týsdagur 27. februar 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 40 - 27. februar 2001
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Nr. 40 • týsdagur • 27. februar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Við sigrinum á H71
tók KÍF enn eitt fet úr
botninum, og sum
gongdin hevur verið,
toga teir seg alsamt
nærri ovaru hálvu av
stigatalvuni.
Hoyvíkingar líkjast
hinvegin alt meira
eini søkkandi skútu
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Lokaluppgerðirnar í høv-
uðsstaðnum eru í ár vorð-
nar enn fleiri í tali. Leyg-
ardagin var aftur ein av
slagnum á skránni, tá H71
átti heimadyst móti KÍF.
Higartil í ár hava bæði
liðini livað eina tilveru í
botninum á stigatalvuni,
men seinastu dystirnir hava
tó bent á, at kollfirðingar
hava ætlanir um at sleppa
burtur úr hesum leikluti.
Sostatt hava teir síðani
vetrarstegðin fingið trý stig
móti Kyndli og Neistanum,
meðan teir sum væntað
máttu lúta fyri suverena
oddaliðnum úr Vestmanna.
Javnt í fyrra
Tað vóru eisini gestirnir,
sum byrjaðu dystin leygar-
dagin betri, og longu eftir
fáum minuttum tóktist tað,
sum um gestirnir veruliga
ætlaðu at staðfesta, at tað
so avgjørt ikki var av til-
vild, at teir hava fingið
mongu
stigini
seinastu
dystirnar.
Ikki minst tóktist Iljan
Topic at vera væl upplagd-
ur fyrstu løtuna, og við
bæði skotum og fríspæling-
um gjørdi hann sítt til, at
gestirnir fingu lagt seg
fram um hesa løtuna. Hoy-
víkingar royndu í vanliga
stílinum at byggja álops-
spælið á evnini hjá Halgiri
Dahl Olesen, og so við og
við komu eisini aðrir hoy-
víkingar upp í leikin. Ikki
minst hevði Anfinn N.
Debes nakrar perlur av
standandi skotroyndum, og
áðrenn nakar varnaðist,
høvdu
hoyvíkingarnir
brádliga strítt seg upp á
liðina av gestunum.
Ikki bert útlendingar
Spælið fyrra hálva tíman
var annars í stóran mun
rættiliga óskipað. Bæði lið-
ini fóru nógv inn at róta,
heldur enn at royna at spæla
tunt.
Seinna umfarið var tó
skjótt greitt, at kollfirðing-
arnir høvdu fingið nógv
upp á pláss í so máta. Ikki
minst í verjupartinum rigg-
aði verjuparturin væl betri
enn fyrra umfarið, og sjálv-
andi viðførdi hetta, at
hoyvíkingar í nógv minni
mun sluppu fram at skot-
royndum.
Nakað annað var so tað,
at væl virkandi verjuspælið
eisini viðførdi, at kollfirð-
ingarnir í nógv størri mun
fingu frið á álopsspælið.
Tað var eins og teir nú vistu
av, at teir vóru betra liðið,
og tí høvdu teir nú nógv
størri álit á, at teir bert
skuldu koyra egna spæl sítt.
Hetta eydnaðist eisini í
stóran mun, og umframt
krossini, sum kollfirðingar
hava nýtt sera nógv sein-
astu dystirnar, sýndi serliga
Regin Petersen, at hann alt
meira gerst ein týdningar-
mikil liður í álopsspælinum
hjá KÍF.
Ikki er tað tí, hann fyllir
so nógv við kroppi sínum,
men viljin til at stríðast og
hondbóltsevni hansara við-
førdu, at hann ferð eftir
ferð var partur í kombina-
tiónum, sum endaðu við
eini fríspæling inn á strik-
una, har hann ótarnaður
kundi beina bóltin í málið
aftan fyri Egin Høgnesen.
Sum dysturin leið gjørd-
ist tað alt meira greitt, at
kollfirðingar skuldu fáa ein
greiðan sigur heim aftur
við sær. Hoyvíkingar tókt-
ust alt meira mótfalnir, og
sum so hava teir eisini
orsøk til hetta.
10 tap á rað
Tapið
leygardagin
var
nevnliga tað 10. á rað hjá
H71, og í løtuni er ilt at
síggja, hvussu teir skulu
sleppa undan at enda á
niðasta sessinum á stiga-
talvuni.
Fyri kollfirðingar tykist
støðan hinvegin at vera ein
heilt onnur. Síðani vetrar-
steðgin hevur úrtøkan hjá
teimum verið sera góð, og
við fullari ferð eru teir
ávegis úr botninum, har teir
annars hava verið seinnu
árini. Tað er ikki bert í úr-
slitunum síðani steðgin, at
hendan útsøgn er grundað,
tí eisini spælið hevur bent
á, at talan er nógv annað og
meira enn eitt botnlið.
Heldur enn at leggja dentin
á at berjast við mótstøðu-
liðini, hava kollfirðingarnir
lagt dent á systemir, har teir
serliga hava spælt upp til
útlendingarnar, men sum
tað eitt nú var talan um við
Regini Petersen, so koma
upprunamenninir alt betri
og betri við í spælið.
Talan verður tó neyvan
um heiðursmerki í ár. Til
tess hava teir helst mist
dekan ov nógv í grund-
spælinum, men við verandi
gongd, fara teir heilt víst at
nærkast ovaru støddu lið-
unum. Megna teir so eisini
at halda fast í verandi hópi
til komandi kappingarár
kann meira enn so henda, at
teir tá fara at verið í stutt-
liga endanum av røðini.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
H71: Halgir Dahl Olesen
12(1), Anfinn N. Debes 5,
Hallur Danielsen 3, Olaf
Vestergaard 3, Rolf Mourit-
sen 1
KÍF: Durica Tomic 10(3),
Regin PEtersen 7, Iljan
Topic 5, Petur Martin
Poulsen 3, Petur Martin
Johansen 2, Jákup Dam 2,
Jónálvur Johannesen 2,
Kristian Madsen 2, Eddie
Joensen 1
Brotskøst: H71 2, KÍF 3
Útvísingar: H71 5, KÍF 10
Diskvalifikatiónir: KÍF 1
(3X2 minuttir)
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen og Krist-
ian Johansen. Stýrdu uttan
stórvegis hóvasták tí, sum
fyrifórst á vøllinum.
Eingin ivi var um, hví
munurin millum VÍF
og Sóljuna hevur
verið so stórur hetta
kappingarárið, tá
liðini hittust
leygardagin
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Hóast VÍF nú má vera
rumensku Nicoletu Radu
fyri uttan, tað sum eftir er
av árinum, so var ikki
væntandi, at uppflytararnir
úr Sóljuni skuldu fara at
geva teimum úr Vestmanna
nakra serliga mótstøðu, tá
liðini hittust leygardagin.
Dysturin skuldi annars
verið leiktur hálva aðru
viku frammanundan, men
varð tá útsettur.
Stórur munur
Tað var heldur ongan tíð
líkt til, at nakar spenningur
skuldi vera í dystinum
leygardagin. VÍF fór beinan
vegin at skapa eitt hol upp á
nøkur mál, og so við og við
bara øktist hesin munur.
Við sigrinum heldur VÍF
fast um oddasessin, sum
tær hava havt meginpartin
av kappingarárinum, men
komandi vikuskifti verður
talan um eina uppgávu,
sum á pappírinum sær
nakað torførari út.
Tá gongur leiðin til Vágs,
har VB skal royna at gagn-
nýta setinasta møuleikan at
halda so nøkun lunda sam-
band við oddaliðið.
Eisini Sóljan skal tá í holt
við nakað, sum líkist einum
lagnudyst, tí fríggjadagin
skulu tær til Runavíkar, har
tær skulu takast við kapp-
ingarneytan í botninum.
Tjaldur.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
VÍF:
Sóley
Mikkelsen
12(4), Ioana Rápa 11(3),
Nicolina Eyðbjørnsdóttir 4,
Jacklin
Durhuus
3,
Angelina Jógvansdóttir 2,
Fríða Marjunardóttir 2
Sóljan: Marjun Jørgensen
8(4), Louisa Jørgensen 1,
Elspa Egilstoft 1, Sólja
Nielsen 1, Hertha Simon-
sen 1, Jóhanna í Horni 1,
Heidi Haraldsen 1
Brotskøst: VÍF 7, Sóljan 6
Útvísingar: VÍF 2, Sóljan 6
Dómarar úr H71: Petur S.
Dahl og Bárður Brimvík.
VÍF-Sóljan 34-14 (21-8)
Toppur og botnur
VÍF hevur møguleikan at
taka eitt avgerandi fet
móti gullinum, tá tær
komandi vikuskifti skulu
til Vágs
H71-KÍF 24-34 (13-14)
Kolfirðingar hava sett kósina
Ferð eftir ferð eydnaðist
kollfirðingum at spæla
hoyvíksverjuna tunna, men í
hesum føri verður Petur
Martin tó blokkaður av
Anfinni og Halgir
Mynd: Álvur Haraldsen
- Á Margarin-
fabrikkini sleppa
børn at vera seg sjálv.
Vit góðtaka tey sum
tey eru, uttan mun til,
hvat tey gera ella hava
gjørt. Men tað er ikki
altíð so tespiligt at
hoyra tey siga frá,
hvat tey hava upp-
livað ella verið vitni,
sigur Lise Larsen,
sum arbeiðir við
børnum og ungum á
Margarinfabrikkini í
Havn
VIRKISHÚS
Turið Kjølbro
Har koma øll børn, úr øll-
um heraðshornum í býnum,
úr ymiskum heimum, og
við ymiskum fortreytum.
Børn, sum hava nógv frí-
tíðaráhugamál. Børn, hvørs
foreldur
arbeiða
allan
dagin. Børn, sum eru nógv
einsamøll. Eini 70 børn og
ung hvønn dag, seinna-
partar og um kvøldið.
Gamla margarinfabrikkin í
Havn er frístaður hjá hesum
børnum. Og tú hevur ikki
verið har leingi til tað ber
til at gera tær eina mynd av,
hvat rørir seg millum tey,
hvørjum tey eru upptikin av
og hvat tey tosa um. Eitt
barometur,
sum
sigur,
hvussu børn í Føroyum
hava tað við seg sjálvi,
heima og í skúla. Nógv
prutlar
undir
lokinum,
skilst.
Síðani seinasta heyst
hevur Lise Larsen arbeitt á
Margarinfabrikkini. Og í
november fór hon undir
tveir
gentubólkar,
sum
koma saman mikudag.
– Endamálið við at savna
genturnar saman er upplýs-
ing um nógv ymisk viður-
skifti og fyribyrging. Ikki
bara um viðurskifti tey
skulu vara seg fyri, men
eisini um ymiskt, sum gott
er at vita. Í skúlanum og
heima fáa tey nógv at vita,
men eftir øllum at døma
ikki nóg mikið., sigur Lise
Larsen.
Nógv kemur fram
Tann eini bólkurin er fyri
gentur í aldrinum 8 til 13
ár, og hin er fyri gentur í
aldrinum 13 ár og eldri.
– Í bólkinum tosa gentur-
nar um ymiskt, tær hava
hug til. Tær eru ógvuliga
ósmædnar og opnar um
persónlig viðurskifti. Tað
verður mangan ógvuliga
kensluborið og við hvørt
velja børnini at fara út, tá
okkurt evni gongur teimum
ov nær. Onkur av gentunum
hevur mist annað av for-
eldrunum, hjá fleiri eru
foreldrini farin hvør til sítt,
hjá øðrum drekka for-eldr-
ini, onkur verður kanska
sligin heima og so fram-
vegis. Alt kemur fram í
bólkinum og genturnar
vita, at alt sum verður sagt í
bólkinum, fer ikki út. Hin-
vegin um spyrja vit barnið,
um vit skulu gera nakað,
torir tað ikki. Men tey hava
brúk fyri at fortelja tað. Vit
góðtaka tey sum tey eru og
eru góð við tey, uttan mun
til, hvat tey gera ella hava
gjørt. Men tað er ikki altíð
so tespiligt at hoyra tey siga
frá, hvat tey hava upplivað
ella verið vitni til heima
ella í býnum, sigur Lise
Lar-sen.
Hóast Lise Larsen leggur
doyin á, at tað eru heilt
vanlig børn, sum koma á
Margarinfabrikkina og í
gentubólkarnar, skerst ikki
burtur, at ein partur eru
børn og ung, sum ikki altíð
hava tað so gott og sum
hava upplivað ymiskt, tey
áttu at verðið spard fyri.
– Tey, sum koma frá
vanligum heimum, standa
eitt sindur fyri seg sjálvi og
gera beinanvegin vart við
seg, um eitthvørt hendir,
sum tær ikki finna seg í.
Tað er gott at hava hesi
børnini ímillum, tí fara
nøkur børn út um mark
antin við at siga eitthvørt
ella við at gera okkurt, so
eru tað hesi børnini sum
hála í tey. Tey børnini, sum
ikki hava tað gott, eru
sokallaðir symptomberarar
um eitt ella annað, sum ikki
er so gott.
Hevur tú varugan av, at
tað eru nógv børn sum ikki
hava tað gott?
– Tað havi eg. Eg vil
eisini siga tað soleiðis, at eg
havi varugan av, at tað eru
nógv foreldur, sum ikki
hava tað gott. Nógv av
børnunum hava tað ikki
gott í skúlanum. Og vit
hoyra eisini frá børnunum,
hvat fer fram í skúlanum.
Nógv rættiliga álvarsamt. Í
fleiri førum tekur skúla-
stjórin ikki pedagogisku
ábyrgdina.
Nógv virksemi
Lise Larsen leggur stóran
dent á, at genturnar verða
upplýstar um, hvørji rætt-
indi tær hava. Eitt nú hevur
heilsusystir
greitt
frá,
hvussu tær skulu bera seg
at, um tær vera fyri harð-
skapi.
– Eingin skal finna seg í
at verða sligin ella misbrúkt
av vaksnum, uttan mun um
tað er heima ella í skúla.
Summar gentur gera greitt,
at tær ikki finna seg í at
verða illa viðfarnar.
Eldri
bólkurin
hevur
vitjað á politistøðini, har
tær hava fingið at vita,
hvørjar lógir eru galdandi
og hvørji rættindi tær hava,
um tær gera lógarbrot og
hvørjar avleiðingarnar eru.
Eisini í Kvinnuhúsinum
hava tær vitjað. Har fingu
tær innlit í, hvat hendir við
eini familju sum kemur
soleiðis fyri, at mamman og
børnini mugu rýma úr
heiminum. Rúsdrekka- og
narkotikaráðið hevur vitjað
tvær ferðir. Eitt nú hevur
ráðgevin greitt frá, hvussu
tað er at halda jól, tá ið
onkur vaksin í familjuni
drekkur.
– Vit gera nógv saman,
baka, gera mat, svimja,
bovla ella fara til ymisk
tiltøk.
Hóvar ikki øllum
Er Margarinfabrikkin væl
umtókt av brúkarunum, eru
tað bæði foreldur og lær-
arar, sum ikki eru so glað
fyri, at børn koma har.
– Nógv foreldur vita ikki,
at børn teirra koma har.
Hesi børnini flippa full-
komiliga út, tá ið tey koma
á Margarinfabrikkina, tí tað
sleppa tey ikki heima. Tú
sært beinanvegin um barnið
hvílur í sær sjálvum ella
ikki. Og tað eru lærarar,
sum halda, at børn skulu
ikki koma á Margarin-
fabrikkina, tí so gera tey
ikki skúlating. Men skúla-
ting kunnu tey gera á
Margarinfabrikkini.
Tað er óbindandi at koma á
Margarinfabrikkina. Her
verður tosað um alt, familjur,
skúla, frítíð, og mangt annað.
Mynd: Jens Kristian Vang
Lise Larsen: – Børn og ung
kunnu vera óbindandi
saman, men hava tey hug,
kunnu tey tosa við vaksið
fólk
Mynd: Jens K. Vang
Frístaður hjá børnum
og ungum