum og fylgja tí helst fyrstu boringini nakr- antíð á føroyska land- grunninum. Helge kennir eisini til at bora á djúpum vatni. Tað árið hann arbeiddi í Nig- eria boraðu teir á 1300 metra dýpi og vóru hepnir at finna nógva olju. Nú vónar inniliga, at teir gera eitt fund, sum kann koma Føroyum væl við. Hóast talan bert verður um at bora ein brunn hetta fyrsta árið, so heldur Helge møguleikarnar verða góð- ar fyri at raka við olju. – Eg skal gera alt eg eri mentur fyri at fáa Føroy- um og Statoilbólkinum eitt so gott úrslit sum til ber sigur Helge Håland. OLJUFLÚGVING Jan Müller BP kunngjørdi fríggja- dagin vegna BP, Statoil og Amerada Hess, at sáttmálin um at veita tænastur, við flogfør- um og tyrlum, í sam- bandi við leitingar- virksemið á føroyska landgrunninum er til- lutaður Atlantic Air- ways og Bristow. At- lantic Airways økir um túratalið millum Før- oyar og Aberdeen, so- leiðis at flogið verður upp til fýra ferðir um vikuna. Bristow fer í samstarvi við Atlantic Airways at veita tyrlu- flúgving millum Før- oyar og leitingarøkið og fer at hava eina bjargingartyrlu í til- búgving í Føroyum. Sáttmálaskeiðið byrjar miðjan juni, tá leiti- boringarnar byrja. Hesin týdningar- mikli sáttmáli fer at tryggja betri flogsam- band millum Føroyar og Aberdeen og til boripallarnar, sum fara at arbeiða á føroyska økinum. Fyristøðufel- øgini á føroyska land- grunninum vænta eitt gott samstarv um komandi royndarbor- ingarnar á føroysku loyvisøkjunum til frama fyri báðar partar stendur í tíðindaskrivi frá BP. Sostatt er bæði út- gerðarvirksemi og flogflutningurin nú komin uppá pláss í sambandi við fyrstu oljuleitingina við Før- oyar í summar. Atlantsflog fingið alla oljuflúgvin gina Helge Håland, boristjóri hjá Statoil júst komin til Føroya fyri at byrja fyri- reikingarnar til fyrstu oljuboringina. Mynd Jan Müller Framhald av grein á síðu. 12.