Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-30, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 64 - 30. mars 2007 tíðindi Marna Jacobsen, cand. phil og ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags _______________________ Tú tekur meg at tær so tætt í tín favn tit oyggjar so mætar, Gud signi tað navn sum menn tykkum góvu tá teir tykkum sóu Ikki er ringt at ímynda sær, at hon, sum tekur teg at sær, er móðurlandið, Før­oy­ ar. Tá ið teir illa tiltuskaðir, landnámsmenninir, meini eg altso, koma at oyggjunum og seta búgv her. Ella sum skaldið kvøður: fyrstur Grímur Kamban í oyggjum festi tjøld. Og so stíga vit fast á várt gólv og flyta fram kvæði um kappabrøgd í Føroya høll – og tað hava vit gjørt líka síðani. Tað hevur verið sagt, at teir fyrstu, ið komu til land­ ið, vóru írskir munkar, og at tað tí var ógjørligt at fólka landið, tí at teir, hóast førir fyri so mangt, ikki vóru førir fyri at gerast við barn. Men tað hevur undrað meg í mong ár, hvussu land­ námsmenninir úr Noregi hava borið seg at gerast við barn, men ivaleyst hava onkrir menn, við kvinnu­ kyns­gøgnum verið við á ferð­ini, tá ið teir sóu land­ ið. Maður / menniskja Í 1881, tá ið Føringafelag í Keypmannahavn varð stovn­ að, var treytin fyri at gerast limur í felagnum tann, at tú skuldi vera maður, yvir 14 ár og kønur í føroyska máli­ num. Tá ið nú orðið maður verður sagt eisini at merkja menniskja, skuldi verið natúrligt, at eisini menn við ongum manskynsgøgnum sluppu at vera limir, men so var als ikki. Malan Marnersdóttir sig­ ur í Kvinnurøddum, at júst málsøguliga merkingin, har samanfall er millum mann og menniskja, vísir, at menn­iskju vóru menn: teir áttu jørðina, arvin, avgerð­ irnar og ábyrgdina.” (Malan Marnersdóttir: Kvinnu­ røddir 1985, s. 30) Eftir at føroyskar konur í Keypmannahavn høvdu víst sítt ólýdni og stovnaðu egið felag, vórðu treytirnar broyttar í 1897. Orðið mað­ ur varð í upptøkutreytunum broytt til ein og hvør, so tey munnu ivaleyst ikki sjálvi hava trúð lygnini um, at orð­ ið maður merkir menniskja, tá ið tað veruliga kom til skarpskeringar. Avbyrgda kvinnan Í bókini Glottar úr kvinnu­ lívi, sum kom út í 1988 er ein sera áhugaverd grein hjá Mariu Jacobsen, nevnd Valdið og skilnaðurin mill­ um kvinnur og menn. Hon vísir á, at bóndasamfelagið var eyðkent av at vera býtt upp í fýra avmarkað øki: húsið, innangarðs, uttan­ garðs og tað fremmanda, sum lá uttan fyri bygdina. Uppgávan hjá konunum lá í húsinum og innangarðs og hjá manninum uttangarðs, tvs. í haga, bjørgum og sjógvi og í tí fremmanda. Úteftir varð bygdin um­boðað av teimum, sum høvdu størst vald, stór­ bóndum, embætismonnum og kirkjumonnum, “teir áttu lykilin til sannleikan og høvdu tamarhald á med­ viti fólksins.” (Kirsten Didrik­sen: Glottar úr kvinnu­lívi 1988, s. 109). Menn umboðaðu familj­ una úteftir, á grannastevnum, á vártingi og á løgtingi. Kvinnur høvdu ikki at­gongd á tingi, uttan so at tær høvdu gjørt okkurt ljótt, verið ólýdnar, drivið hor, átt leysingabørn og vóru at­vold til tey sokallaðu legu­ málini á tingi. Býflugan í reyðum hosum Kvinnur hava altíð arbeitt, men felags fyri alt kvinnu­ starv er, at tað í høvuðs­heit­ um ikki hevur verið virðis­ mett á sama hátt sum mans­ arbeiði, tað sæst best á, hvør ið fær løn, og hvussu nógv tú fært í løn, (undantøk eru sjálvandi). Tær hava eisini verið tættari knýttar at heiminum enn menninir, sum hava røktað haga og sjógv og tikið sær av øllum samskifti úteftir. Komi at minnast ein konu, sum ein dagin, hon var elligomul tá, slapp ein biltúr av bygdini til granna­ bygdina, hetta var í 1980´unum og var fyrstu ferð, hon nakrantíð hevði verið uttan fyri eingja­garð­ arnar úti í tí fremmanda. Hetta verður sagt fyri at minna á, hvussu ótrúliga stutt tað er síðani, at vit trøllkonur lótu eyguni upp og hugdu niðan fjallið, sum Elin Bjørg Højgaard tekur til í einari barnabók, hon skrivaði í 1977, um býflug­ una í reyðum hosum. Útihýst úr málinum Óvanin við at ferðast í tí fremmanda ger, at kvinnur, tá ið tær í alt størri mun fara út um heimið, út á arbeiðsmarknaðin og fáa sær útbúgvingar, eru á herr­ ens mark. Tær gerast tá varar við, at har valdar ein ávís, sera óhóskandi fatan av kvinnum og kvinnu­leik­ luti, sum er sementerað í eitt langt tíðarskeið, meðan kvinnur ikki hava luttikið í hesum partinum av lívinum. Tankar, fatanir ja, stutt sagt alt sum hevur við vitskuna at gera, hvussu tú fatar og ber teg at í slíkum um­hvørvi, er grundað á eina túsundára langa tradi­ tión, har mannlig virði hava bitið seg fast. Hetta ger seg sjálvandi eisini galdandi í talu og skrift. Talaða og skrivaða málið gevur als ikki rúm fyri henni í almenninum, í staðin er hon í mongum førum útihýst og signalerað verður, at hon er farin inn á serligt mannligt øki. Mannaskaptar reglur Hevur mál nakra ávirkan á hugburð og áskoðanir? Ger málið av hvussu vit hugsa ella endurspeglar tað bara okkara áskoðanir og sosialu viðurskifti? Hvønn dag skapa vit verð­ ina, vit liva í, eftir manna­ skaptum reglum. Vit velja, skipa og tulka hendinga­ floymir fyri at royna at geva lívi meining, og tað eru fá av okkum, sum hava ill­ gruna av, hvussu djúpt grundfestar og einaráðandi reglurnar eru. Tær eru álagdar okkum soleiðis, at tað, vit síggja, staðfestir tað, vit eru leidd at síggja. Og ein av avgerandi fak­ torunum í tulking okkara av hesum veruleika er mál­ ið. Kvinna er fráviki Merkingarreglar, sum eru partar av máli, eru ikki natúrligar, tær eksisteraðu ikki, áðrenn vit fóru at tosa og lógu bara og bíðaðu eftir, at menniskja skuldi koma fram á tær. Tvørtur­ ímóti, tær eru mannaskaptar. Tá ið reglarnar so eru har, so hava tær ein vana at gerast góðkendar og sjálv­ varðveitandi, uttan mun til um tær eru grundaðar á misfatanir ella avoldaðan hugburð. Ein av hesum málreglum er at brúka mannin sum norm. Uttaná kann tað tykj­ ast at vera lutfalsliga meina­ leys regla fyri at flokka/ skipa lutir og hendingar í verðini, men nær ri kanningar avdúka regluna sum eina tað mest gjøgnum­ treingjandi og oyðileggjandi reglu, sum er komin til. At hava mannin sum norm, merkir, at standardurin ella Tá ið TEIR sóu landið Í fyrilestri í Norðurlandahúsinum kvinnudagin heitti Marna Jacobsen á allar føroyingar um at lata seg í kynsbrillurnar. Eitt nú í sambandi við málburðin í nýggja stjórnarlógaruppskotinum