fríggjadagur 30. mars 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 30. mars 2007
35
tíðindi
Eydnast tað ikki
Bretlandi og Iran
at loysa málið um
herflotamenninar,
kann oljuprísurin
fara upp um bæði 80
og 90 dollarar.
Í áttatíðina í gjárkvøldið fór
prísurin á evropeiska olju
marknaðinum upp um 68
dollarar fyri tunnuna, og
harvið var hann hækkaður
hálvan triðja dollara síðani
seinnapartin í gjár. Í USA
kom prísurin upp um 66
dollarar, og tað er tað mesta
síðani í oktober í fjør.
Orsøkin er kreppan, sum
er íkomin millum Bretland
og Iran, eftir at iranski flot
in tók 15 bretskar herflota
menn seinasta fríggjadag.
Charles Perry hjá ráðgev
ingarfelagnum Perry Mana
gement, sigur við Market
Watch, at tað er óviss an
um, hvat kann henda teim
um bretsku herflotamonnu
num, sum trýstir oljuprísin
uppeftir.
T á
t e i r
b r e t s k u
herflotamenninir vórðu tik
nir seinasta fríggjadag, var
oljuprísurin um 63 dollarar
fyri tunnuna, og hann er
sos tatt hækkaður fimm dol
larar ella átta prosent ta
seinastu vikuna.
-Vit halda, at prísurin er
hækkaður so brádliga, at
hann kann fella eitt sindur
aftur. Men so leingi kreppan
millum Bretland og Iran
ikki er loyst, vænta vit ikki
nakað stórvegis prísfall,
sigur marknaðarserfrøðing
urin Ed Meir við Market
Watch.
Fleiri eygleiðarar á olju
marknaðinum vænta, at
endar fangamálið í einari
álvarssamari kreppu, kann
tað fáa oljuprísin upp um
bæði 80 og 90 dollarar, og
tað er ikki óhugsandi, at
hann fer upp um 100 dollar
ar, skrivar Aftenposten.
Fangamálið trýstir
oljuprísin upp
Tann 26 ára gamla
Faye Turney er millum
bretarnar, sum sita
fangar í Iran.
Í sambandi við útg
ávuna av trífløguni
Úr Maskinrúminum,
spælir vestmenn
ingurin Kaj Klein
útgávukonsert í
Miðlahúsinum í
Vágsbotni mánadag
in, mikudagin stend
ur Bryggjan í gomlu
heimbygdini Vestman
na fyri tørni.
Konsert
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Kaj Klein gevur mánadagin
2.Apríl út trífløguna Úr
Mask inrúminum, ið hann
hevur gjørt í samstarvi við
Tórodd Poulsen, skald.
Samstarvið er vorðið til eitt
verk, har góður tónleikur
og góðar yrkingar ganga
hond í hond og skapa ein
frálíka eind. Tónleikurin er
væl spældur av sera dugna
ligum tónleikarum, og sung
in av ráu rokkrøddini hjá
Kaj, ið klæðir væl til henda
eitt sindur trubadurkenda
tónleikin.
Plastnoist
Á føroyska tónleikapallinum
er Kaj Klein m.a. kendur úr
bólkinum Plastnoist, ið
hann stovnaði saman við
bróðurinum Karl Anton
Klein, sála. Hesin kom
promisleysi rokkbólkurin
hevur millum ár og dag
havt nógvar minniligar kon
sertir bæði í Føroyum og
Danmark, umframt at teir
hava tvær fløguútgávur aft
an fyri seg YppBaraØksl og
21. Í nøkur ár var einki at
hoyra til Plastnoist, meðan
bæði Kaj og Karl Anton
fingust við aðrar verkætlan
ir, men til ervið hjá Karl
Anton í Kagganum í fjør
hevði bólkurin eina kenslu
borna konsert, eins og Plast
noist spældi á Planet Awar
ds í sambandi við, at Karl
Anton, sáli fekk serliga
planet herðaklappið, fyri
sítt stóra arbeiði innan før
oyskan tónleik. Løtan var
se ra sterk, og vitnaði um, at
Kaj Klein er ein heilt serlig
ur sangari, við nógvari sál.
Í samstarvinum við Tórodd
hevur Kaj skapt eitt slag av
skitnum føroyskum C.V.
Jørgensen við tyngri før
oysk um stevi. Hetta er poet
isk ur popp/rokkur.
Tónleikaframleiðarin
Kaj
Kaj Klein gav fyri nøkrum
árum síðan út fløguna Hálvt
frá hálsi, við nýtulkingum
av gomlum føroyskum slag
aranum, og á onkran hátt
tekur henda nýggja fløgan
tráin upp eftir henni. Annars
hevur Kaj verið virkin sum
ljóðblandari á fleiri føroysk
um fløgum Hann stóð fyri
TUTL útgávuni Grót Før
oyskt, hann tók upp og ljóð
blandaði Sun Magnet hjá
Mold, fløguna hjá Sirm
umframt frálíku fløgurnar
hjá Maður: Glotta.
Danskar topptón
leikarar við sær
Við sær til Føroyar hevur
Kaj Klein ein flokk av don
sk um topptónleikarum, ið
eisini hava hjálpt til á fløg
uni. Umframt Kaj Klein
sjálvan, sum spælir gittar
og syngur, spæla: Palle
Hjort, fyrrverandi urguleik
ari í Plastnoist, sum er vorð
in fastur maður í danska
superbólkinum Savage
Rose eftir Thomas Koppel
sá la. Palle spælir klaver,
orgul og harmonika v.m.
Palle Hjort er ein óvanliga
gávuríkur tónlistarmaður.
Joachim Uss ing, sum hevur
verið í Føroyum fyrr saman
við Peter Abrahamsen, spæl
ir bass . Peter Dombernow
sky, ið m.a. spælir við Lis
Sørensen, spælir trummur.
Mikkel Røhrbæk spælir
eisini gittar, og føroyski
tungmálmsbólkurin SIC
syngur kór saman við Elini
Smith og Elspu Metzdorff.
Nógvur tónleikur
Á teimum trimum fløgunum
Úr Maskinrúminum eru 23
nýggj løg, eitt Bob Dylan
lag, og eitt verk sum eitur
”biltúrur við skaldinum”
Tað er Kaj klein, ið hevur
skrivað næstan allan tón
leikin, og nøkur av orðun
um.
Útgávukonsertin í Miðla
húsinum er mánakvøldi 2.
apríl klokkan 20, meðan
tann á Bryggjuni í Vest man
na er mikudagin 4. Apríl.
Klokkan 22.
Kaj Klein spælir
útgávukonsert í
Miðlahúsinum
Á Planet Awards vóru vit vitni
til, at Kaj er ein heilt serligur
sangari, við nógvari sál og eini
ráari rokkrødd
Framførslan hjá Kaj
Klein á Planet Awards
var sterk og innilig