Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 • 2. - 4. februar 2007 Vikuskifti 23 a mist monopolið journal­istar hava enn stórt vald á almennu dagsskránni, men hetta vald verður alsamt torførari hjá miðlunum at brúka, sum teimum lystir. Sannleikin ofta burtur Ofta verður trúvirði sett sum mótpolur til spinn. Hvat heldur tú um tað? Um tú heldur, at tað vit kenna sum kritiskur journal­ist­ikkur, er trygdin fyri, at tann óskerdi sannleikin altíð kemur fram, so er spinn ein mót­polur. Men hinvegin hevur júst tað at útstill a ein mótpart sum óerligan og ótrúverdigan altíð verið ein týdningarmikil partur av maktspælinum innan bæði politikk og journalistikk, og tað finst ein endaleys mongd av dømum um, at sann­­leikin hevur verið við sviðu­­soð, tá journalistar hava “grill­­ að” ein ófyrireikaðan stjóra ell a ein grønan ráð­harra í sjónvarpsstovuni ell a á for­ síðuni. Spinn er ein partur av einum maktspæli og tískil ikki altíð fremjandi fyri erligheit, men spinnið kann eins væl verða nýtt til at fyribyrgja einari ósak­ligari søgu, sum onnur royna at fáa fram. Onkun­tíð hoyrist, at spinn verð­ur er grunnskygt og pakki­tilfar, meðan politikkur er tað substansiell a og tað innihaldsríka. Hvat heldur tú um hesa fatan? Tann politiski spinndoktarin er ein fjølmiðlastrategur, og politiskt spinn fer langt afturum yvirflatuna av politikki, heilt niður í kjarnan á einstøku mál­unum, sum vera útvald og skor­in til eftir einum atliti at, hvussu fjølmiðlarnir arbeiða og hugsa. Spinn er ein neyðugur partur av nýmótans politikki og ein beinleiðis avleiðing av, at trúgvin á teir endaligu politisku sann­leikarnar er følnað, og at ideo­logiir sostatt í alsamt minni mun eru útgangsstøði fyri politiskari støðutakan og mark­ eringum. So eg vil siga, at ein slík fatan undirmetir týdningin av politiskum spinnarbeiði. Sakførari í almenna rúminum Høgni Hoydal verður ofta nevndur at vera tann, sum er dugna­ligasti politikarin at samskifta. Hví er hann tað? Spinn er ikki bert fyri spinndoktarar, tað er eins væl eitt amboð hjá einstøku politikarunum, og Høgni Hoydal er uttan iva tann frægasti spinn­doktarin í løgtinginum. Eg meti tað vera rættiliga sannlíkt, at Høgni Hoydal tilvitað skapti sær sjálvum og sínum politisku hjartamálum eitt pláss á dagsskránni í Før­ oy­um ígjøgnum sítt, lat meg kall a tað serstaka, virki sum journalistur í táverandi SvF. Hetta verður í teoretiskum høpi kall að “priming” og snýr seg í stuttum um, at áðrenn tú kanst seta eina dagsskrá, mást tú yvir longri tíð fyrireika fjølmiðlalandslagið til at taka ímóti hesi dagsskrá, eins og tú mást grunda eini hús, áðrenn tú kanst mála tey. Hetta gjørdi Høgni Hoydal framúrskarandi í SvF, og tað sást aftur, tá hann sum ráðharri seinast í hálv­ femsunum veruliga snaraði “óhefta” partinum av føroysku miðlunum um sín lítlafingur. Tað er í mínum eygum tað størsta spinnavrikið í føroyskum politikki higartil. Hinvegin vísti tað seg, at tilsvarandi førleikin at ávirka dagsskránna, sum donsku miðlarnar settu, var als ikki til staðar. Hvør, heldur tú, setir dags­skránna í Føroyum, fjøl­ miðl­arnar, spunasmiðir/sam­ skiftisfólk ell a politikararnir? Øll hesi, tú nevnir, kapp­ ast um dagsskránna, og tað rákið, sum vit síggja nú, er at bæði politiskir flokk­ar, fyritøkur, stovnar og áhugabólkar av ymsum slag, leita sær professionell a sam­ skiftisráðgeving til hendan áhaldandi dyst. Ein sam­skiftis­ ráðgevi er ein sakførari í al­menna rúminum, sum hevur til uppgávu at syrgja fyri, at boðskapurin hjá tí, sum hann umboðar, tænir endamálinum hjá tí umboðaða og kemur fram á rættan hátt við góðari effekt. Um politiskir flokkar fara at styrkja seg við góðum sakførarunum av hesum slag, er heilt vist, at tað fer at styrkja teirra støðu í kappingini um dagsskránna. Sakførarin sjálvur, spinndoktarin um tú vilt, kann hava stóra ávirk­an á dagsskránna, men í veru­leik­ anum er hann bert við til at føra sakina hjá tí, sum hann umboðar. Kanst tú hugleiða eitt sind­ur um, hvussu tú væntar viðu­skiftini mill um politikk og fjøl­miðlar fara at síggja út í framtíðini? So hvørt sum stóru fyritøk­ urnar og áhugabólkar av yms­um slag leggja seg alt meira eftir at vera sjónligar í fjølmiðlunum, missir politiska valdið ta ser­støðu, sum tað fyrr hevði sum fastur leverandørur av “týdn­ingarmiklum” av­gerðum, ið fjøl­miðlarnir kendu seg kall­aðar at nevna og viðgera. Í fram­tíðini skal ein politikari við einum nýggjum uppskoti ikki bara kappast um dagsskránna við aðrar politkarar, men við avgerðir og ætlanir hjá stórum fyritøkum og áhugasamtøkum, sum arbeiða professionelt við at seta sín dám á dagsskránna. Hetta er ein gongd, sum eisini hevur verið at sæð í Føroyum í eina tíð, nú ein størri søga um, at Summarfestivalurin fær Shu-bi-dua á pall in næsta ár, saktans kann verða raðfest hægri enn at Fiski­­málaráðharrin ætlar at skerja skattafrádráttin hjá fiski­monnum. Summar­festi­ valurin hevur samskiftisfólk at føra sína sak fram á al­ mennu dagsskránni, og tí fær fiskimálaráðharrin tørv á professionall ari samskiftishjálp, um hann ætlar sær at varðveita eina hægri serstøðu í fjølmiðlunum í mun til ymsar aðrar áhugabólkar. Eg vænti tó ikki, at henda gongdin fer at halda fram ótarnað. Fyrr ell a seinni byrjar pendulið at svinga hinvegin, og fólk fara aftur at venda sær til teir fjølmiðlar, sum ikki lata seg stýra av umheiminum, men traðka síni egnu spor og halda fast við egnar hugsjónir. Annaðhvørt taka verandi fjølmiðlar tá hetta til eftirtektar, ell a fer vakasandi eftirspurningurin at skapa pláss fyri nýggjum fjølmiðlum á marknaðinum. Navn: Rúnar Reistrup Starv: Samskiftisleiðari á donsku fyritøkuni ZYB Aldur: 28 ár Útbúgving: cand.mag í kunningarfrøði Starvsroyndir: Rúnar Reistrup byrjaði sína starvsleið á føroysku bløðunum og virkaði seinni sum samskiftisráðgevi hjá ymsum stovnum og fyritøkum í Føroyum. Seinnu árini hevur hann starvast innan samskifti í Danmark, fyrst sum samskiftisráðgevi hjá pensiónsfyritøkuni PKA og nú sum samskiftisleiðari í donsku fyritøkuni ZYB. Um greinarøðina... Politikkur gongur meira enn nakrantíð fyri seg í fjølmiðlunum. Vil ein politikari gera vart við seg, sleppur hann ikki undan at nýta fjølmiðlarnar sum sýnisglugga, tí í fjølmiðlunum hittir politikarin flestu av sínum veljarum. Hetta er bakgrundin fyri spinn og spunasmiðum. Meðan hugtakið spinn og spunasmiðir framvegis er rættiliga nýtt í føroyskum høpi, so hevur stór orka verið nýtt til at lýsa og skilja virksemi hjá spunasmiðum í londunum uttanfyri Føroyar. Sosialurin fer komandi vikurnar at taka pulsin við at varpa ljós á samskiftið mill um politikarar og fjølmiðlar í Føroyum. Fakta