Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 3

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 • 2. - 4. februar 2007 Vikuskifti 3 Vinnuráðstevna í Norðurlandahúsinum 24. mai 2007 William Jefferson Clinton og Hans Blix Ein áhugaverdur dagur við 24. mai 2007 skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri vinnuráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Á ráðstevnuni fara fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, og formaðurin í Hópoyðingarvápnanevndini (WMDC), Hans Blix, at røða. Umframt at limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag hava fi ngið møguleika at keypa atgongumerki í forsølu, verða atgongumerki nú seld í fríari sølu. Røðurnar eru á enskum og vara umleið ein tíma hvør. Aftaná verða spurningar settir røðarunum. Tiltakið varar samanlagt umleið fýra tímar. Endalig skrá verður kunngjørd seinni. Á ráðstevnuni verður eisini okkurt lætt til matna. Atgongumerki Sølan byrjar týsdagin 6. mars 2007 kl. 9.00, og kunnu atgongumerki bert keypast við at ringja á tel. 30 99 00. Bert tvey atgongumerki verða seld fyri hvørja uppringing. Sølan heldur fram til útselt er. Atgongumerkini kosta kr. 5.000. www.sansir.fo Smærugøta 9A, FO-100 Tórshavn, Tel 30 99 00, Fax 30 99 01, industry@industry.fo, www.industry.fo