fríggjadagur 2. mars 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 • 2. - 4. mars 2007
Vikuskifti
24
átrúnaður
Alt ber Guds
merki
„Og Guð leit
at øllum, sum hann hevði
gjørt, og sí, tað var sera
gott“.
1. Mósebók. 1, 31.
Gjøgnum alla skapanarsøg
una hoyra vit hendan tankan.
Eftir at hvør nýggjur lutur er
skapaður, sá Guð, at alt var
gott, ið hann hevði gjørt. At
enda stendur tað so, at alt
samalt var sera gott.
Men tað er væl skiljandi, tí
tað kann ikki koma annað enn
gott frá Guðs hond. Hin góði
Guð kann bara gera góðar
lutir. Tað má natúrliga bera
merki av honum, sum hevur
gjørt tað.
Tað er løgnari, at tað
yvirhøvur í tí heimi, sum Guð
hevur skapað, er nakað, ið ikki
er gott. Men av tí slagnum
yður tað av. Heimurin er, hvat
tí viðvíkur, farin av lagið, so at
tað skal trúgv til fyri at síggja,
at hann hevur nakað við Guð
at gera. So nógv liggur í sori.
Heimurin er vorðin spiltur av
brúki. Tað er greitt, at Guð
kann ikki hava skyldina í, at
tað stendur so illa til við tí
heimi, hann hevur skapað; tað
má vera okkara skyld. Hetta
kemst av, at vit eru sloppin
at fonglast við lutirnar. Vit
sluppu at vera harr ar yvir lut
unum, men gloymdu, at Guð
sjálvur skuldi vera Harr i yvir
okkum. Tey, sum ikki vilja at
nakar skal ráða yvir teimum,
duga ikki at ráða yvir øðrum.
Skal tað verða betri við
heiminum og við lutunum í
okkara egna lívi, kann tað
bara henda við, at Guð aftur
gerst Harr i yvir øllum, ið hann
hevur skapað, og at vit gerast
nóg lítil at vilja tæna honum
við øllum tí, hann hevur litið
okkum til.
orðið
Lagt til rættis: Snorr i Brend snorri@sosialurin.fo
Prestur vitjar
Ørkina
Reykjavík: Hvønn einasta
sunnudag er møti á føroyska
sjómansheiminum Ørkin. Men
fyrsta vikuskifti í mánaðinum fáa
tey vanliga vitjan úr Føroyum. Hetta
vikuskiftið fær Hotel Ørkin vitjan
av prestinum Meinhard Bjartalíð
úr Lamba Í samband við hesa
vitjanina verður hugnakvøld leygar
kvøldið, og føroysk gudstænasta í
Háteigskirkjuni sunnudagin kl. 15.
Aftaná tiltøkini er drekkamuður á
Ørkini.
Evnisdagur
um kristna
felagsskapin
Hvalvík: Leygardagin 17. mars
skipa Agape og Heimamissiónin fyri
einum dagsskeiði um tann kristna
felagsskapin. Skeiðið er opið fyri
øllum, ið hava áhuga at uppbyggja
eitt arbeiði í missiónshúsinum. Við
hesum tiltakinum verður dentur
lagdur á at lýsa tann kristna
felagsskapin sum eina familju, har
allir limirnir skulu kunna mennast
og trívast. Undirvísari er psyko- og
familjuterapeuturin Steen Palmqvist.
Í býin at hitta
onnur ung
Oasan: - Vit síggja fleiri og fleiri
ung koma til møtini. Og vit síggja
at fólk eru íðin at fylgja Jesusi eftir,
og ynskja at tæna øðrum við at fara
út í tænastu, sigur Trygvi Dam frá
ungdómsbólkinum í Hoyvík Hvørt
fríggjakvøld eru fólk úr bólkinum
í býnum, har tey koma í samband
við onnur ung og tosa við tey um
andaligar spurningar. - Hetta er
sera mennandi fyri okkum sjálvi, tí
vit síggja eisini at hetta ger stóran
mun, sigur Trygvi Dam.
Uppskot um
navnabroyting
Kirkjuráðslimir: 17. mars verð ur
aðalfundur í felagnum fyri Kirkju
ráðslimir hildin í Meinigheitshúsinum
í Havn Á skránni er millum annað
eitt uppskot um at broyta navnið
á felagnum til Felag fyri Kirkjuráð.
Við hesi broytingini fer tað at
verða lættari at fáa fatur á øllum
kirkjuráðslimunum kring landið, ikki
minst tá felagsblaðið Kirkjutíðindi
skal sendast út. Skráin fyri aðalfundin
fevnir eisini um eina viðmerking til
kirkjuligu støðuna, sum Ove Conrad
Hansen stendur fyri. Formaður í
felagnum er Tummas Lauritsen.
John S.
Myllhamar
Í løtuni verður arbeitt við
at fyrireika samfelags
stevnuna á Skálafjørðinum,
sum hesa ferð fer at
snúgva seg um missión
Páskastevnan byrjar 5.
og endar 8. apríl, og verður
hildin í ítróttarhøllini í
Runavík
Runavík: Hesa seinastu
tíðina hava umboð fyri tær
fýra brøðrasamkomurnar á
Skálafjørðinum arbeitt við at
fyrireika páskastevnuna.
Umboð fyri samkomurnar í
Nerija á Skála, Elim í Søldar
firði, Berøa í Saltangará og
Nebo á Toftum hava gjørt av,
at páskastevnan burturav skal
snúgva seg um missión.
Málið við stevnuni er at
kunna um og harvið økja um
tilvitanina í samkomum og mil
lum einstaklingar um missión.
– Tað snýr seg sjálvandi
um hjørtuni. Spurningurin
fer at verða reistur, hvussu
samkomur og einstaklingar
enn betri kunnu vera við til at
økja tann stóra partin av sam
komuvirkseminum, sum eigur
at snúgva seg um trúboðan,
verður sagt.
Tey, sum manna bólkin, ið
fyrir eikar stevnuna, eru Jens
Olsen, Anita Tausen, Dánial í
Skemmuni, Jens Bech og Sím
in í Túni.
Framsýning um
missión
Hóast nakað væl er enn til
tiltakið verður, eru fyrireikingar
nar longu komnar so langt, at
høvuðstalarin er fingin til vega.
Óhugsandi er haraftrat
ikki, at onkrir av føroysku
trúboðarunum, sum arbeiða utt
anlands fara at vera á stevnuni.
Høvuðstalari í ár verður Paul
McIlwain úr Australia. Hann
er ein av høvuðsábyrgdar
monnunum hjá felagsskapinum
New Tribes Mission (NTM) í
Australia. Hann er haraftrat
limur í alheims aðalnevndini
í felagsskapinum, har Óli á
Grømma úr Klaksvík er formaður.
Hetta er kortini ikki fyrstu
ferð, at hann vitjar Føroyar.
Fyri fáum árum síðani vitjaði
Paul McIlwain her saman við
Óla á Grømma og fleiri øðrum
umboðum fyri NTM.
Í 2001 var stór missións
framsýning í ítróttarhøllini
í Runavík. Millum tjúgu og
tredivu stovnar, felagsskapir
og átøk, sum vóru sprottin av
samkomuvirkseminum kring
landið, sýndu fram. Fyri mong
var hetta ein stórur íbirtari og
kveikjari, bæði fyri tey, sum
høvdu ábyrgd av tiltøkunum, og
tey sum vitjaðu.
Hesa ferð hava fyrireikar
arnir leigað eitt stórt telt, sum
verður sett upp við síðuna av
ítróttarhøllini. Í teltinum verða
fleiri av tiltøkunum, soleiðis
at fólk kunnu geva sær góðar
stundir at vitja framsýningina,
uttan at tað fer at órógva
tiltøkini.
Ynskja meiri missión í samkomurnar
Tey eru stovnarar av “Jesus
Revolution” og “Ny Genera
tion”, sum hava spreitt seg
sum ringar í vatni um alt
Evropa tey seinastu árini. Á
páskum verða tey høvuðs
talarar í Kelduni.
Skálafjørður: Hjúnini
Stephan og Anne Christiansen,
sum verða høvuðstalarar á
Páskastevnuni 2007, eru sera
virkin innan andaligt arbeiði.
Í 1996 stovnaðu tey “Ny
Generasjon”, sum er ein felags
skapur, ið arbeiðir ímillum
studentar í 15 londum. Umleið
16.000 ungdómar eru í dag
knýttir til henda felagsskap.
Longu árið eftir fóru tey í holt
við tiltakið “Jesus Revolution”,
sum røkkur til fleiri enn 300.000
ungdómar í Evropa. Umleið 400
ungdómar hava givið eitt, tvey
ella fleiri ár í fulltíðar tænastu
ígjøgnum hetta tiltakið.
Umframt hetta hava Stephan
og Anne grundlagt samkomuna
“Jesus Church” í Oslo, og
Anna hevur eisini stovnað
felagsskapin “Jesus Kvinner”.
Hjúnini eru kend fyri at
boða kristna boðskapin
livandi, kre ativt, nýhugsandi
og inspirerandi.
Kolveltingarleiðarar í
Kelduni á páskum
71 ung á siglandi
ungdómslegu
Heimamissiónin: Tá
Norr öna legði frá bryggju í
gjárkvøldið og setti kósina
móti Bergen, var hetta
samstundis byrjanin til
eina ungdómslegu hjá
Heimamissiónini.
Legan verður lutvíst umborð
og lutvíst í landi í Noregi,
har hesir 71 luttakararnir
somuleiðis fáa høvið at hitta
kristnan ungdóm úr Noregi.
Umborð á Norr önu verður
undirvísing í Bíbliuni, meðan
tey leygarkvøldið at luttaka á
einum stórum ungdómsmøti í
Bergen.
Sunnumorgunin kemur
Norr øna aftur eftir luttakarun
um í Bergen, fyri síðan at føra
tey heim aftur til Føroya, higar
tey koma mánamorgunin.