týsdagur 27. februar 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 27. februar 2001
19
gult cyan magenta svart
18
Nr. 40 - 27. februar 2001
gult cyan magenta svart
Úrslit frá kapping,
sum var um viku-
skifti í neytstinum
hjá Havnar Róðrar-
felag
DART
tíðindaskriv
Dartsambandið skipaði
um vikuskifti fyri sættu
einstaklingakappingini
hetta
kappingarárið.
Higartil hevur talið av
luttakarum ikki verið
nakað at reypa av, men
leygardagin var vent í
holuni, 30 mans teknaðu
seg til kappingina í
einmansleiki og tað er
tað mesta í fleiri ár.
Fleiri nýggj andlit vóru
at síggja, men eisini
nakrir
unglingar
frá
90’unum høvdu tikið
pílarnar av aftur hillini.
Ovasti
leikarin
á
styrkilistanum, Henrik
Pedersen, tapti í fjórð-
ingsfinaluni; men burt-
ursæð frá honum hevði
restin av hægst styrkis-
mettu leikarunum spælt
seg í hálvfinalurnar. Í
aðrari hálvfinaluni hitt-
ust Remy G. Hansen og
Alvin Egholm. Remy
vísti betra spælið og
vann eisini 5-3.
Í hinari hálvfinaluni
hittust Petur Grønagarð
og Poul Poulsen. Petur
spældi betur og betur
sum dagurin leið og í
hesum dystinum vísti
hann rættuligt stórspæl.
Petur
vant
rættuliga
burtur úr Poul og vann
uttan trupulleikar 5-0 og
brúkti í hálvfinaluni
ongantíð meir enn 18
pílar til eitt sett.
Finalurnar
Finalan gjørdist ikki
tann vælleikti dysturin
ein kundi rokna við.
Petur vann uttan stór-
vegis trupulleikar 6-2.
Eisini í tvímansleiki
vóru nógvir luttakarar;
men tá komið var fram
til hálvfinalurnar var tað
sum tað plagar.
Henrik Pedersen/Poul
Poulsen taptu bert eitt
sett í teimum 12 dystun-
um á veg í hálvfinaluna.
Í hálvfinaluni vunnu teir
5-2 á Jan Midjord/Jackie
Joensen. Í hinari hálv-
finaluni spældu Páll
Dam/Remy G. Hansen
móti
Alvin
Egholm
/Suna Rasmussen. Hetta
gjørdist ein sera spenn-
andi
dystur.
Nógvir
nervar gjørdu, at báðir
partar høvdu trupult við
at “lukka” settini. Hetta
gjørdi samstundis, at
flestu settini kundu farið
báðar vegir. Øll 9 settini
skuldi eisini til fyri at
avgera dystin. Páll &
Remy
drógu
longra
stráið og vunnu 5-4.
Í finaluni komu Hen-
rik & Poul skjótt upp á
4-1. Spenningur kom tó
aftur í dystin, tá Páll &
Remy
megnaðu
at
minka um munin til 4-3.
Endin var tó, at Henrik
& Poul vunnu 6-4. Tað
sær ikki út til, at nakar í
løtuni megnar at syfta
teir af ovastu rók í
tvímanleiki.
Allir vinnararnir fingu
steyp og heiðursmerkir
frá Føroya Banka og
vunnu sær samstundis
týdningarmikil stig til
styrkilistan, sum er at
síggja á tekstvarpssíðu
230.
VB vann ein tryggan
sigur á Kyndli
leygardagin, men
leingi helt Kyndil væl
fatur í mótstøðuni,
áðrenn talan at enda
varð um sanna
málveitslu
Ikki kann sigast annað enn,
at avrikini hjá Kyndli hava
verið sera misjøvnn sein-
astu vikurnar.
Eitt flott avriki í Klaks-
vík, har tær nærum koppaði
føroyameistarunum
úr
Stjørnuni, varð fylgt upp av
einum sera skuffandi av-
rikið, tá Tjaldur fekk sítt
næsta stig í hálvt annað ár,
og leygardagin stóu tær so
fyri eini sera torførari
uppgávu, tá VB kom á
vitjan.
Kvinnurnar úr Vági hava
kappingarárið á tamb talst
millum
bestu
liðini
í
deildini, og hóast tær nú
hava fingið enn ein skaða at
dragast við, var uttan iva
væntandi, at tær fingu
stigini við sær suður aftur.
Vóru uppsettar
Tað gjørdist tó rættiliga
skjótt greitt, at uppgávan
hjá VB fór at verða alt
annað enn løtt leygardagin.
Kyndil hevði so avgjørt
tikið við læru av avrikinum
móti Tjaldri, og frá fyrsta
bríkslið var sjónligt, at
leikararnir vóru sera upp-
settar til dystin.
VB fekk tó betru byrjan-
ina, men í mun til fleiri
aðrar dystir hjá Kyndli, so
tóktist hetta so avgjørt ikki
at nerva tær á nakran hátt.
Ikki minst mundi tað kenn-
ast hugaligt hjá heima-
liðnum at staðfesta, at Ann
Hansen nú aftur prógvaði,
hví hon eigur at teljast
millum lyklaleikararnar á
liðnum. Eisini hóast hon
hevði tørv á eitt sindur av
hvíld, og tí eisini nýtti
nakrar løtu á beinkinum.
Hjá VB var tað serliga
Andrea Lütz, sum gjørdi
um seg fyrstu løtuna, og tað
fyrst og fremst henni at
takka, at VB fekk togað seg
nøkur mál fram um gest-
irnar. Eftir 15 minuttum
hevði Kyndil tó sæð nóg
mikið av hesum, og so varð
farið út í mansverju. Hetta
var so avgjørt ikki nakað,
sum hóvaði VB serliga væl.
Ikki minst tí Fríða Petersen
í málinum tóktist at hava
ein góðan dyst, og millum
annað hevði sera gott tak á
Reginu Radó, sum fleiri
ferðir slapp ígjøgnum, nú
spælt varð fimm móti
fimm. Ístaðin eydnaðist
Kyndli spakuliga at toga
seg inn á VB liðið.
Seinastu tíggju minutt-
irnar undan steðginum kom
fór tó at gangast heldur
striltið hjá Kyndli. Kanska
hevði tað kostað ov nógv at
stríðast seg inn á VB, og
vóru kreftirnar tískil ikki til
staðar at fara fram um gest-
irnar.
Hinvegin
hevði
heimaliðið framvegis væl
fatur í verjupartinum, so-
leiðis at VB heldur ikki
megnaði at fara tað stóra
frá vertunum hesa løtuna.
Málveitsla
Hóast málini vóru hampu-
liga nógv í fyrra hálvleiki,
so var hetta tó lítið, í mun
til tað, sum var í væntu
seinna umfarið.
VB leyp beinanvegin av-
stað, og eftir fáum minutt-
um høvdu tær toygt leiðsl-
una somikið, at líkt var til,
at dysturin nú var av-
gjørdur. Ikki minst var tað
væl virkandi kontraspælið,
sum var orsøkin til hetta, og
tað var fleiri ferðir, at bæði
tvær og tríggjar av gestun-
um
vóru
einsamallar
framman fyri málið hjá
Kyndli.
Hetta tók eisini líka sum
luftina úr kyndilskvinnun-
um, tí meðan tær máttu
stríðast fyri at kalla hvørt
mál, kundi VB í fleiri
førum standa seg við at
blaka einstakar leikarar
fram í mótálop, meðan
hinar fingu sær enia lítla
hvíld.
Seianstu løtuna ásannaðu
bæði liðini, at dysturin var
avgjørdur, og tí tóktist
hvørgin parturin at leggja
so nógv fyri, í royndunum
at steðga mótstøðuni. Hin-
vegin var álopshugurin
framvegis stórur, og málini
fóru nú at skola inn í báð-
um endum. Tá avtornaði,
vóru ikki færri enn 70 mál
skotin, og hetta er eisini
met fyri kappinginarárið í
ár. Í roynd og veru kundi
talið verið væl hægri, tí
umframt øll málini, sum
skotin vóru, misnýttu liðini
bæði eisini hópin av mál-
møguleikum, umframt at
málverjarnir – so løgið tað
ljóðar – als ikki høvdu
nakran vánaligan dyst.
Skaðaplágaðar
Við sigrinum syrgdu tær úr
Vági fyri, at tær framhald-
andi hanga fast í oddinum,
har tað fyrst og fremst eru
klaksvíksgenturnar,
sum
tær skulu stríðast við í dyst-
inum um silvurið.
Møguleikin fyri gull-
merkjum lúrir tó framvegis,
og nú VÍF hevur mist ein av
stuðulsleikarunum, eru hini
liðini kanska farin at lukta
blóð í oddastríðnum. VB er
tó ikki á nakran hátt sloppin
undan fyribrigdinum við
skaðum. Triðja í røðini av
VB-kvinnum við brotnum
limum, er Leila Jespersen,
sum annars hevði fingið ein
týðandi leiklut í fráveruni
hjá Sólrun Krossla og
Rannvá
Augustinussen.
Meðan hesar báðar hava
brotið armin, er Leila nú úti
við brotnum fóti, so spurn-
ingurin er helst, um VB
áhaldandi megnar at vinna
á mongu skaðunum, sum
skerja liðið.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Kyndil:
Lotte Sørensen
9(6), Jórun Ludvig 7, Ann
Hansen 6(2), Anita Kjærbo
5, Erla Smith 2, Jensia
Petersen 1
VB: Andrea Lütz 11(3),
Christina Holm 9, Gurið
Mortensen 6, Regina Radó
6, Margreth Augustinussen
3, Eyðbirtt Krosslá 3, Mary
Krosslá 2
Brotskøst: Kyndil 9, VB 4
Útvísingar: VB 3
Dómarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen og Krist-
ian Johansen. Ein friðarlig
uppgáva, sum varð loyst
uttan stórvegis hóvasták.
Kyndil–VB 30–40 (13-15)
Málveitsla á Hálsi
Serliga var tað
Andrea Lütz, sum
voldi kyndilsverjuni
trupulleikar, og í
pørtum av dystinum
varð hon mansvard
Mynd: Álvur Haraldsen
Favoritturin
fall tíðliga
Allir vinnararnir fingu steyp og heiðursmerki frá Føroya
Banka
Alt hetta vikuskiftið
leiktu yngru liðini
finaluumfarið í
steypakappingini.
Dysatast varð í Havn,
har báðar hallirnar
vórðu nýttar til
endamálið, og hóast
nakrar seinkingar
vóru, var tiltakið sum
heild sera væl eydnað.
Niðanfyri
prentað
vit
myndir av vinnarunum í
ymsu deildunum.
Gentur 10 ár vann StÍF
Dreingirnir hjá VÍF vunnu
bólkin hjá teimum 10 ára
gomlu
Vinnarar í gentum 12 varð
StÍF
Kyndil vann kappingina
fyri dreingir 12
Neistin vann kappingina
hjá 14 ára gomlu gentunum
Vinnarar,
dreingir
14.
Kyndil
Neistagentur vunnu eisini í
gentum 16
Vinnarar í dreingir 16
gjørdist Neistin
Gentur 10 ár
Gentur 16 ár
Gentur 12 ár
Gentur 14 ár
Dreingir 14 ár
Dreingir 12 ár
Dreingir 10 ár
Steypakapping hjá yngru liðunum
Dreingir 16 ár
Glaðir vestmenningar eftir sigur
Mynd: Álvur Haraldsenx