týsdagur 27. februar 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 27. februar 2001
21
gult cyan magenta svart
20
Nr. 40 - 27. februar 2001
gult cyan magenta svart
Funnið er nú fram til fýra lið, sum skulu leika
hálvfinalurnar í steypakappingini
BRIDGE
Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen
Steypakappingin
Fýra lið eru klár til at leika hálvfinalurnar í steypa-
kappingini í bridge, ið verður leikt í Lonuni í Fuglafirði
10. mars kl. 10:00. Liðini eru:
Carl Mikkelsen
Reimund Langaard
Atli Hansen
Jógvan Ranghamar
Magni Jøkladal
Pól Egholm
Árant Berjastein
Dia Jacobsen
Rói á Rogvu Joensen
Símin Lassaberg
Árni Dam
Marner Joensen
Marjun Restorff
Arnleyg Mikkelsen
Eyðun Jensen
Eyðun Joensen
Hvør, ið skal spæla móti hvørjum, verður avgjørt við
einum lutakasti líka áðrenn spælast skal. Hálvfinalurnar
verða avgjørdar yvir 40 spøl, og finalan verður yvir 48
spøl. Bæði hálvfinalurnar og finalan verða leiktar sama
dag. Hetta setur krøv til konditiónina hjá teimum
leikarum, ið koma í finaluna, tí 88 spøl uppá ein dag er
sera strævið.
Vinnandi liðið fer at umboða Føroyar í Rottneros Cup,
sum verður leikt í Svøríki síðst í mai. Hetta er ein kapping,
ið verður hildin annað hvørt ár fyri steypavinnarum úr
Norðanlondum, so talan er um eina sera sterka kapping.
Fyrra árið var liðið hjá Farodane umboð fyri Føroyar.
Farodane útsligið
Av teimum liðinum, ið hava vunnið sær pláss í
hálvfinuluni, stóð liðið hjá Carl Mikkelsen nokk fyri tí
mest óvæntaða úrslitinum tá ið teir vunnu á Farodane við
einum imp. Sigast má, at Farodane var favorittur til at
vinna dystin.
Vit skulu her vísa nøkur spøl frá dystinum millum Carl
og Farodane, sum varð leiktur leygardagin 17. februar.
E/-
AJ
AQ104
K72
Q1087
Q873
2
76
9853
10965
QJ4
K63
J9542
K109654
KJ2
A83
A
NS: Reimund Langgaard og Carl Mikkelsen.
EV: Hans J. Petersen og Arnbjørn Sivertsen.
N
E
S
V
-
pass
1sp
pass
2kl
pass
2sp
pass
4hj
pass
5rú
pass
6sp
pass
pass
pass
4hj: Trelde. Spyr um kontrol í hj.
5rú: Kontrol í hj og 3 ess av 5 (spK verður taldur við sum
ess).
12 løtt stikk, mótspælið fekk bara fyri spQ. Við hitt borðið
meldaði Farodane 3ut. 10 imp til Carl.
N/NS
Q765
Q53
K854
A3
J2
AK109843
KJ96
-
AQJ7
93
J98
KQ102
-
A108742
1062
7654
NS: Reimund Langgaard og Carl Mikkelsen.
EV: Hans J. Petersen og Arnbjørn Sivertsen.
N
E
S
V
1rú
D
1hj
3ut
pass
4ut
pass
5rú
pass
5sp
pass
pass
pass
4ut: Spyr eftir essum.
5rú: Eitt ess.
E-V komu í 5sp við bæði borðini. Carl spældi rútara út.
Hans Jacob tók við essinum og spældi spaðara til essið. Tá
spQ sat fjórða ímóti, var kontraktin dømd at fara niður.
Mótspælið fekk fyri spQ, rúK og klA.
Við hitt borðið høvdu N-S bara meldað pass, og tí var
hjA eitt rímiligt útspæl móti 5sp. Útspælið gjørdi, at
kontraktin vann, tí ein rútari kundi kastast uppá hjK. 11
imp til Carl.
75
KQJ
AQJ103
AJ8
Ein trupul hond at melda? Tað helt Atli! Hann opnaði 1rú,
og tá makkarin svaraði 1hj, valdi Atli at springa í 3kl!
Jógvan spurdi eftir essum og setti kontraktina í 6kl, sum
Atli flutti til 6hj. Kortini sótu soleiðis:
Q10986
8
654
10843
KJ
75
A1064
KQJ
K87
AQJ103
K762
AJ9
A432
97532
92
Q5
Spaðari kom út til essið, og tá hjartarin sat 5-1 ímóti, var
einki at gera, kontraktin fór niður. Við hitt borðið meldaði
Farodane soleiðis:
V
E
Niels
Bogi
•
1rú
1hj
2ut
6ut
Bogi tók 12 stikk og 17 imp til Farodane.
Tá 8 spøl vóru eftir at leika , var liðið hjá Carl framman
fyri við 23 imps. Farodane hálaði 22 imp inn í hesum
spennandi spølunum. Tað eina impið, ið manglaði í kundi
komið í fleiri av spølunum. Hetta seinasta spælið, sum vit
vísa frá dystinum, kundi farið báðar vegir.
N/EV
73
K6
A108
J98654
QJ1095
842
QJ54
10732
J9
K72
K10
A73
AK6
A98
Q6543
Q2
NS: Hans J. Petersen og Arnbjørn Sivertsen.
EV: Atli Hansen og Jógvan Ranghamar.
N
E
S
V
pass
pass
1ut
pass
2ut
pass
pass
pass
Útspælið var spQ. Arnbjørn lat hana eiga, og Jógvan
spældi spaðara aftur til kongin. Arnbjørn spældi nú klQ,
og Jógvan var kvikur at taka við konginum. Sært tú, hví
hann ikki skal taka við konginum? Atli kemur inn uppá
klA, spælir spaðara, og so hevur Jógvan klK eftir sum
innkomu til teir báðar seinastu spaðararnar. Kontraktin 2ut
vinnur altíð hóast tað, so hetta hevði ikki so stóran
týdning.
Við hitt borðið gekk spælið á júst sama hátt, men her
hevði tað tíverri fyri liðið hjá Farodane størri týdning. Carl
og Reimund meldaðu 1ut — 3ut. 400 fyri 3ut +3 gav
liðnum hjá Carl 6 imp. Um Niels og Bogi høvdu funnið
tað setandi mótspælið, høvdu 5 imp farið hinvegin.
Finaludagurin nærkast
Um tvær vikur verður
steypakappingini avgjørt, tá
hálvfinalur og finala verða
avgreidd ein og sama dag
Undan seinasta um-
fari liggur havnar-
liðið nú trygt á odda
eftir teirra sigur á
klaksvíkingum, men
enn kunnu fimm lið
vinna FM-heitið.
Sandavágsmenn
mugu tungu leið
niður í 2. deild.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Níggjunda og næstseinasta
umfar í liðkappingini var
telvað um vikuskifti, og tí-
skil eitt sera umráðandi og
avgerandi umfar. Serliga
dysturin millum Havnina
og Klaksvíkina varð av
alstórum týdningi. Ikki bert
um oddasessin, men sanni-
liga spældi stoltleiki eisini
sín lut í júst hesum topp-
dysti.
Havnarmenn
høvdu
styrkt sær við útisetanum
Flóvin Tór Næs, meðan
Rani Nolsøe varð aftur á
klaksvíksliðnum.
Talvið
teirra millum á fyrsta borði
varð áhugavert og spenn-
andi, eftirsum teir telvaðu
klassiska
kongaindiska
byrjan, har Rani við svarta
fólkinum skjótt útjavnaði.
Flóvin fekk tó í miðspæl-
inum betri støðu, men í
tíðarneyðini misti hann
mann og gavst stutt eftir.
Steintór Rasmussen og
Haldur S. Johansen leiktu
javnleik á øðrum borði.
Steintót hevði møguliga
munin, men Haldur leikti
neyvt og fekk hálvan posa.
Tummas M. Anthonius-
sen hevur ikki leikt eins
sannførandi í seinnu helvt
sum í fyrru helvt av kapp-
ingini. Herluf Hansen hev-
ur hinvegin telvað væl í
seinnu helvt, og vann hann
eisini ímóti Tummasi, tá
hann
longu
í
byrj-
anarspælinum fekk stóran
fyrimun.
Á fjórða borði átti Ingolf
Gaard úr Klaksvík helst at
vunnið, men Johan E.
Hansen var kaldur og helt
út, og tá Ingolf í tíðarneyð-
ini misti tamarhaldið, varð
Johan skjótur og vann.
Havnarmennirnir
hava
veruliga reist seg eftir sera
slaka byrjan og eru nú
heldur óvæntað á odda, og
kunnu sjálvir avgera FM-
heitið.
Klaksvíkingar
høvdu góða byrjan, men
hava verið alt ov óstøðugir,
og blíva nú hareftir sektað-
ir.
Endaspurtur
Vestmenningar eru nú á
øðrum plássi eftir 3-1
sigurin á sandavágsmonn-
um, sum eisini merkir at
teir úr Sandavági ikki
kunnu bjarga sær undan
niðurflyting.
John Rødgaard, sum hev-
ur havt nøkur ivasom úrslit
í ár, vann ímóti Torkil
Nielsen á fyrsta borði og
Torbjørn Thomsen vann
eisini sítt talv ímóti Gutta
Petersen.
John
Jacobsen
hevur
eisini víst gott spæl hesar
seinastu vikurnar, og hetta
fekk Heri Christoffersen
eisini at merkja í viku-
skiftinum. Sonni Nielsen
fekk einasta stig fyri sanda-
vágsmenn tá hann vann á
Petur Højgaard.
Ein góður sigur hjá
vestmenningum, sum eisini
varðveitir FM møguleikan.
GM Tiger
Kollfirðingar hava nakrir
stórmeistarar og altjóða
meistarar á styrkilista teirra
og ímóti Hvalvík høvdu teir
GM Tiger H. Persson við á
liðnum. Hann vann á
Martin Brekká.
Hans Kristian Simonsen
hevur prógvað sínar dygdir
í ár, men ímóti Finnbjørn
Zachariassen mátti hann
lúta. Karl L. Johansen og
Sámal Christiansen leiktu
javnt, meðan sumbingurin
Alvin Joensen, sum nú
leikar og býr í Kollafirði
vann á Bergi Magnussen.
Eitt afturstig fyri hvalvík-
ingar, sum hitta sandavágs-
menn í seinasta umfari og
muga tá vinna stórt. Havnin
— Kollafjørður og Vest-
manna — Klaksvík verða
hinir dystirnir í seinasta
umfari, sum verður leikt
leygardagin 3. mars í Hós-
vík.
Ómetaliga javnt hevur
verið í ár, heili fimm lið
kunnu enda ovast tá av-
tornar, og er hetta eitt
nærum óhoyrt fyribrigdi.
Havnin somuleiðis á
odda í 2. deild
Ikki bert varð Flóvin komin
heim at styrkja Havnar
Telvingarfelag í vikuskift-
inum, eisini varð Martin
Poulsen heima og leiktu
fyri Havina 2. Lógin sigur
at ikki fleiri enn ein útiseti
kann manna eitt einstakt
lið, og tískil kundi Martin
ikki leika á fyrsta liði. Men
2. lið hjá Havnini hevði
eisini brúk fyri stuðul í
toppdystinum ímóti Toft-
um, sum lógu á odda.
Helgi Joensen megnaði
ein javnleik ímóti Martin á
fyrsta borði, og eisini
Wenzil Højgaard fekk hálvt
ímóti Suna Merkistein.
Triðja- og fjórða borð hjá
Havnini vunnu, sum merkti
at Havnin 2 vann 3-1 og
liggja nú hálvtannað stig
fremst undan seinasta um-
fari. Havnin 2 hittir Klaks-
vík,
meðan
Toftamenn
mugu vinna stórsigur á
gøtumonnum 3. mars.
Runavík og Gøta berjast
um triðja pláss, meðan
Havnin 3 stríðist undan
niðurflyting.
Í triðju deild liggur
Vestmanna tvey stig fremst,
sjálvt um teir taptu í viku-
skiftinum á Kollafjørð.
Nummar tvey er Havnin.
Talvfelagið Føroyar
stevnur ímóti 2. deild
Við knúsandi 7-1 stórsigri
ímóti botnliðnum Vanløse í
vikuskiftinum, hava úti-
setar okkara lagt seg klárt á
odda í 3. deild undan sein-
asta umfari. Ballerup sum
annars lógu hálvt stig
fremri enn føroyingarnir,
leiktu sín dyst 4-4, og eru
nú hálvttriðja stig aftanfyri
Talvfelagið Føroyar.
Útlitini er tískil góð at
flyta upp, men enn er tó
einki avgjørt. Útisetarnir
skulu nevnliga í torførari
dyst enn kappinganeytarnir
Ballerup í seinasta umfari,
men væntandi flyta teir upp
kortini.
Teir sum vunnu sunnu-
dagin vóru; Heini Olsen,
Eyðun Nolsøe, Bogi Ziska,
Jóan H. Andreasen, Carl Eli
Nolsøe
Samuelsen
og
Finnbjørn Vang, meðan
John Arni Nilssen og Heini
Danielsen leiktu javnleik.
Javnt í Linares
Sterka
talvkappingin
í
Linares byrjaði fríggja-
dagin, og frídagur var
mánadagin. Sostatt eru trý
umfør telvað og sigast kann
ikki
annað,
at
orðið
javnleikur er yvirskriftin
higartil. Kasparov, Shirov,
Leko, Karpov, Polgar og
Grischuk hava øll 1,5 stig
og liggja tí øll á deildum
fyrsta plássi. Sera merkis-
verd støða, og at øll níggju
talvini eru endaði jøvn ger
støðuna bert enn meira
margháttliga.
Fyrrverandi heimsmeist-
arin Anatoly Karpov hevur
telvað væl, og átti at vunnið
á Shirov í fyrsta umfari,
meðan Kasparov ikki veru-
liga hevur funnið stórspæli
fram og Grischuk hongur
væl í við sínum javnleikum.
Meir um kappingina í
fríggjadagsblaðnum.
Talvið hesa vikuna
Vinnarin av 3rd Tórshavn International Alexander
Grischuk hevur eins og øll í kappingini leikt øll trý
talvini jøvn. Í hesum talvi sum varð telvað í fyrsta
umfari fær hann einki stórvegis burturúr byrjanini
og má stríðast fyri javnleikin ímóti heimsins
sterkastu kvinnuliga telvaranum
Grischuk,A (2663) - Polgar,J (2676)
Super GM Linares ESP (1), 23.02.2001
1.e4 c5 2.Nf3 e6 3.d4 cxd4 4.Nxd4 Nc6 5.Nc3 Qc7
6.Be2 a6 7.0-0 Nf6 8.Kh1 Nxd4 9.Qxd4 Bc5
10.Qd3 b5 11.f4 Bb7 12.Bf3 0-0 13.e5 Ne8 14.a4 b4
15.Bxb7 Qxb7 16.Ne4 Be7 17.Be3 Qc6 18.Ng5 g6
19.Rad1 d6 20.Bd4 dxe5 21.Bxe5 Nf6 22.Qh3 h5
23.Nf3 Ng4 24.Nd4 Qc5 25.Qg3 Rad8 26.c3 bxc3
27.bxc3 Rd5 28.Rde1 Rc8 29.Rf3 Bf8 30.h3 Nxe5
31.fxe5 Bg7 32.Rfe3 Qa5
33.Nxe6!? fxe6 34.Qxg6 Qb6 35.Rf3 Rf8 36.Rxf8+
Kxf8 37.Rf1+ Kg8 38.Qe8+ Kh7 39.Qxh5+ Kg8
40.Qf7+ Kh7 41.Qh5+ Kg8 42.Rf4 Qb1+ 43.Kh2
Bxe5 44.Qf7+ _-_
1. Deild
KT-TFS 2.5-1.5
1. GM Tiger H. Persson (2480) - Martin Brekká (2070)
1-0
2. Hans K. Simonsen (1785) - Finnbjørn Zachariasen (2045)
0-1
3. Karl L. Johansen (1720) - Sámal Christiansen (1845)
0.5-0.5
4. Alvin Joensen (1600) - Bergur Magnussen (1755)
1-0
ST-VT 1-3
1. Torkil Nielsen (2055) - IM John Rødgaard (2335)
0-1
2. Gutti Petersen (1575) - Torbjørn Thomsen (2220)
0-1
3. Heri Christoffersen (1630) - John Jacobsen (1915)
0-1
4. Sonni Nielsen (1745) - Dánjal P. Højgaard (1840)
1-0
KTF-HT 1.5-2.5
1. Rani Nolsøe (2170) - Flóvin T. Næs (2235)
1-0
2. Steintór Rasmussen (2055) - Haldur S. Johansen (2030)
0.5-0.5
3. Tummas M. Anthoniussen (1900) - Herluf Hansen (2020)
0-1
4. Ingolf Gaard (1770) - Jóhan E. Hansen (1595)
0-1
Støðan eftir 9. umfar
1. HT, Tórshavn
5-3-1
21
2. VT, Vestmanna
3-3-3
19
3. KT, Kollafjørður
4-2-3
18
4. KTF, Klaksvík
3-2-4
18
5. TFS, Hvalvík
3-2-4
18
6. ST, Sandavágur
1-4-4
14
2. Deild
RT-KTF 2 3-1
1. Ólavur Simonsen (2200) - Petur Hans Poulsen (1830)
1-0
2. Brandur K. Jacobsen (1710) - Esbern Christiansen (1605)
1-0
3. Eyðun Lamhauge (1610) - Rani Tómasson (1130)
1-0
4. Brandur Højgaard (1455) - Egil Finnson
0-1
HT 2-TT 3-1
1. Martin Poulsen (2130) - Helgi Joensen (1735)
0.5-0.5
2. Suni Merkistein (1980) - Wenzil Højgaard (1735)
0.5-0.5
3. Jóhan Gaard (1820) - Justines Hansen (1680)
1-0
4. Jógvan Næs (1680) - Andrias Andriasen (1755)
1-0
GT-HT 3 1.5-2.5
1. Jónfinn Thomsen (1850) - Jón Andreasen (1635)
0-1
2. John Joensen (1725) - Jóannes V. Hansen (1645)
0-1
3. Reinhold Isaksen (1725) - Jóannes Guttesen (1505)
0.5-0.5
4. Jákup F. Joensen (1690) - Jákup D. Joensen (1390)
1-0
Støðan eftir 9. umfar
1. HT 2
8-1-0
23.5
2. TT
6-1-2
22
3. GT
3-0-6
18.5
4. RT
4-0-5
17.5
5. KTF 2
3-0-6
14.5
6. HT 3
2-0-7
12
3. Deild
Rókur-HT 4 0.5-3.5
1. Árni M. Dam - Suni Jacobsen (1675)
0-1
2. Hans E.S. Jensen (1005) - Øssur Joensen (1650)
0-1
3. Mikkjal Joensen (1140) - Jákup A. Jensen (1580)
0-1
4. Archibald Andreasen (1290) - Frants Eliassen (1420)
0.5-0.5
KT 2-VT 2 1.5-2.5
1. Grettir Djurhuus (1850) - Kári Durhuus (1770)
0-1
2. Hans J. Petersen (1805) - Jón Mikkelsen (1665)
0.5-0.5
3. Niclas Joensen (1760) - Jákup á. R. Andreasen (1640)
0-1
4. Hans P. Joensen (1655) - Jákup Durhuus (1630)
1-0
VT 3-KTF 3 4-0
KTF 3 møtti ikki
Støðan eftir 9. umfar
1. VT 2
7-0-2
26.5
2. HT 4
7-1-1
24.5
3. KT 2
5-0-4
22
4. VT 3
3-1-5
13
5. KTF 3
2-0-7
11.5
6. Rókur
2-0-7
10.5
Havnin vann á Klaksvík