Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 • 2. - 4. mars 2007 Vikuskifti  Sum stórur smádrongur var hann á bryggjuni og umborð á skipinum saman við pápa sínum. Í góðu tíðini av árinum var hann onkuntíð við, og hann var eisini við í útlandinum og seldi veiðina. Nú er hann 28 ára gamal og hevur tikið yvir eftir pápan Umborð Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hvør kennir ikki nøvnini á suðuroyingunum, Viberg Sørensen og Mannbjørn Solmunde? Tað vóru í fyrsta lagi teir báðir, sum fyrst í nítiárunum slóðaðu fyri innan føroyska garnaveiði eftir havtasku og svartkalva. Søgan um føroysku garna­ veið­ina eftir havtasku er eitt sindur serstøk. At til bar at veiða havtasku við gørnum, gjørdist kent í Føroyum, tá ein spanskur veiðitjóvur varð tikin í føroyskum sjógvi við gørnum standandi úti. Tá hesi vórðu drigin, stóð havtaska í teimum, og soleiðis funnu føroyingar út av, at tað væl bara til at veiða havtasku við gørnum. Tvey skip á Tvøroyri, Anita og Móvanes, sum ávikavist Viberg Sørensen og Mannbjørn Solmunde áttu, vórðu riggaði til hesa veiði, og skjótt skuldi tað visa seg, at hetta bar væl til. Síðan hevur garnaveiða eftir havtasku og svartkalva verið ein vinna hjá føroyskum skipum og fiskimonnum øll árini síðan. Um hetta mundið, tá ið garna­veiðan tók seg upp, var eftir­nølarin hjá Viberg- hjúnunum í Trongisvági, Ragnar, bert 12-13 ára gamal. Longu tá hevði hann verið nógvar túrar niðri á bryggjuni við pápa sínum, sum stákaðist umborð. Ja, vit kunnu siga, at hann hekk uppi í reyvini á pionerinum. – Tú sært sjáldan børn niðri á bryggjuni longur. Dreingirnir sita við hús og spæla play- station, hyggja at filmum ella eru úti og íðka ítrótt, sum eg vil siga alt gott um. Mynstr­ið er broytt, og tað er ein sannroynd, at áhugin hjá nógvum ungum er aðrastaðni enn í fiskivinnuni. Tað sigur 28 ára gamli, Ragnar Sørensen, sum tók skipara­prógv í 2000. Eftir lokna útbúgving, sigldi hann eitt skifti í Danmark sum stýrimaður. Komin umborð aftur á Anitu, sigldi hann í um­leið eitt ár sum stýrimaður og hevur seinastu árini verið maðurin, sum tók yvir eftir pápan. – Hetta er triðja Anita í røð­ini, sum pápi eigur. Hesin báturin er keyptur úr Noregi síðst í nítiárunum. Hetta er upprunaliga ein norskt bygdur línubátur, sum var umbygdur til trolara. Tá pápi keypti skipið, kom tað til Føroya sum trolari, men er síðan umbygt til garnabát. Spurdur, hví teir keyptu skip úr Noregi, tá ið so nógvir føroyskir bátar annars ganga aftur millum reiðaríini her heima, sigur Ragnar: – Í fyrsta lagi mundi tað vera prísurin, og haraftrat kemur, at føroyski flotin verður sum heild rættiliga hart drivin. Eft­ir kreppuna, sum hevði ver­ið nøkur ár frammanundan, mundi flotin eisini vera nógv niðurslitin. Ragnar sigur, at skipið hev­ur riggað væl, og tað eru ógvuliga fáir túrar, har nakað hevur verið galið. – Maskinaríið er einfalt, og eg haldi, at tað ofta er tað einfalda, sum virkar best. Hydraulikkurin er soleiðis eisini reimdrivin frá maskinuni, uttan gear og koplingar. Fyrsti báturin hjá pápanum, Vibergi, var Norðurland, sum var ein sonevndur skittfiskabátur. – Pápi byrjaði ungur at sigla sum skipari og gjørdist ungur skipaeigari. Vit kunnu kanska siga, at eg fylgdi honum eftir, tí liðugur í 10. flokki fór eg sum 16 ára gamal umborð Suðurvarða, sum John Dam í sínari tíð læt byggja. Pápi keypti hetta skipið. Eg minnist, vit seinni vóru við Svalbard og fiskaðu rækjur, men hetta miseydnaðist heilt. Har var nógvur ísur, og vit lógu fastir í ísinum har uppi í ein heilan mánaða. Tá eg kom aftur, fylti eg 18 og fór at taka koyrikortið, sigur Ragnar. Suðurvarði varð seinni umbygdur til garnabát. Anita, sum skipini hjá Vi­bergi eru uppkallað eftir, er syst­ir Ragnar og er elst av trimum systkjum. Bróðurin, Anskar, er í miðjuni. Hann siglir úti. – Jú, eg havi altíð hingið í reyvini á pápa mínum, og kanska kunnu vit siga, at tað líka sum lá í “luftini”, at eg skuldi taka yvir. Anskar hevur eisini verið við skipum hjá pápa, men hann hevur líka sum betri hug til farrmasigling, sigur Ragnar. Umborð á Anitu eru 9 mans í senn. Dekkararnir eru umborð tríggjar túrar og ein í landi og síðan tveir umborð og ein í landi. Ragnar er tveir túrar á brúnni. Síðan er Leivur Ryggshamar úr Vági skipari ein túr, og næsta túr er hann stýrimaður hjá Ragnari. – Soleiðis hava einir 12-13 mans sína ársinntøku umborð á Anitu. Spurdur, hvussu seinasta ár vignaðist, sigur skiparin, at tað vignaðist hampiligt. – Vit fiskaðu fyri slakar 14 miljónir krónur í fjør, og mann­ ing­arparturin fyri allar túrarnar mundi liggja millum 550.000- 600.000 krónur. Men eingin er sum nevnt umborð hvønn túr, leggur skiparin aftrat. Hann heldur, at veruligi manningarparturin umborð á Anitu í fjør mundi liggja rundan um 400.000 krónur. – Vit landa at kalla alla veiðina á Tvøroyri, so vit eru næstan líka “lokalir” sum klaksvíkingar, sigur Ragnar Sørensen smílandi. Anita er á havtaskuveiðu allan veturin og nakað út á summarið, tá lagt verður um til svartkalvaveiði. Nógv tann størsti parturin av inntøkunum stava frá hav­ taskuni, tí svartkalvin hevur sein­astuni árini svikið. Klumman Jákup Mørk blaðmaður Allir víkar­ menn til Víks? Í Rituvík, Kvívík, Æðuvík og Sandvík duga tey tað. At benda víkir sínar í hvørsfalli, so tey fáa eitt ar í endan av veganøvnum. Hvørt serligir málsligir vegleiðarar hava gjørt seg galdandi her, dugi eg ikki at svara fyri, men í øllum førum kundu hesir væl lagt leiðina til høvuðsstaðin onkran dagin, tí her er ovmikið at taka av. Vit hava eina Hoyvíkarhøll, har tað við stórum stavum er prentað HoyvíkShøllin á skjøld­ urin. Og vit hava jú eis­ini ein HoyvíkSveg, sum vís­ir leiðina til Hoyvíkar. Ella kanska er tað bara leiðin til Hoy­víks, sum hesin vísir. Tað kundi tað í øllum førum bent á. Ábendingar ella ikki, so má tað vera eitt minsta krav, at málsliga vegleiðingin er í lagi, tá almennir og kommunalir myndugleikar seta síni málsligu frámerki kring alt landið. Meini so við, at tað kann valla vera merkisvert, at næmingarnir stóðu seg ser­stakliga illa í móður­mál­ s­liga partinum av PISA- undankanningum, tá mynd­ug­ leikarnir ikki sýna málinum størri ans enn tað sama. Ja, sjálvur løgmaður hevur nú í drúgva tíð gingið so spelkin við Hoyvíkssáttmálanum í skjáttuni. Í Klaksvík er lokali sam­leiki­n stórur, men til tíðir royna tey tó at kjálkast upp móti høvuðsstaðnum. Kanska er tað eisini í tví­drátti millum hesi, at tey bæði hava Víkar- og Klaksvíksveg. Ivaleyst hevur nýggja málstevnunevndin sítt at takast við. Men eitt hugskot til fyrstu regluna í orðaða málpolitikkinum kundi hósk­ andi verið, at allar almennar skeltingar eiga at lúka máls­ ligar grundreglur. umborð Ragnar tók yvir eftir pápan Umborð Vilmund Jac­ob­sen blaðmaður vilmund@sosialurin.fo – Jú, eg havi altíð hingið í reyvini á pápa mínum, og kanska kunnu vit siga, at tað líka sum lá í “luftini”, at eg skuldi taka yvir, sigur 28 ára gamli, Ragnar Sørensen Mynd: Vilmund Jacobsen