fríggjadagur 30. mars 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 30. mars 2007
Byggiár:
1987
Hæddir:
3
Stødd innan: 114 m2
Grundøkið:
90 m2
Góð raðhús frá 1987, sum eru í trimum
hæddum. Hjallur hoyrir eisini til.
Stílurin í raðhúsinum er hugnaligur og
romantiskur.
Frá gongini er útgongd til ein hugna
ligan útikrók við havamøblum.
Í miðhæddini er ein gongd og køkur og
stova í einum. Frá køkini/stovuni er
gott útsýni.
Á loftinum eru tvey kømur, eitt stórt
og eitt minni kamar, og eitt baðirúm.
Baðirúmið er gjørt av nýggum og
er sera snotiligt. Ljóst við svørtum
flottum flisum á gólvinum. Borðplátan
er av svørtum blonkum flísum og
eitt flott nútímans hvítt hondvask.
Frá loftinum hevur tú eitt frítt og
fantastisk útsýni yvir alla Havnina og
Nólsoynna.
Í niðastu hæddini er gongd, sum hevur
útgongd til eina stóra og góða terassu,
eitt kamar, baðirúm og kjallararúm.
Raðhúsini hava eisini eitt ovasta loft,
sum kann nýtast til goymslurúm. Her
er gólv lagt á. Eisini er ein krúpi
kjallari, sum kann nýtast til goymslu.
Raðhúsini hava fjarhita og mánaðaliga
nýtslan er tískil lág.
Raðhúsini standa í Berjabrekku í einum
friðarligum og sera barnavinarligum
umhvørvi. Nógv børn, yngri sum eldri,
eru í grannalagnum. Góðir handils
møguleikar, stutt til vøggustovu/barna
garð og sera gott bussamband.
CibVchgV]hdkVgaV\V=Vkc
31