fríggjadagur 30. mars 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 30. mars 2007
37
tíðindi
natúrliga menniskja er
kallur, og tískil eru tey, ið
ikki eru av kallkyni, frávik.
Lat meg geva nøkur
dømi: um ein skúlanæming
ur ætlar sær at skriva setn
ingin: konan er vøkur og
ikki veit hvussu vøkur stav
ast, nyttar einki at fara at
leita í einari orðabók, tí
orðið vøkur stendur ikki í
har sum leitorð. Í orðabók
um er leitorðið fyri lýsing
arorð í kallkyni, og tí mást
tú duga at benda orðið, tú
ætlar at brúka, til kallkyns
form. Eftir mínum tykki
fullkomiliga óhoyrt, men
als ikki ónatúrligt í høvd
unum á teimum sum gera
orðabøkur, tí hetta er sið
venja/reglan.
Ella orðið verkur: í orða
bókini verður hetta lýst
sum tað at hava ilt, pína, og
dømi er: eg havi sovorðnan
verk í høvdinum, sjálvt um
eg aldrin havi hoyrt nakran
við timburmonnum ella
hvat tað skal vera, talað um
høvuðverk, men heldur um
høvuðpínu, longur niðri
verður lagt eitt annað orð
aftrat, men tað verður ikki
lagt út sum leitorð, t.e.
orðið verkir, sum verður
sagt at vera pína, stutt
áðrenn hon eigur. Hatta við
stutt áðrenn, er nú sum man
tekur tað, tað veldst um so
mangt, sum heldur ikki
stendur í orðabókum.
Føroyskt er fremmant
Seinastu 30-40 árini hava
serliga feministar granskað
og kjakast um týdningin av
máli kontra hugburði. Tað
hevur hildið verið týdn
ingarmikið at broyta málið
og bent tað inn á eina kyns
neutrala leið. Men at eyð
merkja og umskapa reglar,
sum stýra atburði/hugburði
er torført, serliga tí at
amboðini, tú skalt nýta eru
grundað á patriarkalska
skipan, har maðurin er
normurin, ella sagt við
øðrum orðum: málið tú
ætlar at broyta, eru partur
av patriarkalsku skipanini.
Í Føroyum er einasta, eg
veit um, sum hevur gransk
að og skrivað um mál:
Kirsten Didriksen. Í Bókini
Færøerne Sprog og køn
(1986) leggur hon ikki fing
rarnar ímillum í niðurstøðu
sínari um støðuna hjá før
oyskum konum lýst gjøg
num mál og málbrúk.
1. Konur verða ósjónlig
gjørdar í fjølmiðlum og
vera málsliga diskrimi
neraðar, tær hava ikki
eitt mál, tær kunnu
identifisera seg við, tað
verður í stóran mun
tosað í maskulinum um
alt, sum fyriferst í sam
felagnum, so konur eru
útihýstar bæði visuelt og
á málsligum plani í miðl
unum.
2. Politisku flokkarnir
prioritera konur ógvuliga
lágt, tær eru góðar at
hava við, tað er kanska
politiskt korrekt, men
tær eru ikki neyðugar og
í summum førum bein
leiðis skaðiligar, tí tær
kunnu ikki savna atkvøð
ur til flokkin, og í summ
um førum verða tær
hildnar bara at spjaða
atkvøðurnar ov nógv.
3. Málnevndin er kon
servativ, hon hevur altíð
sæð spurningin um kyns
diskriminatsjón í málin
um sum ein stríðsspurn
ing og vísir á, at forklár
ingin hevur eina mál
søguliga orsøk, sum
krevur eitt innlit, sum
mong/mangar ikki hava.
Hetta hava mangar kon
ur sannað, tá ið tær hava
fingið slongt í høvdið,
at maður merkir menn
iskja og tað heldur tað
fram at merkja so leingi
vit góðtaka tað.
Kynsblinda samfelagið
Nýggjar norskar kanningar
hava víst, at sjálvt um konur
eru rættiliga aktivar í poli
tikki og samfelagslívi sum
heild, so eru tær nógv ósjón
ligari í miðlunum enn
menn, tær vera sera sjáldan
brúktar sum dømi, t.d. í
lærubókum, uppgávum
o.s.fr. Tað kann Elisabeth
Møller Jensen, sum er stødd
í Føroyum í løtuni, eisini
skrivað undir uppá. Dømi,
eg komi at hugsa um, er, tá
ið stjórin fyri Statens
Museum for Kunst fór frá
nú í februar og gjørdist
stjóri á Nasjionalmuseet í
Oslo. Longu dagin eftir
kundi Jyllands Posten vísa
á níggju møguligar kandi
datar til starvið, og ongin
var kona. Elisabeth Møller
Jensen kallar tað at vera
kynsblindur og reksar í aft
ursvari til Jyllands Posten
upp níggju aðrar kandidatar,
sum allar eru konur.
Eg haldi eg gloymdi at
siga, at stjórin, sum fór í
annað starv, var kona.
Kynsómarkað
starvsheiti
Málfrøðingar hava broytt
støðu um mál og kyn, eisini
í Føroyum. Í des. 1998
segði Málnevndin í einum
Orðafari hvat hennara sjón
armið vóru um mál og kyn.
Sagt verður at málið er
ikki bert eitt samskiftis
amboð, men gjøgnum mál
ið kunnu vit eisini vísa
nøkur virði, kenslur og hug
burð til tað, sum tosað verð
ur um. Men kjarnin í kjaki
num um málið í javnstøðu
høpi snýr seg um ikki at
gera mismun millum kynini
ella ikki lata nakran vera
fyri vanbýti av málsligum
orsøkum.
Um trupulleikan við
starvsheitum sigur Mál
nevndin: Mælt verður til at
nýta kynsómarkað starvs
heiti sum t.d. lærari, fulltrúi,
skrivari, leiðari, politistur,
sjúkrahjálpari. Men vit
hava verri enn so altíð kyns
ómarkað orð, t.d.: sýslu
maður, løgmaður, ljósmóðir,
jarðarmóðir. Men vilja vit
partú vísa á, at talan er um
kvinnu ella mann, ber til at
nýta bæði -kvinna/kona og
-maður alt eftir lívkyni:
tingkvinna/kona, ting
maður; landsstýriskvinna/
kona, landsstýrismaður, for
kvinna/kona, formaður, tals
kvinna, talsmaður o.s.fr. Til
ber í summum førum at
nýta -fólk ella manning
sum kynsómarkaða orðing:
arbeiðsfólk, embætisfólk,
landsstýrisfólk, tingfólk.
Hetta helt eg, góðtrúgvin
sum eg eri, at Stjórnar
skipanarnevndin fór at taka
til eftirtektar, men so var
als ikki.
Menn og aftur menn
Stjórnarskipanarnevndin
hevur kjakast og viðgjørt
ymisku heitini, ið brúkast
skulu í slíkari lóg; Men um
tú livir í tí fávitskutu trúgv,
at tað vóru orðini tingmaður
og landstýrismaður kjakast
var um, so fert tú púra
skeiv. Í staðin varð kjakast
um, um landstýri, løgmaður
og landstýrismenn heldur
skuldu itið: stjórn, forsætis
ráðharri og ráðharrar. So
tað tykist als ikki sum, at
tað er komin nøkrum til
hugs í heila tikið bara at
taka til umrøðu tann veru
leika, at av teimum 16
ymisku heitunum, umrødd
í nýggju stjórnarskipanini
eru 15 kallkynsheiti og eitt
hvørkikynsheiti:
Heitini eru: løgmaður,
varaløgmaður, tingformað
ur, tingmaður, landsstýris
maður, landssakførari, dóm
ari, dómaraforseti, løgtings
grannskoðari, landsgrann
skoðari, umboðsmaður,
uttanríkispolitiskur leiðari,
uttanríkispolitiskur samskip
ari, fúti, fakdómari og løg
rættufólk.
Í hinum norðurlendsku
tingunum er tað bara Ísland,
sum hevur kallkynsheiti við
manni, har eita tingfólk:
tingmenn, og tey í stjórnini
eita ráðharrar.
Í Danmark, Noreg og
Svøríki eita tey: medlem,
repræsentant og ledamot og
í stjórnunum eita tey
ministøari og statsráð. So
tað ber til! Um viljin er til
staðar!
Vísið dirvi og vilja.
Í fyrsta parti undir viðmerk
ingum um Fólkið og landið,
skrivar Stjórnarskipanar
nevndin: Føroyar eru millum
heimsins elstu lond. Før
oyska tjóðin hevur ment seg
frá tí degi, norrønir land
námsmenn høvdu við sær
stjórnarligar siðir úr Norðan
londum eins og bretsku
oyggjunum og skipaðu seg
við tingi, løgrætti, vártingum
og helst eisini útinnandi og
fyriskipandi høvdingum.
Har vóru teir aftur land
námsmenninir, hóast tað
munnu vera nøkur ár eftir
hondini, at teir komu til
landið!
Í apríl í ár vóru 91 ár síð
an allir menn fingu valrætt
og valbæri í Føroyum. Nú
meini eg altso bæði teir við
x og y kromosomum og
ognum og teir við bara x
kromosomum og við ong
um ognum.
Ein partur av tí at rudda
slóð fyri konum á tingi er
at skapa okkum eitt mál,
sum gevur rúm fyri konum,
og tað ber til!
Eg eri ikki av tí áskoðan,
at fólk skulu revsast fyri at
kalla konur grussur og for
menn og syngja av hjartans
lyst saman við Higgins pro
fessara: Why can´t a woman
be more like a man, men
vit eiga at krevja, at tað frá
almennari síðu, á tingi, í
fjølmiðlum og í lærubókum,
verður givist við at kalla
okkum menn, og har átti
fólkini, ið smíðað hava upp
skot til stjórnaskipan Før
oya, at víst størri dirvi og
vilja.
--
Keldur:
Kirsten Didriksen: Færøerne
Sprog og køn. Husets Forlag
1986
Kirsten Didriksen: Glottar úr
kvinnulívi. Egið forlag 1988
Føroysk orðabók A-Ø. Føroya
fróðskaparfelag 1998
Marna Jacobsen: Signalvirði,
ella spillir navnið ongan?
Dimmalætting nr. 21. 30
januar 2007
Malan Marnersdóttir:
Kvinnurøddir. Kvinnur í
almenna kjakinum 1890-
1902. Mentunargrunnur
studentafelagsins 1985
Orðafar nr. 48, desember
1998. 12 árgangur
Dale Spender: Man made
language. Routledge & Kegan
Paul 1980
Álit. Stjórnarskipan Føroya.
Stjórnarskipanarnevndin 18.
desember 2006
Stjórnarskipan Føroya.
Uppskot.
Stjórnarskipanarnevndin 2006
Toril Swan: Kjønn, språk og
ideologi. Språknytt 4/1997