Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. februar 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 27. februar 2001 25 gult cyan magenta svart 24 Nr. 40 - 27. februar 2001 gult cyan magenta svart Jessy Dixon í Norðurlandahúsinum: Victor Carlsen Fyri fyrstu ferð í føroyskari gospelsøgu, upplivdu vit í Føroyum tann amerikanska gospelsangaran Jessy Dix- on. Hóast ikki so væl kend- ur og so nógv spældur her heima, so kann ikki takast frá honum, at hann er ver- unliga eitt stórt navn innan sokallaða »black-gospel«- stílin og hevur so nógvar krediteringar at vísa á, at hann hóast sín nú høga ald- ur, so verða honum unt mong góð ár enn. Lógva- brestirnir vístu týðuliga, at lurtarafjøldini hóvaði henda frálíka sangara og framførsluni sum heild. Leygarkvøldið var Norð- urlandahúsið fultsett, og tað lá líkasum í luftini, at her fór okkurt gott og óvan- ligt at henda. Jessy Dixon er jú eitt sera væl kent navn innan gospeltónleikin, og hevur enntá fingið heitið »King og gospel«, so her var jú talan um ein serstak- an persón. Fyrsta pláta hansara »It´s alright now« kom út í 1978 og har fær Jessy frálíkt ummæli frá vælkenda Paul Simon úr bólkinum Simon and Gar- funkel. Teur báðir sam- starvaðu í fleiri ár, m.a. kórið hjá Jessy, tað væl- kenda »Jessy Dixon sing- ers« lúttók saman við Sim- on and Garfunkel. Jessy ferðast 4 mánaðir hvørt ár og á hvørjum ári er hann 4 vikur í Europu, fyri tað mesta í Norðanlondum. Hina tíðina nýtir hann aðra- staðni runt allan heimin, og seinastu árini hevur hann verið fastur luttakri í væl- kendu røðini »Gaither Homecoming« sum hevur gingið sína sigursferð um allan heim, bæði við fløgum og kanska serliga við videobondum. Røðin kallaðist upprunaliga »Good friends«, men hevur nú skift navn. Við sær hevði Jessy kvinnuligan klaverleikara, Elsa at navni. Tað bæði sást og hoyrdist, at tey sam- stemmaðu sera væl. Elsa hevði eina frálíka rødd, eins og fylgispæl hennara var framúr gott. Tey byrjaðu einsamøll við at framføra meiri enn tann fyrsta tíman, við sera væl kendum gosp- elslagarum, sum t.d.: »Ev- erywhere You go«, »It is well with my soul«, »He´s got the whole world in his hand«, »This little light of mine«, og so nakrar negro- spirituals, sum t.d. »Moth- erless child« og aðrar góð- ar. Tað forkunnuga við hesi framførslu av Negro-spirit- ual sangunum var, at Jessy dugdi sera væl at greiða frá søguligu bakgrundini fyri hesum sangum, ið sum kunnugt komu fram ímill- um svørtu trælirnar, ið upp- runaliga komu frá Afrika, haðani teir vóru burtur- fluttir, sum søluvøra til am- erikanskar ríkmenn. Tað sýnist, sum at tekstirnir bera brá av longsuli til Himmalin, men so er ikki, fingu vit at vita frá Jessy. Verunliga so stóð longsulin heim aftur til heimalandið Afrika. Men, kortini so var Himmallongsulin har, eins »We give You the praise« og longsulin eftir Guds hjálp í teim sváru løtunum. Jessy hevur jú ferðast nógv og ofta í Europu og kanska serliga í Norðan- londum. Oftast man hann nokk hava vitjað Norra, har hann segði seg vera blivnan inspireraðan av vølrum sálmaløgum. Vit fingu at hoyra vakra lagið »Abide with me«, har Jessy sjálvur spældi klaverið og Elsa sang saman við. Meðan kórið kom inn á pallin fingu vit eisini ein smakk av Gaither Homecoming sangi, sum Jessy eisini er luttakri í. Hann sang frálíka vakra sangin »Gone« – og so var latið upp fyri einum heilt øðrum stíli. 3 føroysk gospelkór – »VOX«, »Siloakórið« og »United Voices« saman- blandað í eitt kór, tað má blíva gott, og so var. Uml. 80 ungfólk byrjaðu við vakra lagnum »Praise Hymn« og so kom Jessy rættuliga við saman við lo- kalum solosangarum. Vit hoyrdu Lailu (Carlsen) Hansen syngja solo í sanginum »God´s building a church«, og hesum parti- num kom Laila bara væl frá, í hvussu so er smíltist Jessy og sýntist væl nøgdur. Vit fingu eisini løg, sum t.d. »He´s building your life today«, »Heaven is my home« og »We give You the praise«. Her slapp frálíki Heini Lützen framat og sum altíð, so megnaði hann hesa uppgávu av tí allar besta. Aftaná stuttan steðg var aftur sett í gongd, og her fingu vit »I saw the light«, »Give Him all the praise«, »Let´s magnify the Lord«, »You are welcome to this place«. Her sá tað so út til at konsertin var at enda komin, men nei, fjøldin vildi hava meir og tað fekk hon. Aftaná blómu- og gávuhandan fingu vit sera vøkru variatiónina av lagn- um »Lean on me«, har øll fingu loyvi at vera við við faktum. Og so kom sjálvt punktummið við vakra, vælkenda lagnum hjá Walther Hawkins: »Oh, happy day«. Samanumtikið kann sig- ast, at konsertin var eitt stórt upplivilsi. Tann anda- liga tyngdin hvíldi eisini yvir framførsluni. Jessy dugdi frálíka væl at greiða frá og lýsa sangirnar og vit upplivdu ein verunligan stóran sangara vísa síni kynstur. Tað hoyrir við til eina konsert sum hesa. Jessy endaði ferð sína á hesum sinni við leygar- kvøldinum og sigast má at eitt rættuligt punktum varð sett við hesi konsertini. Jessy var sera væl nøgdur við lurtarafjøldina, sum sera væl dugdi at vera við, bæði við sangluttøku, klapping or rørslum. Hetta hevur serstakan týdning fyri tann og tey, ið fram- føra, at ein kensla er av, at tað verður givið nakað og at boðskapurin nær út. Gosp- eltónleikurin er jú ein liv- andi tónleikur, so, at tað verður klappað og faktir verða gjørdar, tað hoyrir til. Eg má geva tónleikarum og sangarum okkara eitt herðaklapp. Gunnar Gutte- sen við sínum tónleikarum, Eyðun á Lakjuni og Ás- bjørn Bertelsen, ið stóðu fyri kórpartinum og Eirikk- ur Skála fyri blásarunum, og so ikki minst tit 80, ið sungu. Vit eru sera rík sum tjóð, at hava tykkum so- leiðis aktiv í Harrans tæn- astu. Tað er eisini at fegnast um, at tað ber til at standa saman sum ein eind, hóast vit koma úr ymsum pørtum av føroyska trúarlívinum. Haldið á – og vit koma feg- in aftur at lurta eina aðru ferð. Viðmerking Leivur Hansen býráðslimur Tórshavnar býráð feldi á býráðsfundi hóskvøldið í síðstu viku eitt uppskot frá Leivi Hansen, bý- ráðslimi, um at mæla aðalfundinum í Fjarhita- felagnum til at áleggja felagnum at seta í verk eina óhefta kanning av umstríddu prísviður- skiftunum hjá felagnum. Uppskotið fekk fimm atkvøður fyri (minnilut- in) og átta ímóti (meiri- lutin). Býráðið samtykti ístaðin – eftir uppskoti frá Høgna Mikkelsen – at heita á nevndina í Fjarhitafelagnum um at taka brúkaragjaldið upp til viðgerðar á fyrstkom- andi fundi. Niðanfyri skrivið, ið undirritaði sendi Jan Christiansen borgar- stjóra í sambandi við áheitanina á býráðið um at fáa eina óhefta kann- ing av fjarhitaprísinum. Harra Jan Christiansen, borgarstjóri Undirritaði fer hervið at biðja um at fáa niðanfyri standandi uppskot til viðgerðar á fyrstkom- andi almenna býráðs- fundi: »Skriv frá Leivi Hansen, býráðslimi, dgf. 26.01- .01, viðvíkjandi soljóð- andi uppskoti til sam- tykt at leggja fyri aðal- fundin hjá P/f Fjarhita- felagnum í vár: Tórshavnar býráð mælir aðalfundinum til at áleggja nevndini at seta eina óhefta kanning í verk av prísunum, ið liggja til grund fyri fjar- hitaveitingunum (íbind- ingargjaldi, nýtslugjaldi og fasta gjaldinum), so greiða eina ferð með alla kann fáast á, um prísvið- urskiftini eru í lagi ella ikki.« Viðmerkingar: Vísandi til úrslitaleysa samskiftið, ið verið hev- ur millum Fjarhita- nevndina hjá Eigarafel- øgunum í Hoyvíkshaga- num og P/F Fjarhitafel- agið um prísviðurskift- ini í smb. við fjarhita- veitingarnar, mælir und- irritaði til, at býráðið nú tekur stig til tess at fáa enda á hesum óvirðiliga trætumáli. Fjarhitanevndin hjá Eigarafeløgunum hevur fleiri ferðir biðið um, at neyðug stig verða tikin til loysn av prísspurn- ingunum, soleiðis at prísurin antin verður lækkaður ella at full- góðar grundgevingar verða givnar fyri prís- leguni. Í øðrum lagi hevur nevndin skotið upp, at ein óheft kanning verður sett í verk av øllum prís- viðurskiftunum, og at hon (nevndin) skal góðkenna kanningar- uppleggið. Undirritaði hevði sum borgarstjóri fund við umboð fyri eigarafeløg- ini tann 10. oktober 2000, har tey m.a. løgdu omanfyri nevndu krøv fram. Úrslitið av fundin- um var, at undirritaði lovaði at leggja sjónar- mið teirra fram á kunn- andi fundi seinni sama dag, sum nevndin fyri Fjarhitafelagið skipaði fyri á Hotel Hafnia fyri limum og partaeigarum sínum (Tórshavnar kommunu og SEV). Á hesum fundinum mælti undirritaði eisini fundinum til eina óhefta kanning, men fundurin kom ístaðin til ta niður- støðu, at nevndin skuldi senda brúkarunum eitt kunningarskriv við frágreiðing um prísvið- urskiftini. Av tí at hetta skriv heldur ikki fall í góða jørð hjá brúkarunum, sum tí ætla at venda sær aftur til býráðið við nýggjari umbøn um at fáa eina loysn av málin- um, heldur undirritaði, at býráðið nú sjálvt eig- ur at taka stig til tess. Sostatt loyvir undirritaði sær hervið at seta oman- fyri nevnda uppskot fram við vón um góða undirtøku. Óheft kann- ing og Fjar- hitafelagið