fríggjadagur 2. mars 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 • 2. - 4. mars 2007
Vikuskifti
22
– Vaksandi talið av sam
skiftisfólkum hevur við
sær, at journalistarnir á
redaktiónunum fáa meira
javnbjóðis mótspæl á
fjølmiðlaleikpallinum.
Tíðin er farin frá, at ein
journalistur ótarnaður
sleppur at seta dags
skránna eftir egnum høvdi,
meðan fyritøkur og stovnar
bebbaræddir goyma seg
handan setningin “onga
viðmerking” ella lata seg
brúka í einum spæli, sum
teir ikki kenna avleið
ingarnar av.Tað heldur
Rúnar Reistrup, kunningar
frøðingur. Lesið sætta part
av greinarøð um politikk og
fjølmiðlar.
– Eg freistist til at siga, at tey
bæði stóru bløðini eru farin
frá at vera málgøgn hjá einum
einstakum flokki, til nú at vera
málgagn hjá øllum flokkum.
Allir sleppa framat við sínum,
og kritiska viðgerðin verður
forsømd. Samstundis tykist
tað, sum nógvar fyritøkur og
stovnar halda, at tá tú hevur
sett eitt samskiftisfólk, so skal
viðkomandi senda minst tvey
tíðindaskriv til fjølmiðlarnar
um mánaðin, og hesi koma so
at siga óskerd út til lesararnar.
Tað heldur kunningarfrøð
ingurin, Rúnar Reistrup.
Á síni skrivstovu í Keyp
mannahavn nýtir hann sum
samskiftisleiðari á donsku
teldufyritøkuni ZYB stóran
part av síni arbeiðsorku til
snikka boðskapir frá fyritøkuni
soleiðis til, at teir tekkjast
fjølmiðlunum.
Góðar
fjølmiðlaroyndir
Tú arbeiðir sum samskiftis
leiðari á donsku fyritøkuni
ZYB. Hvussu arbeiðir tú heilt
ítøkiliga og praktiskt, tá ein
positiv søga um fyritøkuna skal
út til miðlarnar?
Mítt dagliga samskiftið við
fjølmiðlarnar hevur sjáldan
bert til endamáls at fáa eina
einstaka positiva søgu út, men
hetta kann ofta vera ein partur
av einari størri strategiskari
ætlan. Tá taki eg altíð útgangs
støði í endamálinum við
umtaluni og skeri boðskapin til
eftir tí. Tá neyðuga innanhýsis
forarbeiði er gjørt, er næsta
stig at avseta søguna á rættan
hátt og, í nógvum førum, til
tann rætta journalistin, og
her kemst ikki uttanum, at
royndir innan miðlaheimin
koma einum samskifitsfólki
til góðar. Væleydnað sam
skifti krevur, at tú kennir
móttakaran og dugir at seta
teg í hansara stað, og tá ein
søga ella eitt ávíst sjónarmið
skal út, má hetta fyrst fanga
áhugan hjá journalistinum,
áðrenn tað í hinum endanum
verður borðreitt fyri endaligu
móttakarunum. Sæð úr stól
inum hjá einum samskiftisleið
ara snýr tað seg tí um at snikka
boðskapin soleiðis til, at hann
kemur ígjøgnum journalistiska
spælið á ein slíkan hátt, at
endaliga umrøðan tænir tí
endamáli, sum fyritøkan hevði
við henni. Hetta kanna gerast
á ymiskan hátt, og her er stórur
munur á arbeiðsháttinum hjá
samskiftisfólki. Tann, sum
hevur roynt at arbeitt innan
miðlaheimin, veit oftast rætti
liga væl, hvussu ein slíkur
bóltur skal spælast, meðan
teir samskiftisráðgevar, sum
bert hava eina akademiska
bakgrund, men ikki royndir “frá
gøtuni”, ofta snáva. Hinvegin
eru fyrrverandi journalistar
uttan eina akademiska tilgongd
til samskiftisráðgeving sjáldan
væl fyri á strategiska støðinum
- teir eru yvirhøvur dugnaligir
taktiskt, men strategiskt vantar
journalistum ofta neyðugu
tyngdina fyri at klára seg á
leiðslustøði í einari fyritøku.
Spunasmiðir eru
lobbyistar
Bankar, aðalráð og fakfeløg
hava sett samskiftisfólk í starv.
Væntar tú, at hetta rák vindur
upp á seg, ogat politiskir flokk
ar eisini fara at seta samskiftis
fólk/spunasmiðir í fast starv?
Rákið hevur longu vundið
nógv uppá seg, og tað fer at
halda fram. Í mun til vinnulívið
og tað almenna hava flestu
politisku flokkarnir verið eitt
sindur seinir á veg við at seta
samskiftisfólk í starv. Eg vænti,
at hetta kemst fyrst og fremst
av, at flokkarnir eru rættiliga
lítið mentir fíggjarliga. Men nú
Javnaðarflokkurin hevur fingið
pengar millum hendurnar, er
sannlíkt, at hinir flokkarnir so
ella so fara at syrgja fyri at
gerast betur fyri fíggjarliga,
og tá fara samskiftisráðgevar,
ella politiskir spunasmiðir,
uttan iva at standa ovast á
innkeypslistanum.
Hvussu fer tað at ávirka
føroysku miðlarnar, at vinnulív,
flokkar og tað almenna fara at
styrkja seg við spunasmiðjum?
Tað fer at gerast lættari at
reka ein ókritiskan fjølmiðil og
torførari at reka ein kritiskan
fjølmiðil. Miðlarnir fáa alsamt
meira tilfar borðreitt á silvurfati
frá fyritøkum, flokkum og øðrum
áhugabólkum, og um teir einki
hava ímóti at eta tað rátt, er
tað lætt og ómakaleyst at fylla
eitt blað ella eina sendiflatu við
væl skornum, men ókritiskum,
tilfari. Hinvegin verður trýstið
frá fyritøkum og áhugabólkum
á kritisku fjølmiðlarnar størri,
um spunasmiðir gerast meira
vanligir. Spunasmiðir eru
ikki bara samskiftisfólk, men
lobbyistar, sum eisini hava til
uppgávu at trýsta fjølmiðlar til
at makka rætt. Og tað trýstið
gerst beinanvegin fíggjarligt,
um spunasmiðurin umboðar
eina stóra fyritøku við einum
stórum tørvi á marknaðarføring.
Hendan gongdin hómast longu
nú, og tað er týðuligt, at ávísar
fyritøkur hava eina klemmu um
journalistiska nalvastreingin hjá
summum føroyskum miðlum.
Men tær flestu fyritøkurnar
halda seg frá hesum slag av
lobbyismu, og tann vanligi
samskiftisráðgevin á fyritøkum
og almennum stovnum er hvørki
lobbyistur ella spunasmiður,
men arbeiðir rættiliga snævurt
innan samskifti.
Fyri einstøku journalistarnar
á fjølmiðlaredaktiónunum
merkir vaksandi talið av sam
skiftisfólkum hinvegin, at teir
fáa meira javnbjóðis mótspæl
á fjølmiðlaleikpallinum. Tíðin,
tá ein journalistur ótarnaður
slapp at seta dagsskránna
eftir egnum høvdi, meðan
fyritøkur og stovnar bebba
ræddir krógvaðu seg aftan
fyri setningin “onga við
merking”, ella lótu seg brúka
í einum spæli, sum teir ikki
kendu avleiðingarnar av, er í
stóran mun farin. Teir stóru
fjølmiðlarnir og einstakir
Journalistarnir hava
Samrøða
Páll Holm
Johannesen
pallurin@hotmail.com