Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 77 - 23. apríl 2007 tíðindi r Annar vinna in er drigin í kappingini um Ei F na DELL arteldu við b r reiðbandstelefon og beina a og s ókeypis breiðband hald í 3 mánaðir h Tann epni hesaferð var: Flat . Rate fo tel. 60 60 60 E i n T Æ N A S T A f r á + + + Tróndur Salberg Olsen í Kollafirði Tá ið várljósið kemur aftur til okkara, og eydnan smílist við, er lívið deiligt. Eydnan smíltist um vikuskifti, tá ið hon setti Balslevs Timburhandil í fokus, zoomaði inn á goymsludeildina og valdi sær Trónd burturúr at vinna allan samskiftispakkan. iConcept ynskir tær hjartaliga til lukku við vinninginum. Vit fara undir nýggja kapping í morgin Tey bæði plássini, sum vóru garanterað føroyingum, sum kláraðu upptøku­ royndina á Danmarks Journalist Højskole í Århus, mistu vit í fjør. Síðani hevur Menta­ málaráðið strongt á, fyri at fáa kunn­gerð­ ina broytta, og frá september 2008 hava føroyingar aftur tvey pláss tryggjaði á skúlanum POLITIKKUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í fjør mistu føroyingarnir tey bæði plássini á Journalist Høj­skolen í Århus. Tvey pláss, sum vóru tryggjaði før­ oyingum pláss á skúlanum, um teir altso kláraðu upptøku­ royndina. Tað var Danmarks Journa­ list Højskole, sum bað danska undirvísingarmálaráðið um at gera broytingar í eini kunngerð. Broytingar sum høvdu við sær, at tey bæði plássini, sum vóru tryggjað føroyingum, sum stóðu upptøkuroynd skúlans, fullu burtur og hvurvu. Í Føroyum var stór mis­ nøgd við hetta. Millum annað hevur verið ført fram, at føroyingar eru munandi verri stillaðir enn danir í slíkum royndum, tí alt er á donskum og snýr seg í stóran mun um donsk viðurskifti. Hetta fekk Mentamálaráðið at taka málið upp, og síðani hava tey strongt á danska undirvísingarmálaráðið, um at fáa hesa kunngerð broytta aftur. Í dag kann Jógvan á Lakjuni, Mentamálaráðharri, vátta, at hetta hevur eydnast teimum. – Vit hava fingið danska undirvísingarmálaráðið at broyta kunngerðina, soleiðis at vit aftur eiga tvey pláss á skúlanum, sigur Jógvan á Lakjuni. Broytingarnar í kunn­ gerðunum vera galdandi frá september í ár. Tað merkir, at tey sum fara til upptøkuroynd í ár, ikki eru umfataði av hesi broyting. Men frá skúla­ársbyrjan 2008 eiga føroy­ingar aftur tvey pláss á skúlanum til teir næmingar, sum standa upptøkuroyndina hjá Danmarks Journalist Højskole. Føroyingar aftur pláss á Journalist Háskúlanum – Vit hava fingið danska undirvísingarmálaráðið at broyta kunngerðina, soleiðis at vit aftur eiga tvey pláss á skúlanum, sigur Jógvan á Lakjuni