fríggjadagur 30. mars 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 30. mars 2007
43
Nýtt teoriskeið byrjar mikudagin
4. apríl 2007 kl. 18:00.
Tilmelding hjá:
Hugo Kristiansen
225225
Jari Lykke
503002
Mikkjal Hansen
722578
Koyrikort?
Eysturoyar tEoriskúli
Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo
Tórshavnar kommuna
Leys størv
Hjálparfólk til Dagstovnin Látrið
Søkt verður eftir einum hjálparfólki at arbeiða 20 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber.
Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum tilmælum skulu vera
Dagstovninum Látrið, 270 Nólsoy, í hendi seinast mánadagin 16. apríl 2007.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lis Nolsø, stovnsleiðara, tlf. 302462.
Pedagogur til Barnagarðin við Velbastaðvegin
Søkt verður eftir einum pedagogi, til barnagarð, at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 1. mai 2007
ella eftir nærri avtalu.
Talan er um fyribilsstarv fram til 1. mars 2008. Møguleiki er fyri føstum starvi.
Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum tilmælum skulu vera
Barnagarðinum við velbastaðvegin, Velbastaðvegur 41, 100 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi
mánadagin 16. apríl 2007.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Monu Mohr, stovnsleiðara, tlf. 314373.
Pedagogur til Býlingshúsið í Maritugøtu
Søkt verður eftir einum pedagogi, til barnagarðsstovu, at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 1. mai
2007 ella eftir nærri avtalu.
Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum tilmælum skulu vera
Býlingshúsið í Maritugøtu, Maritagøta 50, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 16. apríl 2007.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingu-Mariu Amandusardóttir, stovnsleiðara tlf.
302400 ella 272929.
Starvsfólk til Dagstovnin á Hamrinum
Søkt verður eftir tveimum pedagogum til barnagarð og tveimum pedagogum til vøggustovu at arbeiða
30 tímar um vikuna.
Søkt verður eisini eftir køksfólki at arbeiða 15 tímar um vikuna. Umframt verður søkt eftir
sjúkraavloysara at arbeiða, tá ið tørvur er á tí.
Størvini verða sett 6. august 2007 ella eftir nærri avtalu.
Setanarviðurskifti: Størvini sum pedagogar og sjúkraavloysari verða sett sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og KAF.
Starvið sum køksfólk verður sett sambært avtalu við avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum tilmælum skulu vera
Dagstovninum á Hamrinum, Glyvursvegur, 160 Argir í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. apríl 2007.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Henriksen, stovnsleiðara, tlf. 322003.
KT-starvsfólk til KT-deildina
Søkt verður eftir KT-starvsfólki til KT-deildina hjá Tórshavnar kommunu.
Vit leggja dent á, at tú er útbúgvin teldustøðingur ella hevur tilsvarandi royndir. At tú hevur royndir
innan Microsoft forritini er ein fyrimunur eins og royndir innan tænastuveiting. Tað er neyðugt, at tú
hevur koyrikort.
Setanarviðurskifti: Starvið verður sett skjótast til ber sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið
og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum tilmælum skulu vera
Tórshavnar kommunu, postrúm 32, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 19. apríl 2007, kl 12. Merkið
umsóknina „KT-starvsfólk“.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Inga Ellingsgaard (ingi@torshavn.fo), Kt-leiðara ella
Janus Isfeldt, starvsfólkadeildarleiðara, á tlf. 302010.
lýsingar
Eftirlitsfólk
Søkt verður eftir eftirlitsfólkum til Toll-
og Skattstovu Føroya, Norðurøki, til at
byrja 1. mai ella skjótast til ber.
Vit vanta at tú
hevur eina útbúgving frá hægri lærustovni, so sum
HA, HD, Cand. Merc. Aud. ella líknandi útbúgving
innan rokniskap. Eisini vanta vit, at tú ert arbeiðs
samur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni.
Viðkomandi arbeiðsroyndir hava eisini okkara áhuga.
Uppgávurnar hjá eftirlitsfólkunum verða m.a.:
• at fremja eftirlit og grannskoðan av skatti,
meirvirðisgjaldi og tolli
• at vitja fyritøkur
• at málsviðgera
• at gera váðametingar
• at ummæla kærumál og dómsmál
Vit kunnu bjóða
Eitt áhugavert og fakligt mennandi starv við nógvum
avbjóðingum. Góðir møguleikar eru eisini fyri eftir
útbúgvingum.
Setanartreytir
Løn og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvs
royndum og útbúgving, eru eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Setanarøki
Setanarøkið er Norðurøki, men starvið fevnir annars
um allar stovnar undir Fíggjarmálaráðnum.
Umsóknir
Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til
Elsu Brimvík, deildarleiðara, ella til Ingolf Lamhauge
økisstjóra á tlf. 352600.
Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum,
ummælum og upplýsingum um starvsroyndir skal
vera Toll og Skattstovu Føroya í hendi í seinasta lagi:
16. apríl 2007.
Toll- og Skattstova Føroya
Norðurøki
Postsmoga 2151
FO165 Argir
Toll- og Skattstova Føroya
Toll og Skattstova Før
oya er stovnur undir
Fíggjarmálaráðrnum,
hvørs uppgáva er at
fyrisita toll, avgjalds,
og
skattalógina
og
skuldarinnkrevjing hjá
landinum.
Stovnurin hevur 130
starvsfólk og er skipað
ur við einum stýri og
trimum
økisskrivstov
um.
Stýrið heldur til á Argj
um og økisskrivstov
urnar í Norðurøki, Mið
øki og Suðurøki halda
til í ávikavist Saltangará,
Tórshavn og á Tvøroyri.
Á Norðurøki, har við
komandi kemur at starv
ast, eru 35 starvsfólk.
Lýsingin sæst eisini á
heimasíðu okkara
www.tollskatt.fo
Email:
tollskatt@tollskatt.fo
Internet