Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

' SERBLAD í Sosialinum 25. apríl 2007 BLAðfóLk Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo MynDAfóLk Álvur Haraldsen Magnus Gunnarsson LýSingAR Birgir W. Høgnesen birgir@sosialurin.fo UMBRóting Kári við Rættará kari@sosialurin.fo Simona Weihe simona@sosialurin.fo ÚtgEvARi Sp/f Sosialurin PREnt P/F Prentmiðstøðin UPPLAg 7.000 Síðan 1995 hevur Sosialurin havt fastan bilteig í blaðnum. Teigurin er í blaðnum hvønn mikudag. Endamálið er m.a. at kunna um tað sum rørir seg á bilamarknaðinum, bilasøgu og um ferðslutrygd. Síðan 2000 hevur Sosialurin á hvørjum ári givið út serbløð um bilar. © Sosialurin 2007 Ein nýggj ST frágreiðing staðfestir, at tann globala upphitingin er við at fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri bæði menniskju og djóralívið á jørðini. Sagt verður frá heimsnáttúrustovninum WWF, at vit hava onga tíð at spilla í hesum sambandi. Akførini hava sín part av skuldini fyri hesi ovurupp­ hiting. Tí er neyðugt at stuðla teimum, sum t.d. gera reinar og umhvørvisvinarligar bilar. Men tað er ikki nokk, at bilarnir einans eru umhvørvisvinarligir, teir mugu vera brúkaravinarligir og tryggir at koyra í. Tað ber ikki til at ganga upp á kompromis við trygdina fyri at koyra umhvørvisvinarligt. Royndirnar vísa, at fólk ikki keypa sær ein bil, bara tí at hann er umhvørvisvinarligur. Um hann er nógv dýrari, og tað eru ov nógvir vansar í dagligu nýtsluni av bilinum, t. v.s. at tað eru ov nógv ting, tey mugu læra at liva við, bara fyri at koyra umhvørvisvinarligt, so verður tann bilurin valdur frá, og tey keypa heldur ein »vanligan« bil. Nógvar royndir hava verið gjørdar við el­bilum, men eingin hevur eydnast til fulnar, og hesar verkætlanir hava verið lagdar á hillina. Fleiri umhvørvisvinarligir bilar hava verið á marknaði­ num. Teir fáa nógv rós at byrja við, men sum tíðin líður verða tað alt færri, sum ogna sær teir, bert tí at teir eru umhvørvisvinarligir og orkusparandi, við tí úrsliti at framleiðslan heldur uppat. Eina slíka lagnu fekk ein so fínur bilur sum VW Lupo 3L, ið var bæði lættur, tryggur, umhvørvisvinarligur og orkusparandi – koyrdi yvir 30 km fyri hvønn litur av brennievni. Tær flestu av teimum stóru bilverksmiðjunum arbeiða við umhvørvisvinarligum loysnum sum t.d. Honda og Toyota ið hava drúgvar royndir við hybridbilum, BMW hava bilar sum koyra upp á hydrogen saman við bensini. General Motors, Ford og VW­konsernin hava eisini sínar royndir við ymiskum umhvørvisvin­ arligum bilum. Brenni­ kyknutøknin er komin so langt áleiðis, at tað verður ikki leingi, til vit fara at síggja bilar við hesi tøkni á vegunum. Tá slíkir umhvørvisvinarligir bilar ofta er dýrir at framleiða, má tað vera ein gongd leið at geva teimum avgjaldslætta, soleiðis at teir verða lættari atkomiligir hjá vanliga fólkinum, og bilverksmiðjurnar verða stuðlaðar til at gera íløgur í gransking og nýggja tekno­ logi, sum ger at vit ikki verða so bundin av dálkandi brennievnum. mg. Oddagrein: Brúkaravinarligir og tryggir umhvørvisBilar BMW 7 Hydrogen Toyota Prius Honda Civic Hybrid innihaldsyvirlit Toyota Auris ..................................3 Kia Carens.....................................4 Kia Ceed........................................5 Wenzel...........................................6 VR Bilar.......................................10 Skoda limousina.........................12 Heini Festirstein.........................14 Toyota Prius................................17 Joachim Prinsur Rally .................18 Auto Service...............................20 Ivan Johansen Bilar ....................25 Brandbilar...................................28 Bilpresentatiónir í Føroyum .......30 Gamlar myndir ...........................35 Havnar Bilasavn..........................38