fríggjadagur 2. mars 2007síða 3
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 44 - 2. mars 2007
tíðindi
Tvey størv lýst leys
Strandferðslan søkir eftir tveimum starvsfólkum í blaðnum
í dag. Talan er um tey bæði størvini, sum vit umrøddu í
blaðnum í gjár, lønarumsitari og skipsinspektørur. Í lýsingini
verður sagt, at av tí, at hesi hava sagt seg úr starvi, verður
lýst eftir fólki at byrja sum skjótast.
rd.
Thomas Arabo
hevði ikki valt at
flutt umsitingina av
Strandferðluni til
Tvøroyrar.
– Hatta er lokal
politikkur, sum ikki
hoyrir heima í lands
politikki, sigur hann,
sum heldur hevði
rationalisera stovnin
Strandferðslan
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Thomas Arabo, fyrrverandi
stjóri á Strandferðsluni og
fyrrverandi landsstýrismaður
í samferðslumálum sigur við
Sosialin, at flytingin av SSL
er ein reint politisk avgerð,
og at hatta er slíkt sum
hendir, tá landsstýrismenn
føra lokalpolitikk í staðin
fyri landspolitikk.
– Eg eri harðliga ímóti
at landsstýrismenn føra
lokalpolitikk, tí tað er ikki
uppgávan hjá landsstýrinum,
sigur fyrrverandi landsstýris
maðurin í samferðslumálum.
Tó sigur hann seg skilja og
eisini taka undir við ynsk
inum um at leggja almenn
arbeiðspláss út um landið.
Eisini skilur hann væl, at
suðuroyingar vilja hava fleiri
almenn arbeiðspláss suður.
- Tað er næstan ógjørligt at
flyta ein tílíkan stovn uttan
at hann smildrast, eitt nú tí
tað ávirkar lagnurnar hjá so
nógvum familjum. Heldur
áttu myndugleikarnir at
stungið út í kortið, at nýggir
stovnar, so vítt gjørligt, skulu
leggjast uttan fyri Havnina,
sigur hann.
Umsiting umborð
Um Thomas Arabo ráddi,
hevði hann fyrst av øllum
rationalisera driftina av
Strandferðsluni.
Hann
sigur seg undrast um, at
so nógv fólk enn starvast í
umsitingini, tí virksemið á
stovninum er minkað niður í
ein triðing síðstu tíðina.
– Hatta virkar sum ein
turrgeld flyting, sum ongin
rationalisering er í, og tá
er lítið høpi í henni, sigur
Thomas Arabo, sum heldur
hevði lagt umsitingina
umborð á skipini, tí, sum
hann tekur til, so er tøknin
og tólini so framkomin í dag,
at tað hevði væl borið til.
– Tey duga so nógv
umborð, yvirmenn og
starvsfólk, og harafturat
er umstøðurnar framúr
góðar í dag. Alt sum eitur
innkeyp og bókhald kundi
verið umsitið umborð, sigur
Thomas Arabo. Lá tað til
hansara, vóru bert leiðsla,
inspektørur og ein skrivari
á landi.
– Og ein inspektørur hevði
ikki virkað væl á Tvøroyri, tí
hann skal til eina og hvørja tí
skjótt og ómakaleyst sleppa
umboð á allar eindirnar, og
tað ber illa til av Tvøroyri,
sigur Thomas Arabo.
Lekur í Tinganesi
Viðvíkjandi handfaringina av
málinum, sum starvsfólkini
hava verið sera ónøgd við,
sigur Thomas Arabo, at
her er talan um eina reint
politiska avgerð, sum snýr
seg um at flyta ein stovn.
– Her klandri eg ikki
landsstýrismanninum, tí
hann ræður suverént. Nú er
upp til komandi leiðsluna á
stovninum at føra politiska
viljan út í lívið, og at síggja
til, at alt verður avgreitt so
virðiligt sum til ber. Politik
arar blanda seg alt ov ofta
uppí rakstraruppgávur hjá
stovnsleiðslunum, og tað er
ikki rætt. Tí var tað eisini
natúrligt, at Jacob Vester
gaard boðaði frá politisku
avgerðini og onki annað,
sigur Thomas Arabo.
Viðvíkjandi tí, at starvs
fólkini frættu boðini gjøgn
um Portalin, sigur Thomas
Arabo, at tað sjálvsagt er
óheppið.
– Men tað er ikki nakað
nýtt at tað lekur í Tinganesi,
staðfestir Thomas Arabo.
Panikkloysn
at flyta
Strandferðsluna
– Hatta er ein turrgeld
flyting, sum ongin
rationalisering er í, sigur
Thomas Arabo, fyrrverandi
stjóri á Strandferðsluni og
fyrrverandi landsstýrismaður
í samferðslumálum. Hann
hevði heldur lagt umsitingina
umborð á skipini, tí førleikar,
tøkni og tól eru so framkomin
í dag
Smyril: Knúnskipið í
flotanum
Rutunetið hjá Strandferðsluni
Giktafelagið aðalfund
Giktafelagið boðar frá aðalfundi sunnudagin klokkan 16.
Umfram aðalfundin verður eisini fyrilestur við Leif Olsen
serfrøðingi á Almannastovuni, undir heitinum Kronisk sjúka,
og hvat so? Fundurin verður í MBF-húsinum, Íslandsvegi
10 A.