fríggjadagur 30. mars 2007síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 64 - 30. mars 2007
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo
Tórshavnar kommuna søkir eftir verkfrøðingi ella byggifrøðingi
til Teknisku deild.
Arbeiðsuppgávurnar
eru m.a. at gera uppskot og kostnaðarmetingar í sambandi við
veg-arbeiði umframt at standa fyri projektering, útbjóðing, eftirliti
og byggiroknskapi í teimum veg- og anleggsarbeiðum, sum
kommunan stendur fyri.
Útbúgving
Tann, ið settur verður í starvið skal hava útbúgving sum verk-
frøðingur, byggifrøðingur ella aðra samsvarandi útbúgving, hava
góð samstarvsevni, duga at arbeiða sjálvstøðugt og skal duga væl
at orða seg í skrift og talu. Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika
til telduforritini í Microsoft Officepakkanum og Navision Attain.
Neyðugt er at hava koyrikort.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber sambært sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag.
Umsókn
saman við próvskjølum, viðmælum og upplýsing um arbeiðsroyndir
o.ø. skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 10. apríl
2007.
Merkið umsóknina „Verkfrøðingur/byggifrøðingur“.
Nærri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Boða Haraldson, býarverkfrøðing,
ella til Jákup Egholm Hansen, tekniska stjóra á tlf. 302010.
Tórshavnar kommuna
Verkfrøðingur, byggifrøðingur…
Tekniska deild
Tekniska deild hevur 12 fólk í arbeiði og heldur til í gamla
poshúsbygninginum saman við byggi- og býarskipanardeildini.
Arbeiðsøkið hjá teknisku fyrisitingini er m.a. at viðgera byggimál
og umsóknir um útstykkingar, planleggja og projektera umframt at
halda við líka kommunala vegakervið og tekniskar veitingar, sum
kommunan hevur ábyrgd av.
Sjóvar kommuna søkir eftir
UmSjónarfólki
til kamping pláss á Selatrað, at byrja 1. mai 2007
og fyribils fram til 30. september 2007.
Starvið sum umsjónarfólk fevnir m.a. um:
• hava eftirlit við kampingøkinum
• krevja inn gjald frá vitjandi
• síggja til at økið er reint og ruddiligt
• fyrifallandi arbeiði í sambandi við kampingøkið
Arbeiðstíðin verður uml. 25 tímar um vikuna og at
verða tøk/ur við telefonina eftir nærri avtalu.
Starvið verður lønt sambært sáttmála ímillum KAF
og FA.
Ynskiligt er, at tann ið settur verður, dugir norður
lendskt mál og enskt.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til
Sjóvar kommunu á telf. 472727
Skrivligumsókn verður at senda til:
Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10
490 Strendur
og skal verða kommununi í hendi í seinasta lagi 4.
apríl 2007.
lýsingar
Mars-kappingin
Hvønn dag í mars mánaða verða Sudoku
uppgávur at finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess
størri møguleika hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan
fríggjadagin 6. apríl 2007 kl. 10.00 og
viðmerkið brævbjálvan »Sudoku«.
Vinningur í mars er 2 M-semiflex
flogferðaseðlar við Atlantic Airways.
Virði Kr. 6.304,-
Drigið verður fyrstu vikuna í apríl.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll
uppgávan verða loyst.
Navn:
Bústaður:
Telefon:
Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn
Merkið brævbjálvan »Sudoku«
Vinningurin í mars
2 M-semiflex ferðaseðlar frá Atlantic
Airways. Virði Kr. 6.304,-