Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. mars 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 44 - 2. mars 2007 R E P R O Z Góð sambond síðan 1919 Seinasta sunnudag við Faroe Ship, sjálvandi! Hvørja viku er skipið løtt við frukt, grønmeti og øllum tí, sum modernaði føroyingurin sær sum sjálvfylgjur. Hvørja viku, alt árið. Við Faroe Ship kemur stórur partur av gerandisdegnum til landið. Síðan 1919 hevur Faroe Ship verið fremsta samband føroyinga við útheimin. Frá fyrstu túrunum við »Tjaldrinum«, til Faroe Ship gjørdist liður í flutnings­ kervinum hjá Eimskip – heilt úr Kina til Hamburg og á Havnarvág. Nær kom súreplið til Føroya? Sum liður í miðvísa arbeiði okkara at hava framhaldandi vøkstur og at varðveita støðuna sum leiðandi brennioljuveitari á føroyska marknaðinum, sóknast Shell eftir dugnaligum sølufólki. Starvið Talan er um álitiskrevjandi og sjálvstøðugt starv, ið krevur grundleggjandi tekniskan kunnleika. Vit veita góða, fakliga upplæring og geva tær eitt trygt og professionelt bakland í sølutoymi okkara. Tú fært um hendi alla smyrjiolju og alla uttanlandssølu hjá Føroya Shell og fært serliga við skip at gera. Harumframt verður tú við í vanligum søluuppgávum. Tínir førleikar Tú hevur fyrst og fremst góðan handilssans og søluroyndir. Tú ert sjálvandi ágrýtin og álítandi, arbeiðir sjálvstøðugt eins væl og í toymi og kanst arbeiða skiftandi tíðir og støð. Vit vænta, at tú hevur innlit í shipping og logistikk, og fram um alt ert tú eitt álitisvekjandi sølufólk. Málsliga ert tú væl fyri, bæði í skrift og talu – og enskt er eingin vansi hjá tær heldur. Útbúgving Tú ert møguliga útbúgvin maskinmeistari ella verkfrøðingur og hevur helst eisini nomið tær handilsligan kunnleika. Lønarviðurskifti Lønin er góð, og greið pensiónsviðurskifti fylgja við starvinum. Tú fært frían bil. Føroya Shell P/F | Vestara Bryggja 8 | Postboks 188 | FO-110 Tórshavn | Telefon 34 74 00 | Fax 34 74 90 | shell@shell.fo R E P R O Z Shell sóknast eftir vælsmurdum seljara Umsóknir Umsóknir og CV skulu vera Føroya Shell í hendi í seinasta lagi 5. mars 2007. Starvið verður sett sum skjótast. Vilt tú hava meiri at vita? So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Erling í Liða, sølu- og marknaðarleiðara, erling@shell.fo, tlf. 34 74 00, ella Hákun Djurhuus, stjóra, hakun@shell.fo. Um Føroya Shell Føroya Shell er partur av Shell Bólkinum og virkar sum sjálvstøðugt felag eins og Shell- fyritøkur í øðrum londum. Starvsfólk hjá Shell arbeiða eftir felags kjarnuvirðum, sum eru trúfesti, reinlyndi og virðing fyri medmenniskjum, eins og vit eru fullgreið um týdningin av áliti, opinleika, toymisarbeiði og professionalismu. Sum fyritøka virkar Shell fyri burðardyggari og varandi menning og byggir avgerðir sínar á fíggjarlig, umhvørvislig og samfelagslig fyrilit. Hugsar tú um eina betri framtíð? www.shell.fo lýsingar