týsdagur 27. februar 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 40 - 27. februar 2001
gult cyan magenta svart
Nr. 40 - 27. februar 2001
23
gult cyan magenta svart
Fullkomuliga óvæntað
megnaði Tjaldur at
taka stig frá
strandingum, sum
annars hava havt sera
góð úrslit seinastu
tíðina. Helst var hetta
endaliga farvæl til
FM-møguleikan hjá
StÍF
HONDBÓLTUR
Jákup
Tað var so avgjørt ikki
væntandi, at Tjaldur skuldi
fara at gera nakað sum helst
við StÍF, tá liðini bæði
hittust í lokaluppgerðini á
Skálafirðinum.
Strandingar hava verið
sera væl koyrandi seinastu
dystirnar, og tað hevur
eisini tókst, at sigurin í
steypafinaluni
veruliga
hevði sett ferð á hjá
teimum. Við sannførandi
spæli hava teir hesa tíðina
ført seg fram sum seriøsir
biðlar til gullmerkini, og
undir øllum umstøðum
hevur alt bent á, at minni
enn silvurmerki fór talan
ikki at gerast um.
Tjaldur hevur hinvegin
ligið í botninum alt kapp-
ingarárið, tó at spælið eftir
eina sera laka byrjan, hevur
gingið framá. Síðani út-
lendingarnir
komut
til
felagið, hevur sjálvt spælið
til tíðir verið á eini heilt
góðari leið, og fleiri ferðir
hevur verið heilt nær við, at
fyrsti sigurin móti onkrum
av teimum stóru er komin í
land.
Hálv sensatión
Sum sagt, so lág tað so av-
gjørt ikki í luftini, at tað
skuldi verða móti strand-
ingum, at runavíkingar fóru
at gera álvara burtur úr
hóttanini, og fyrstu løtuna
av dystinum sunnudagin
var heldur ikki nógv, sum
bendi á, at so skuldi verða.
Fyrstu løtuna gekk so
hampuliga javnt á, men um
miðjan hálvleikin skrædn-
aði, og tá farið varð til hálv-
leiks, høvdu strandingar
togað seg fimm mál fram-
um.
Seinna umfarið tóktust
strandingar at halda fast í
leiðsluni, men brádliga fóru
gestirnir at toga. Fýra mál á
rað syrgdu fyri, at spenn-
ingur kom í, og eftir hetta
varð munurin ongan tíð
stórur.
Tá fimm minuttir rest-
aðu, hevði Tjaldur enn tá
lagt seg tvey mál fram um,
men heimaliðað fekk tó
svarað aftur. 20 sekund fyri
leiklok fingu teir eisini lagt
seg á odda enn einaferð,
men í seinasta álopinum
syrgdu tjaldursmenn fyri, at
hálva sensatiónin var veru-
leiki.
Væl nøgdir
Tá vit um kvøldið fingu orð
á ein av leikarunum hjá
Tjaldri, Tummas Magnus-
sen, var hann sjálvandi væl
nøgdur um úrslitið, sum
teir høvdu fingið móti
grannunum.
– Vit fingu eina ringa
byrjan, har serliga venjarin
hjá teimum (Costin Du-
mitrescu
blðm.)
gjørdi
nógv um seg, men eftir at
vit fóru at mansverja hann,
fingu vit nógv betri tak í
verjuni, greiðir Tummas
frá..
– Vit vórðu tó alla tíðina
nøkur mál aftan fyri, og tá
vit so byrjaðu seinna hálv-
leik við at forera teimum
eitt býtt mál, var tað líka
sum luftin fór úr okkum.
Vit
vunnu
okkum
tó
spakuliga inn aftur í dystin,
og at enda eydnaðist tað
okkum eisini at koma fram-
um, tá bert fáir minuttir
vóru eftir at leika.
Spurdur, hví teir ikki
megnaðu at halda fast um
leiðsluna, svarar Tummas,
at sum so var eingin einstøk
orsøk til hetta.
– Eg veit ikki um tað eru
nervar, men vit misnýta
møguleikar tvær ferðir á
rað, har teir ístaðin skora
upp á mótálop, so vit skulu
vera fegnir um, at Sverri
fekk langað bóltin inn til
síðs.
Júst Sverri Justinussen
var annars stóri maðurin
hjá Tjaldri hendan dagin,
og Tummas ásannaði eisini,
at hetta hevði verið ein heilt
góður dagur hjá liðskip-
aranum. Hann leggur tó
samstundis afturat, at talan
kanska ikki var um ein av
bestu døgunum hjá Jóhan
Danielsen í StÍF málinum.
Alt í alt var hann tó væl
nøgdur um dystin, tó at
talan kanska kundi verið
um meira. Millum annað
brendu gestirnir trý brots-
køst, men avrikið styrkir tó
avgjørt um sjálvsálitið hjá
runavíkingunum.
– Nú skulu vit spæla móti
H71 mikudagin, og sjálv-
andi eru vónirnar til tann
dystin góðar. Tað er so
undir øllum umstøðum ein
dystur, sum skal vinnast,
um vit skulu sleppa úr
botninum, segði Tummas
Magnussen at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
STÍF: Costin Dumitrescu
9(3), Alexandur Johansen
5, Artur Johansen 4(1),
Kristjan
Petursson
3,
Marius Joensen 3, Leivur
Justinussen
2,
Andre
Danielsen 2
Tjaldur: Sverri Justinussen
12(1), Svein í Heiðunum 6,
Tummas Magnussen 3,
Dánjal Kjærbo 3, Dejan
Mactic 2, Ragnar Olsen 1,
Arnfinn Langgaard 1
Brotskøst: StÍF 6, Tjaldur 4
Útvísingar: StÍF 5, Tjaldur
7
Diskvalifikatión: Tjaldur 1
(Beinleiðis reytt)
Domarar úr Neistanum:
Hjalmar Petersen og Kristi-
an Johansen
Máltindurin:
Ioana Rapa
VÍF
129
(30)
Simona Dziugyte
Stjørnan
114
(23)
Regina Radó
VB
110
(31)
Annika Thomsen
Neistin
106
(18)
Sóley Mikkelsen
VÍF
98
(34)
Vesna Tomajek
Stjørnan
95
(27)
Andrea Lütz
VB
87
(7)
Lotte Sørensen
Kyndil
81
(38)
Jórun Ludvig
Kyndil
79
(11)
Anna K. Samson
Stjørnan
78
Gurið Mortensen
VB
75
(5)
Nicolina Eyðbjørnsdóttir VÍF
69
Fríða Marjunardóttir
VÍF
68
(8)
Nicoleta Radu
VÍF
65
Joan M. Joensen
Stjørnan
60
(6)
Máltindurin:
Halgir D. Olesen
H71
153
(25)
Bjarni Wardum
Kyndil
123
(31)
Dorica Tomic
KÍF
105
(29)
Sverri Justinussen
Tjaldur
100
(12)
Ingi Olsen
VÍF
96
(26)
Artur Johansen
StÍF
92
(28)
Áki Olsen
VÍF
85
(8)
Jónleif Sólsker
Kyndil
81
(23)
Sámal Joensen
VÍF
79
(5)
Costin Dumitrescu
StÍF
75
(18)
Martin Hummeland
VÍF
74
Áki Mørk
Neistin
65
(6)
Mortan Hansen
Tjaldur
61
(3)
Annfinnur N. Debess
H71
61
(4)
Marius Joensen
StÍF
58
(1)
Støðan 1. Deild kvinnur
vunnin tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1 VÍF
4
4 - 0 - 0
485
257
228
20
2 VB
5
4 - 0 - 1
448
336
112
17
3 Stjørnan 4
3 - 0 - 1
438
352
86
16
4 Neistin
4
2 - 0 - 2
346
344
2
9
5 Kyndil
4
1 - 1 - 2
374
435
-61
8
6 Sóljan
5
0 - 0 - 5
293
460
-167
2
7 Tjaldur
4
0 - 1 - 3
232
432
-200
2
Støðan 1. Deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1 VÍF
4
4 - 0 - 0
514
381
133
20
2 StÍF
4
3 - 1 - 0
469
410
59
15
3 Kyndil
4
2 - 1 - 1
450
402
48
13
4 Neistin
4
2 - 0 - 2
384
409
-25
10
5 KÍF
5
2 - 1 - 2
399
445
-46
8
6 H71
5
0 - 0 - 5
435
494
-59
4
7 Tjaldur
4
0 - 1 - 3
372
482
-110
4
StÍF–Tjaldur 28–28 (16–11)
Tjaldur skelkaði strandingar
Sverri Justinussen var við 12
málum høvuðsmaðurin aftan
fyri óvæntaða javnleikin
móti StÍF
Hans Jørgensen
Vit eiga okkara part í
vælferðaruppbyggingini í
ríkinum, og hann lata vit
ikki frá okkum uttan
svørðsslag.
Munurin á okkara poli-
tikki og tí hjá “parti” av
samgonguni er, at vit vilja
skipa sjálvberandi búskap,
so hvørt sum samfelagið
mennist til tað.
Samfelagið kann bara
mennast, um vit trúgva
uppá, at tað fólk, sum her
býr, veruliga vil menning.
Vil fólkið ikki menning,
hví skulu vit so trúgva, at
tað fer at gera tað undir eini
aðrari skipan?
Eg veit væl, at New-zea-
lendskir búskaparfrøðingar,
sum í hvussu so er partur av
landsstýrinum byggir sína
framtíð á, Caragata, og
Friedmann, sum Thatcher
og Breckman settu sítt stóra
álit á, og so allir teir ný-
liberialistisku teoretikarar-
nir, hava aðra hugsan enn
vit. Teir trúgva ikki uppá, at
eitt fólk vil frælsi, men at
tey bert gjøgnum sjálv-
søkni og kapping móti
hvørjum
øðrum
kunnu
vinna búskaparliga fram-
gongd og vøkstur.
Ábyrgdin er bert okkara
Okkara hugsan er ikki tann
sama. Vit eru sannførd um,
at tað ber til at byggja eitt
samfelag upp í felagsskapi,
sjálvsáliti, sjálvsvirðing,
solidariteti, umsorgan fyri
hvørjum øðrum.
Vit góðtaka ikki, at tað
altíð eru hini og teirra
ávirkan á okkum, sum
skapar lív okkara. Vit
trúgva uppá okkum sjálv
sum fólk, sum tjóð. Vit eru
ikki bangin fyri at fara í
samstarv við onnur, tí vit
trúgva uppá, at vit eru
búgvin til at standa á egn-
um beinum og taka tær
avgerðir, sum vit halda
gagna heildini best.
Vit halda ikki, at tað er
neyðugt at kappa øll bond
við tað ríkið, sum vit hava
verið partur av í 600 ár. Vit
halda tað heldur ikki vera
skomm at vera partur av tí
vælferð, sum er bygd upp í
hesum ríki, meðan vit hava
verið partur av tí, tvørtur-
ímóti.
Vit halda okkum eiga
okkara part av tí framburði,
sum er farin fram í hesum
ríki, og vit ætla ikki at lata
henda partin frá okkum.
Men vit vilja fegin sjálv
gjalda okkara part, og vit
vilja sjálv taka avgerð um
framtíð okkara, uttan at
ábyrgdin
fyri
hvørjum
øðrum í ríkinum skal fara
fyri skeyti fyri tað.
Men samstundis er eitt
grundsjónarmið javnaðar-
manna, at endamálið við
stuðli er, at hin einstaki skal
gerast førur fyri at tryggja
sær eitt gott lív. Og soleiðis
eisini við stuðuli millum
samfeløg. Veitingar mugu
hava til endamáls og verða
skipaðar so, at tær stuðla
sjálvbjargni.
Javnaðarflokkurin skjýt-
ur upp, at lutfall verður sett
ímillum vøksturin í før-
oysku tjóðarframleiðsluni
og einari minking í ríkis-
veitingunum.
Eftir hesum leisti kann
ríkisstuðulin minkast burt-
ur eftir einum áramáli, utt-
an at tað fær óhepnar av-
leiðingar
fyri
føroyska
búskapin og harvið fyri før-
oysku vælferðina. Hvussu
skjótt tað kann gerast,
verður treytað av vøkstrin-
um í føroyska búskapinum.
(úr Sjálvstýrislógini)
Frymil okkara um mink-
ingina av ríksstuðlinum
gongur í stuttum út uppá, at
livistøðið skal vera nøku-
lunda eins í øllum ríkinum.
Um vit hugsa okkum, at vit
veruliga fara at verða so rík
av oljuinntøkunum, sum
onkur vil vera við, so er tað
sólaklárt, at ríkisveitingin
verður ikki hendavegin,
men kanska hinvegin, um
vit føroyingar veruliga eru
so stórsinnaðir og sjálv-
bjargnissinnaðir, sum vit
áttu at verið.
Eg havi hug at biðja full-
veldisfólk royna at finna
sjálvsvirðingina. Havið álit
á tykkum sjálvum. Talið
tykkara sak sum “menn” og
latið vera við at grenja inn á
Nyrup og aðrar danir. Vilja
føroyingar fara burturúr
ríkisfelagsskapinum,
so
fara vit. Eingin dani skal
bera okkum til fullveldi. Tá
vit ikki kunnu taka fullveldi
sjálvir, so eru vit ikki búnir
til tað.
Javnaðarflokkurin hevur
onga ætlan um at taka
fullveldi, men vit vísa
framvegis á Sjálvstýris-
lógina, sum grundarlag til
eina
veruliga
skipaða
gongd til sjálvberandi bú-
skap og veruligt frælsi fyri
fólk okkara.
Við Sjálvstýrislógini í
skildrinum kunnu vit í
hesum árinum gera sátt-
mála, sum avloysir heima-
stýrislógina - ein sáttmála,
ið ikki kann takast aftur,
men hevur altjóða viður-
kenning sum fullgyldigur
sáttmáli millum tvey líka-
stillað lond.
Hvat fær fullveldisfólk at
ganga ímóti hesum?
VIÐMERKINGAR
Sjálvsvirðing og ikki grenj inn á danir
Jógvan Óli á
Fríðriksmørk
Eftir at tað eydnaðist at fáa
Tjóðveldisflokkin at ganga
við til at halda fólka-
atkvøðu 26. mai, kendi F-
ólkaflokkurin (Bjarni Djur-
holm) seg rættuliga væl.
Og hóast flestu sjálvstýr-
issinnaði fólk høvdu bland-
aðar kenslur um atkvøðuna,
so vildu tey kortini ikki
leggja seg tvør.
Høvdateoriir
Nú byrjar at líkjast_og
klappini runga! Tað er sjón
fyri søgn, nú prosessin er
vend á høvdið —at sjálvt í
gaddajørð kann sáð bera
ávøkst.
Bjarni Djurholm 6. feb.
-2001
At landsstýrið loksins er
vorðið samt um at venda
sjálvstýristilgongdini
á
høvdið, eru mong sum
frøast um.
Bjarni Djurholm 6. feb.
-2001
Tað er eyðsýnt, at nýggja
sjálvstýristilgongdin er í
fullum samljóði við til-
mælið frá undirritaða í
august í fjør. Tá vóru tjóð-
veldismenn ikki sørt firtnir
um uppskotið at venda
processini á høvdið. Men
ofta etur hundur tað hann
havnar — sigst.
Bjarni Djurholm 6. feb.
-2001
Tí kundi tað verið eitt
uppskot, at processin varð
vend á høvdið. Raðfylgjan í
tilgongdini
um
fullan
suverenitet kann ikki vera
avgerandi fyri um málið
verður egg ella ungi.
Bjarni Djurholm 6. feb.
-2001
Í sambandi við viðgerð-
ina av ólavsøkurøðu løg-
mans í august í fjør, mælti
undirritaði enn einaferð til
at
venda
sjálvstýristil-
gongdini á høvdið
Bjarni Djurholm 6. feb.
-2001
Striptease
Um maðurin hevur sligið
høvdið í, veit eg ikki men í
vikuskiftinum er hann aftur
koppaður á høvdið. Nú
skulu vit onga fólkaat-
kvøðu hava, sigur høvda-
maðurin, -tí Nyrup sigur, at
um vit siga NEI á fólka-
atkvøðuni so lima vit okk-
um inn í ríkið med alla. Tað
sigur Nyrup!! Hvat er hetta
fyri nakað. Fólkafloksmenn
halda fyri eyguni og bakka
eftir hæli tá Nyrup hostar.
Hetta var annars ikki
myndin eg hevði av hesum
seigu Fólkafloksmonnun-
um. Men sjálvsagt tíðin
stendur ikki í stað, og sum
tit síggja omanfyri, við
spillfesku sitatunum eftir
Bjarna
Djurholm,
so
strippar Fólkaflokkurin í
løtuni alment, meðan hann
stendur — á høvdinum fyri
Nyrupi.
Dagurin í dag og í morg-
in eru kanska mest avger-
andi dagarnir í allari full-
veldisgongdini. Spurning-
urin er um tað ferð at
eydnast Bjarna Djurholm
og Óla Breckman at avreiða
Fólkaflokkinum og alla
fullveldistilgongdina. Teir
einastu í kunnu venda hes-
um, eru aðrir fólkafloks-
menn, í og kring Fólka-
flokkin. Dagurin í dag og í
morgin verða avgerandi
fyri, um tað eru sam-
bandsinnaðu buldosarnir
Bjarni og Óli, sum seta
dagsskránna í hesum, eftir
øllum at døma, fyrrverandi
sjálvstýrishugaða flokki.
Fólkaflokkurin vildi ikki
vita av moderatu ”skipaðu
loysingini” hjá Tjóðveld-
isflokkinum. Samgongan
samdist tí um fólkafloks-
filosofiina
—”íslendsku
loysnina”. So var farið til
arbeiðis.
Menn
fóru
mannsterkir til samráðing-
arborðið hjá Nyrup. Nyrup
ripar nevan í borði, hostar
& harkar. Fólkafloksmenn
halda fyri eyguni, og bakka
aftur eftir hæli. Uhaa,
Nyrup vildi ikki sum vit.
Umaftur. Nýggja roynd:
Nú skuldi gamla sjálv-
stýrisfilosofiin
roynast
(høvdateoriin hjá Djur-
holm). Reim og selar. Í 12
ár!! Aftur mansterkir á vitj-
an hjá Nyrup. Nyrup ripar
nevan í borði, hostar &
harkar.
Fólkafloksmenn
halda fyri eyguni, bakka
enn einaferð, aftur aftur
eftir hæli. Uhaa, Nyrup
vildi ikki sum vit.
Loyalitetur
Um tað ikki stendur púra
greitt fyri Fólkaflokkinum í
dag, at danir ONGANTÍÐ
ONGANTÍÐ fara at geva
grønt ljós fyri ætlanum sum
føroyingar leggja fyri dag-
in, so skilja teir tað heldur
ongantíð. Tað er vónleyst.
Kortini hava sambands-
sinnaðu
buldosarnir
í
flokkinum trumla ein
treytaleysan loyalitet mót-
vegis Nyrupi ígjøgnum,
(vil hann ikki, so bakka vit)
sum ongantíð er sæddur í
Fólkaflokkinum fyrr.
Fólkaflokkurin torir ikki
til fólkaatkvøðu við upp-
skotinum hjá landstýrinum,
tí Nyrup sigur at um vit
siga NEI, so hava vit
innlimað okkum í ríkið.
Uhaa_
Avreiðing?
Men so hendir naka. Nú
ferð Fólkaflokkurin púra
ósmæðin inn á øki hjá
landstýrismanninum í full-
veldismálum og leggur eitt
uppskot fram, sum helst er
meira sanlígt kann tulkast
sum innliman. Hvussu man
Nyrup fara at tulka hetta,
ha? Aftur á høvdið
kanska?? Sjálvsagt. Hví
skal hann ikki tað? Fólka-
flokkurin bakkar jú hvørja
einastu ferð. Nyrup hevur
fingi frítt spæl.
Og so verður alt hetta
gjørt meðan Eyðun Viderø,
Jógvan á Lakjuni og Jákup
Suni Joensen er uttanlanda
-skilst. Er tað tilvildarligt,-
at mýsnar eru farnar upp á
borðið,
júst
nú?
Eru
Fólkafloksveljarar greiðir
ivir hvat gongur fyri seg í
dag.
Góðtaka fólkafloksmenn
at tvey sambands element í
flokkinum avreiða Fólka-
flokkinum og alla fullveld-
istilgongdini?? Eg spyrji
bara.
Lat okkum okkum kort-
ini vóna at Bjarni Djurholm
fær rætt: -at sjálvt í gadda-
jørð kann sáð bera ávøkst.
Ofta etur hundur tað
hann havnar!
Tað ber til
Eg velji kortini at trúgva, at
tað framvegis er ein møgu-
leiki at hittast aftur hjá
flokkunum báðum. Men eg
eri líka sannførdur um, at
hetta krevur ein virknari
leiklut frá fólkafloksmonn-
um á sjálvstýrisvonginum,
skal hetta eydnast, -og ikki
alt fara fyri bakka -enda-
liga.
Fólkaflokkurin strippar!