mánadagur 23. apríl 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
)
Kia Carens til sjey persónar
Kia eru nú komnir á
marknaðin við nýggjum
Carens, sum av álvara
tekur upp kappingina
við 7-persónabilarnar á
marknaðinum
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Nógvar nýggjheitir eru á veg
frá Kia í hesum døgum. Ein
av hesum er Kia Carens, sum
er ein heilt nýggjur bilur, ið
avloysir forgangaran við
sama navnið. Eins og við
øðrum koreanskum bilum
kann hesin als ikki saman
berast við forgangaran.
Carens er bygdur yvir sama
plattform som Kia Magentis.
Í mun til forgangaran, ið
var ein 5persónabilur, er
aksilfrástøðan vaksin við 14
cm, hetta fyri at geva tvey
sitipláss afturat aftast í
bilinum.
Kia Carens er ein lutfalsliga
stórur 7 persónabilur við
sera liðiligari innrætting, t.d.
eru aftastu setrini gjørd
soleiðis, at tey kunnu leggj
ast niður uttan nakað hóva
sták. Hetta fyri at tað skal
vera so lætt og liðiligt sum
gjørligt at broyta í kabinuni,
alt eftir hvussu nógv fólk og
viðføri er í bilinum. Aftastu
setrini eru eisini lætt
atkomulig. Bilurin er væl
egnaður til familjur við fleiri
børnum.
Koyrieginleikarnir eru sum
á einum evropeiskum bili við
t.d. »multilink« bakhjólsupp
hangi og fastari fjaðraskipan,
sum ber vektina væl. Carens
hevur nógvar innbygdar
trygdarskipanir sum t.d. ABS
við EBD, airbag framman, í
síðunum og gardinairbag,
aktivar nakkastúttur og ESP
við TCS.
Alt fleiri japanskir og kore
anskir bilar verða teknaðir í
Evropa, og okkara heims
partur er av so stórum
týdningi fyri bilverksmiðjur
nar, at alt verður gjørt fyri at
bilarnir skulu tekkjast evro
pearum. Carens er design
aður á evropeisku miðstøðini
hjá Kia í Rüsselsheim í Týsk
landi. Teir hava sett sær sum
mál at selja 160.000 Carens
um árið í Evropa. Bilurin skal
kappast upp á bæði kvalitet
og prís.
Carens fæst við 2,0 litur
bensin og dieselmotorum
við ávikavist 145 og 140 hk.
Bensinútgávan kostar kr.
239.800, meðan dieselút
gávan kostar kr. 299.800.
Við nýggja Carens eru Kia komnir á marknaðir við einum MPV, sum av álvara tekur upp kappingina við 7-persónabilarnar á marknaðinum
Kia Carens 2.0 LX (bensin)
Motorurin
2,0 litur 16V bensin 145 hk
0-100 km/t
11 sek.
Bensinnýtsla 12,3 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
205/6515
Stødd og vekt
Longd
454,5 cm
Breidd
182,0 cm
Hædd
172,0 cm
Eginvekt
1.500 kg
Viðførisrúm
430 litrar
Prísur
frá kr. 239.800,-
Staravegur 1-3 · FO-100 Tórshavn · Tel. 313535 · www.bergmotors.fo
Kia Carens er ein 7
persónabilur við sera
liðiligari innrætting