týsdagur 27. februar 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 27. februar 2001
17
gult cyan magenta svart
16
Nr. 40 - 27. februar 2001
gult cyan magenta svart
Fjórða dystin á rað
taptu klaksvíkingar,
og meðan teir nú
líkjast einum liði í
kreppu, er Fram nú at
síggja næst ovast á
stigatalvuni
FLOGBÓLTUR,
MEISTARADEILD
MENN
Mjølnir skuldi royna at
venda skeivu gongdini.
Mjølnir hevur tapt tríggjar
dystir á rað, seinast í
steypafinaluni, og tí var
neyðugt at vinna á Fram,
skuldi vón vera um nakað
gull í ár.
Ótrygg byrjan
Bæði liðini høvdu sostatt
avgjørt nakað at spæla fyri.
Hjá Fram hevur kapping-
arárið verið upp og niður.
Úrslitini hava ikki verið so
góð, sum vónað varð fyrst í
kappingarárinum,
men
seinastu dystirnir hava víst,
at Fram er væl fyri júst nú.
Tað ikki tað góða spælið, ið
sermerkti dystin í byrjanini.
Bæði liðini gjørdu nógvar
servuvillur, og tað darvaði
spælinum.
Fram
hevði
ímóti Fleyr lagt stórt trýst á
við hørðum servum, og tað
varð aftur roynt í hesum
dystinum, men illa gekst.
Servurnar
endaðu
alla
aðrastaðni enn hjá Mjølni,
men sum frá leið gekst
betur.
Mjølnir kom ikki rætti-
liga á lagið fyrr enn í 2.
setti. Timburmenninir frá
steypafinaluni høvdu hug
at spøkja, og leikararnir
vóru ikki so tryggir, ikki so
avgjørdir, sum teir plaga.
Fram kundi tí taka fyrsta
settið rættiliga lættliga,
men longu í 2. setti var
Mjølnir-maskinan tendrað.
Við góðum móttøkum, og
skjótum álopum frá Trygva
Poulsen á miðjuni, bankaði
Mjølnir Fram hetta settið.
Skiftandi yvirvág
Fram fótaði sær aftur í 3.
setti. Kanska ikki so nógv tí
teir spældu seg inn aftur í
dystin, men heldur tí at
Mjølnir ikki megnaði at
halda góða spælinum uppi.
»Tað er okkurt galið í
høvdinum á okkum nú
einaferð«, segði Trygvi
Poulsen eftir dystin. »Vit
missa
takið
á
okkum
sjálvum, og so er bara ein
vegur«. Tað sama var gald-
andi í steypafinaluni, men
ímóti Fram gekst tó betur.
3. settið var javnt, men
Fram hevði munin. Undan
dystinum var Jákup Søren-
sen í Fram skaddur, og tað
var millum annað tí, at mót-
tøkan hjá Fram ikki riggaði.
Tíbetur fyri Fram var Jens
Heri Mortensen afturkomin
av skipi, og hann kom beint
inn aftur á liðið. Hann stóð
seg væl í álopinum, men
móttøkurnar
manglaðu
nakað. Mjølnir servaði
eisini allar servurnar á
hann,
tí
hin
móttøkuspælarin hjá Fram,
Rúni Weihe, tekur sera væl
ímóti. Hesin taktikkurin hjá
Mjølni eydnaðist væl, men
tað var ikki nóg mikið til at
vinna settið.
Fram var nú á odda 2-1,
men dysturin var framvegis
púra opin. Hesi liðini eru
ógvuliga jøvn, og í 4. setti
var ongantíð nakar serligur
munur. Fram vann seg fram
til dystarpólt, tá ið støðan
var 25-24, men Mjølnir
vísti gamlar dygdir, og
vann settið 27-25, og enn
ein 5-settari skuldi avgera
hvør fór at vinna.
Mjølnir tapir
Fram byrjaði betur enn
Mjølnir í 5. setti. Tá ið
liðini skiftu síðu, var støðan
8-5, og tí var einki avgjørt
enn. Men nú misti Mjølnir
alt á gólvið. Liðformaðurin
hjá Mjølni, Bogi Isaksen
kjakaðist so mikið nógv við
dómaran, um ein bólt, at
endin var, at hann fekk gult
kort. Tá gjørdist støðan 9-5
til Mjølnir, sum tók time-
out. Tað hjálpti nakað, men
Borko Ilic, sum ikki rætti-
liga fær spælið at ganga
júst nú, sló tvey tey næstu
smashini út, og so var
eingin vegur aftur hjá
Mjølni. Fram kom tí lætt-
liga til sigurin. Ikki so nógv
við egnari hjálp. Heldur tí
at Mjølnir misti alt á gólvið
til seinast.
Hetta úrslitið hevur við
sær, at ÍF nú hevur allar
møguleikar at vinna greip-
una. Mjølnir skal vinna
dystin ímóti ÍF í Klaksvík,
men tað er ikki nóg mikið.
Fram ella Fleyr mugu
hjálpa Mjølni, og vinna
ímóti ÍF. Men fyrst og
fremst mugu teir í Mjølni
venda tapunum til sigur.
Hjá Fram er gullvónin
framvegis til staðar, men so
skal alt ganga sera væl, og
ÍF tapa tað, sum eftir er, og
tað verður neyvan.
Tvífaldi
Oscarvinnarin
Tom Hanks er ein sera væl
umtóltur sjónleikari. Og
ein hin besti garanturin
fyri at nógv atgongumerki
verða
seld.
Seinasti
filmurin hjá honum, Cast
Away, har Tom Hanks er
strandaður á eini oydnari
oyggj, tjenti eftir bert
tveimum vikum meira enn
100 milliónir dollarar í
USA.
Ymsir
lutir sum vóru
við í filminum, eru síðani
seldir
á
uppboðssølu.
Harímillum ein flogbóltur,
sum Tom Hanks nýtti í
filminum at stytta sær
stundir við á oydnu oynni.
Tá uppboðshaldarin hevði
bankað hamaran í borðið á
triðja sinni, var prísurin
kom upp á ikki minni enn
18 400 dollarar - einar
150.000 krónur!!!
Støðan, meistaradeild kvinnur:
Dystir
Sett
Lið
leiktir vunnir taptir
vunnin tapt munur Stig
Dráttur
17
15
2
49
13
36
21
Mjølnir
16
14
2
45
12
33
19
ÍF
16
7
9
24
33
-9
11
TB
17
7
10
33
31
2
10
Fleyr
17
6
11
21
39
-18
7
Fossánes 17
1
16
5
49
-44
2
Støðan, meistaradeild menn:
Dystir
Sett
Lið
leiktir vunnir taptir
vunnin tapt munur Stig
ÍF
13
10
3
33
17
16
15
Fram
14
8
6
32
25
7
12
Mjølnir
13
9
4
33
18
15
11
Fleyr
13
6
7
22
24
-2
8
SÍ
13
0
13
3
39
-36
0
Flogbólturin hjá Tom Hanks seldur fyri 150.000 kr.
Fram–Mjølnir 3–2 (25-20, 15-25, 25-21, 25-27, 15-8)
Gongur væl hjá Fram
Fjórða dystin á rað taptu klaksvikingar, og nú skulu teir hava hjálp úr Havnini, um teimum skal eydnast at fáa fatur í ÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
Trý-null sigrar eru
treytin fyri, at Drátt-
ur skal vinna føroya-
meistaraheitið, og
móti ÍF syrgdu tær
fyri, at hesar fram-
vegis verða uppfyltar
FLOGBÓLTUR,
MEISTARADEILD
KVINNUR
Vágaliðið var leygardagin
á vitjan á Kambsdali, og
enn einaferð megnaðu tær
at vinna ein 3-0 sigur, sum
eisini er krav, um tær
sjálvar skulu avgera, um
tær vinna FM-heitið í ár.
Dráttur var klárt tað betra
liðið í teimum báðu fyrstu
settunum, og sigurin var
ongantíð í vanda.
Men í triðja setti byrjaði
ÍF brádliga at gera um seg,
og tað var tætt við, at tær
megnaðu at vinna hetta
settið. Settið endaði 25-22
til Drátt, men um ÍF ikki
hevði gjørt nakrar stórar
feilir ímóti endanum av
dystinum, so kundi tað væl
verið, at fuglfirðingarnir
kundu havt vunnið settið.
Framvegis eitt sett
betri
Dráttur hevur framvegis
munin niður til Mjølnir á 2.
plássi, og um Dráttur
vinnur teir báðar eftirver-
andi dystirnar 3-0, so endar
FM-heitið í kvinnuflogbólti
í Vágum, har tað ikki hevur
verið síðani 1980. Tá vann
SÍF meistarheitið annað
árið á rað, og undan hesum
hevði MB vunni FM-heitið
í árunum frá 1976 til 1978.
Sostatt var FM-heitið í
Vágunum í 5 ár á rað,
áðrenn Mjølnir vann heitið
frá 1981 til 1988.
Men kanska søgan end-
urtekur seg.
Uttan stórvegis
trupulleikar vunnu
fuglfirðingar móti
botnliðnum úr
Sørvági, og halda teir
sostatt beina kós móti
gullmerkjunum
FLOGBÓLTUR,
MEISTARADEILD
MENN
Steypavinnararnir ÍF vunnu
dystin á SÍ um vikuskiftið.
Tað var nú ikki annað
væntandi, tí ÍF er sera væl
fyri, og SÍ hevur als ikki
fingið nakað at borið til
hetta kappingarárið. Til
henda
dystin
var
Jón
Nielsen við á liðnum hjá
SÍ, men Suni Hansen er
skaddur og Anfinn Joensen
hevði forfall, og so tynnist
stórliga á annars unga SÍ-
liðnum.
Hjá ÍF liggur sera væl
fyri. Teir megnaðu sjálvir at
vinna 2 stig hetta leikum-
farið, og Mjølnir tapti í
Havn, so nú eru teir 4 stig
frammanfyri Mjølnir, so alt
bendir á, at greipan endar í
Fuglafirði. Í hesum dystin-
um bar til hjá ÍF at royna
ymiskar uppstillingar, so
allir menn sluppu at royna
seg. SÍ var í 1. setti
rættiliga væl við alla tíðina,
men tó var ÍF so mikið
frammanfyri, at ongantíð
var ivi um hvør fór at
vinna. Í hinum báðum sett-
unum hevði ÍF fullkomið
tak á øllum og kundi lætt-
liga taka stigini heim.
SÍ er framvegis á enda-
plássinum og hevur einki
stig fingið enn. Fyrst í
kappingarárinum sá alt so
ljóst út hjá SÍ, men tíverri
hava nógvir trupulleikar
verið í kappingarárinum.
Vónandi fáast hesi viður-
skifti í rættlag, tí nógvir
ungir góðir leikarar eru í
SÍ.
Mjølnir kvinnurnar
royna at gera sítt til,
at møguleikin fyri
FM-heitinum
framvegis er á lívi
FLOGBÓLTUR,
MEISTARA-
DEILDKVINNUR
Tað gjørdist ikki TB, sum
støðgaði sigursrøðini hjá
Mjølni á hesum sinni. Í
høllini
í
Trongisvági
smurdi Mjølnir suðuroyar-
liðið av, og eingin ivi var
nakrantíð um, at klaksvík-
ingarnir vilja gera alt fyri at
fáa føroyameistarheitið.
Mjølnir leikti væl allan
dystin, frættist av Tvøroyri,
og tað var til tíðir ein frægd
at síggja tað góða spælið,
sum
steypavinnararnir
sýndu sunnudagin. Tað var
líka mikið, um álopini vóru
frammi við netið, ella lopið
var á við backspike. Alt
virkaði sum tað skuldi.
Marjun og Tina
Men tað var serlig saman-
spælið millum Tinu Jacob-
sen og Marjuna Kalsø, sum
bergtók áskoðararnar í
høllini á Tvøroyri. Ferð
aftan á ferð var samaspælið
millum hesar við til at
útspæla TB-liðið, og tað
vóru hevingar og smassj
við stíli í. Tær báðar vóru
við til at gera tann annars
ójavna dystin til nakað
serligt, og tað er at vóna, at
tær klára at halda dampin
uppi, til landsliðið veruliga
fer undir sínar venjingar til
Oyggjaleikirnar á Man í
summar.
Mjølnir
liggur
eftir
dystin leygardagin fram-
vegis á 2. plássi við tveim-
um stigum minni enn
Dráttur. Men tær hava
eisini leikt ein dyst minni.
Settmunurin er betri hjá
Drátti, so um Dráttur ikki
tapir eitt sett í teimum
eftirverandi dystunum, so
verður tað Mjølnir sum fær
silvurmerkini.
Endiliga eydnaðist tað Fossanesi at vinna, og saman um tikið var
talan um ein fult uppibornan sigur
Mynd: Álvur Haraldsen
Fleyr–Fossánes 1–3 (25-17, 21-25, 12-25, 22-25)
Fossánes vann á
stórbýnum
Fyrsti sigurin hjá
Dráttanesi í meistara-
deildini kom langt
um leingi til høldar,
tá tær sunnudagin
vunnu útidystin móti
Fleyr
FLOGBÓLTUR,
MEISTARADEILD
KVINNUR
So kom Fossánes á mál.
Liðið sum á fysta sinni
leikti í meistaradeildini
hetta kappingarárið, hevði
sett sær sum mál at vinna
eitt sett, og hetta eydnaðist
fyri nøkrum vikum síðani
ímóti Fleyr.
Næsta málið var at vinna
ein dyst, og hetta eydnaðist
eisini. Og aftur var tað
Fleyr sum skuldi standa
fyri skotum.
Fleyr var annars liðið,
sum kom best frá byrjan
sunnudagin, og vann 1.
settið 25-17, men so kom
liðið ikki fyri seg aftur.
Fossánes fór at leika betur
og betur, og endin varð, at
tær vunnu 2. settið 25-21.
Frøin var stór, og beinan
vegin í 3. setti sást, at tær
ikki bert ætlaðu at vinna
eitt sett.
Stórsigur
Tá sá út til, at Fleyr ikki
kom yvir skelkin, aftur at
hava tapt eitt sett ímóti
botnliðnum, og hetta end-
aði so við, at Fossánes vann
triðja settið heili 25-12. Og
sigurin var eisini fult uppi-
borin.
Í fjórða settið kom Fleyr
betur við aftur, og spælið
gjørdist eitt sindur meira
støðugt, men tó ikki nokk
til, at vinna á gentunum úr
norðoyggjum.
Fossánes tók sigurin og
harvið tvey stig, tá tær
vunnu fjórða settið 25-22.
Hvat næsta málið hjá
Fossánesi og venjaranum
Jón Kára Frederiksen verð-
ur, er enn ikki allmanna-
kunngjørt, men í morgin
leika tær ímóti Mjølni, men
hetta verður nokk ein ov
stórur biti at taka, Men alt
er ein roynd vert.
ÍF–SÍ 3–0 (25-18, 25-12, 25-15)
ÍF hómar greipuna
ÍF–Dráttur 0–3 (16-25, 15-25, 22-25)
Dráttur beina leið
móti FM-heitinum
TB–Mjølnir 0–3 (11-25, 12-25, 12-25)
Mjølnir fram-
vegis við