mánadagur 23. apríl 2007síða 1
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 77 - 23. apríl 2007 ]
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
»Tað kennist keðiligt at tapa, men eina ferð
skuldi tað henda«
Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur
Anderson Castilho
skoraði fýra ferðir
fyri NSÍ, og FSV04
hevur longt samstarv
ið við Andrzey Streto
wicz, sum skoraði trý
mál. Hann verður eis
ini í Sandavági í 2008
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er talan um lotto spæl,
tá ið føroysk fótbóltsfeløg
fáa
útlendskar
spælarar
henda vegin. Serliga tá ið
tað verður farið langt eftir
spælarunum. Viðhvørt er
talan um plettskot, og aðrar
tíðir er talan um kiksarar.
Dømini um kiksarar hava
verið so mong. Higartil hev
ur pólverski álopsspælarin
hjá GÍ, Tomaz Sajdak, ikki
sannført um, at hann er
maðurin, sum skal skjóta
gøtumenn til mál og sigrar,
og Chris Ceroni og Kareem
Smith hava higartil ikki
sannført, at teir eru upplagd
ir styrkir hjá KÍ.
Jovan Panic skuldi styrkja
HB miðvøllin í fjør. At tal
an ikki var um plettskot
sæst aftur í, at Jovan nú er á
miðvøllinum hjá FSV04.
Plettskotini
Tveir útlendingar hava í ár
verið sannir úrmælingar.
Annar teirra er Anderson
Castilho. Hann spælir við
NSÍ, sum hann higartil hev
ur skorað sjey mál fyri í
landskappingini. Sunnudag
in staðfesti hann rudduliga,
hvussu góða málnøs hann
hevur. Hesa ferð skoraði
hann fýra mál!
Ein annar útlendingur,
sum rættiliga hevur gjørt
um seg, er Andrzey Streto
wicz. Hann er keyptur úr
Póllandi og til Sandavágs at
gera mál í næstbestu deild
ini. At talan hevur verið um
plettskot sæst á máltindi
num. Andrzey hevur higartil
skorað seks ferðir í lands
kappingini, og ímóti B36
skoraði hann tríggjar ferðir.
Gravgangurin
Tá ið tað vísir seg, at útlend
ingar standa seg væl, hevur
tað ofta víst seg, at áhugin
frá øðrum feløgum økist
fyri at fáa fatur á gimsteinu
num.
Sorin Anghel hevur verið
framúr øll árini, hann hevur
verið á Eiði og nú í Streym
nesi. Tað er lættari at finna
fram til feløg, sum ikki
hava bjóðað Sorin Anghel
sáttmála, enn tað er at finna
feløg, sum ikki hava bjóðað
málsnillinginum við góða
hegninum sáttmála.
Anderson Castilho vísti
seg at vera málsøkin, tá ið
hann fyri tveimum árum
síðani kom til Toftir. Hann
var aftur á Toftum í fjør,
men eftir at B68 flutti niður,
gjørdi Tofta Ítróttarfelag av
ikki at leingja samstarvið
við brasilumannin. Fleiri
feløg dyrgdu eftir Anders
son, sum framvegis býr á
Toftum, og teir í Runavík
eru sjálvsagt ovurfegnir
um, at tað eydnaðist teimum
at fáa sáttmála við hann.
NSÍ og Andersson hava eitt
ára sáttmála. Tað fer at vísa
seg, um Anderson næsta
kappingarár verður í Runa
vík ella onkra aðra staðni.
Upprunaliga
høvdu
FSV04 og Andrzey Streto
wicz eitt ára sáttmála. At
pólverjin longu hevur sann
ført um, hvussu dugnaligur
málskjútti hann er, hevur
havt við sær, at teir í Sanda
vági hava borið skjótt at. Í
vikuni, sum fór, varð sátt
málaskeiðið longt til eisini
at fevna um 2008.
Áður hava teir í FSV04
kent sviðan av, at onnur
feløg eru strokin avstað við
útlendskum spælarum, sum
hava verið sannir gimsteinar.
Nú hava teir syrgt fyri, at
tað ikki uttan víðari fer at
bera øðrum feløgum til at
fara avstað við Andrzey
Stretowicz.
Sambært
FSV04 heimasíðuni trívast
hann og familjan væl í
Sandavági.
Nevndin
í
FSV04 hevur gjørt skjótt
av, og tað er væl skiljandi.
Clayton Soares er topp
skjútti á Sandi. Hann hevur
í fimm teimum fyrstu um
førunum staðiliga prógvað,
at tað ikki bara er í næst
fremstu deildini, at hann
megnar at skjóta nógv mál.
Tað er væl skiljandi, um
sandoyingar tosa við topp
skjúttan um framtíðar sam
starv. Tí tað er gravgangur
eftir útlendsku gimsteinu
num!
Anderson Castilho kann
væl verða sannur fongur hjá
NSÍ. sjey mál í fimm dystum
tosa sítt týðuliga mál um
máltevið. Eisini hóast málini
bert eru býtt yvir tveir dystir
Mynd: Álvur Haraldsen
Gravgangur eftir útlendsku
gimsteinunum