fríggjadagur 2. mars 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 44 - 2. mars 2007
lýsingar
Virksemi okkara er í støðugum vøkstri. Í hesum
sambandi sóknast vit eftir einum løgfrøðingi.
Tú kemur at samstarva við og veita løgfrøðiligar
tænastur til allar okkara deildir – t.e. Investment
Banking, Vinnulán, Handil og ráðgeving eins og
leiðsluna. Harumframt kemur tú at samstarva við
uttanhýsis løgfrøðingar, sum vit vanliga samstarva
við. Vit vænta, at tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert
ágrýtin og orðar teg væl bæði í skrift og talu.
Hollur kunnleiki til enskt er ein fyrimunur. Starvið
er við beinleiðis tilvísing til stjóran.
Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og ert positiv/ur
av lyndi. Vit leggja stóran dent á, at øll okkara
starvsfólk er blíð, opin og løtt at samstarva við.
Vit bjóða spennandi starv í einum livandi banka,
sum støðugt mennist. Millum starvsfólkini valdar
ein góður samstarvsandi í einum góðum og
avbjóðandi umhvørvi.
Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi við
starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Peter Holm, stjóra, á telefon 351502 / 551502 ella
á telduposti peter@kaupthing.fo.
Umsóknir skulu í seinasta lagi 22. mars 2007 vera
okkum í hendi:
Kaupthing Bank
Bókbindaragøta 8
Postboks 3090
FO-110 Tórshavn
Att: Peter Holm
Løgfrøðingur til Kaupthing Bank
Kaupthing Bank virkar í dag í tíggju ymiskum londum og umsitur virði f yri
meira enn 10 0 mia. kr., bæði f yri stovnar og privatar íleggjarar. Les meira á w w w.kaupthing.fo
sansir.fo
Sethús og handil – Stoffalág 25,
Tórshavn
Ognin er eitt sethús á 168 fermetrar við tilhoyrandi
handilsbygningi á 70 fermetrar - í alt 238 fermetrar.
Grundøkið er 689 fermetrar. Byggiár: 1959 / 1970. Í
niðaru hædd er inngongd, gongd, kamar, tekøkur,
wc, 2 ítrivsrúm, goymslurúm, hjallur, baðirúm,
vaskirúm / fýrrum við egnari inngongd, gongd og
trappurúm. Haraftruat kemur handilsbygningur.
Har er inngongd, durur, handilshøli goymslurúm,
tekøkur / matarstova og wc. Í ovaru hædd er
vindfang, inngongd, wc, gongd, køkur, borðstova
/ stova við útgongd til svala / terassu, hjúnar-
rúm og 2 kømur. Húsini standa í friðarligum og
veðurgóðum umhvørvi nær við skúla, barnagarð
og busssamband og hava hampuligt útsýni. Hand-
ilsbygningurin stendur høgliga fyri við góðum
parkeringsmøguleikum. Ognin verður seld, um
hóskandi boð fæst.
Sethús – Sandoyravegur 14,
Hvannasund
Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd um 300
fermetrar. Grundøkið er um 1500 fermetrar. Byggiár:
1982. Í erva er durur, 2 wc, gongd, køkur / alrúm,
stór stova, hjúnarrúm, 3 kømur, baðirúm og hjallur.
Í neðra er durur, gongd, kamar, goymslurúm við
møguleika fyri at gera baðirúm, vaskirúm, fýrrúm,
kjallararúm og garagu. Húsini standa norðanfyri
byrgingina omanfyri høvuðsvegin. Húsini verða
seld um hóskandi boð fæst.
Jørð – stór trøð á Borðhjalla, Oyri
Ognin er ein stór trøð á Borðhjalla 13.328 ferm-
etrar við ástandandi húsum, ið tørva ábøtur, eitt
grundøki á 168 fermetrar og eitt grundstykki í
fjøruni á 500 fermetrar við ástandandi stórari
neystagrund. Ognin liggur sera væl fyri omanfyri
bygdina, og vegur er til trøðna. Trøðin er sera væl
egnað til bygging av einumhvørjum slag - eisini til
ferðavinnu- og heilsubøtandi (rekreativ) endamál.
Ognin liggur í náttúruvøkrum umhvørvi og hevur
sera gott útsýni runt sjónarringin (panorama).
Ognin verður seld um hóskandi boð fæst.
Sethús – Rituvíksvegur 9, Rituvík
Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd uml 236
fermetrar. Grundøkið er 776 fermetrar. Byggiár:
1987. Í erva er durur, gongd, køkur, stór stova,
baðirúm, 3 kømur. Í neðra er durur, gongd, 3 kømur,
klædnarúm, fýrrúm, kjallararúm / vaskirúm og hjal-
lur. Húsini standa væl fyri við góðum útsýni út yvir
víkina. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.