mánadagur 23. apríl 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 77 - 23. apríl 2007 ]
– Tað skuldi
henda
einaferð
Í gjár royndi Hans Pauli
Samuelsen tað, sum all
ir aðrir leikararnir í hin
um feløgunum hava
roynt
frammanundan
honum í ár – at tapa ein
dyst.
– Tað kennist keðiligt,
staðfestir hann turris
liga.
– Men tað skuldi
henda einaferð, leggur
hann aftrat.
Spurdur um, hvat tað
var, sum gjørdi, at teir
fyri fyrstu ferð í ár
runnu seg í ein ósigur,
svarar Hans Pauli Sam
uelsen soleiðis.
– Tað riggaði bara
ikki. Teir løgdu seg aft
ur á vøllin og lógu væl.
Tá gjørdist tað trongt
og trupult hjá okkum.
B36 vísti seg eisini at
vinna teir flestu bóltar
nar, bæði fyrsta og
næsta bólt, og vóru sum
heild grammari enn
vit.
– Nei, har var eingin
futtur í okkum, heldur
Hans Pauli Samuelsen.
Defensiva
uppleggið
helt
Hanus
Thorleifsson
byrjaði inni á vøllinum
í Streymnesi, og tá vit
fingu orðið á hann í
gjárkvøldið var hann
ein fegin maður.
– Vit lógu defensivt,
vóru
kompaktir
og
valdu at bíða eftir EB/
Streymi. Tað var upp
leggið frá byrjan, og
tað helt eisini, greiðir
Hanus
Thorleifsson
frá.
– Eg meti eisini, at
sigurin var uppiborin.
Fyrri hálvleikur var
rímiliga javnur, men so
verða teir noyddir at
satsa fram eftir. Hetta
gav pláss í hinum enda
num, har vit kundu
fingið okkurt mál aftr
at, sigur Hanus Thor
leifsson.
Gull til Celtic
Við málum frá Jan Vennegoor of Hesselink og
Shunsuke Nakamura vissaði Celtic sær leygardagin
skotska meistaraheitið. Talan hevur ikki verið um
tann heilt tætta tvídystin hetta kappingarárið, og tí
hevur tað í fleiri mánaðir bara verið spurningurin,
nær gullið skuldi tryggjast.
Blackpool flúgvandi
Claus
Bech
Jørgensen
spældi
allar
90
minuttirnar, tá Blackpool um vikuskiftið vann
enn ein sigur í triðju-bestu ensku deildini. Hesa
ferð vann Blackpool á Cheltenham, og við
sigrinum hava teir enn møguleika at vinna sær
rættin til beinleiðis uppflyting. Meira sannlíkt
er tó, at Blackpool skal spæla play-off dysir um
triðja uppflytaraplássið, men við verandi
formkurvuni í mentu, eru Claus og teir helst
liðið, ið er best fyri til hesa avbjóðing.
Tætti, sterki og væl
skipaði verjuparturin
hjá B36 gav felags
liðnum so stórar
trupulleikar, at EB/
Streymur fyri fyrstu
ferð í ár fór mál- og
stigaleyst av vøllinum
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
B36 var fyrsta liðið, sum
megnaði at basa felagslið
num úr Sundalagnum. Á
nýggja heimavøllinum í
Streymnesi, sum higartil
hevur roynst EB/Streymi
væl, fóru teir blá-svørtu so
nakkalangir av vøllinum utt
an stig og mál.
Tað riggaði bara ikki hjá
okkum,
staðfestir
Hans
Pauli Samuelsen aðrastaðni
á síðuni, og Hanus Thor
leifsson er sundalagsmonn
um so beinasamur at siga
hví. B36 lá defensivt og
kompakt, og tað gjørdi
ógvuliga trupult hjá felags
liðnum at spæla seg í gjøg
num vælskipaðu verjuna.
Sum eitt alternativ royndi
EB/Streymur seg við long
um høgum sendingum móti
kviku áleyparunum, men
við Ova Nysted í verjuni
vísti hetta seg heldur ikki at
vera rætta uppskriftin at
bloyta hørðu verjuna.
Fróði Benjaminsen beindi
B36 á sigurskós ein hálvan
tíma inn í dystin. Hann
steig upp til eitt fríspark úr
vinstru síðu, og við høvdi
num sneiddi hann bóltin
framvið René Tórgarð í
málinum. Leiðsluna megn
aði B36 at varðveita til leik
lok, hóast teir komu undir
eitt ávíst trýst seinastu
minuttirnar av dystinum.
Skoraðu og løgdu
seg aftur
Fyrri hálvleikur var ein
jøvn og tøtt uppgerð. Ferðin
var hampiliga høg og inn
ímillum vóru onkrir heilt
stórir kjansir. Hesar átti
heimaliðið, og serliga Gert
Hansen eigur at iðra seg
um, at hann var so misrøkin,
tá hann inni í fimm-metri
num ikki fekk beint leysa
bóltin í netið.
Í hinum endanum var
smátt
við
møguleikum,
men tá hálvur tími var
spældur eydnaðist tað Fróða
Benjaminsen at stúta frí
sparksinnlegg í netið. Ein
ynskistøða hjá B36, sum nú
kundi toga seg aftur á vøllin
og lata hugflogsleysu vertir
nar um at skapa dystin.
Í seinna hálvleiki var B36
betra liðið, eingin ivi um
tað. Teir royndu seg við
kontraálopum, sum vístu
seg at rigga stak væl, tó utt
an at nakað mál spurdist
burtur úr.
Tíðliga í seinna hálvleiki
misti B36 broddin í álopi
num. Sylla fór út við skaða
og tá so raski Heini í Skorini
eisini fór skaddur av vølli
num, steðgaði spælið upp
hjá gestunum.
EB/Streymur
megnaði
síðani at leggja eitt ávíst á
skerda
B36-liðið,
men
steypavinnararnir
hildu
tætt.
Punkterað lið
Harvið fekk B36 akkurát
tað, teir komu eftir. Upp
skriftin tóktist einføld og
eyðsæð var, hvussu B36 ætl
aði at koyra sigurin heim.
Men tað einfalda er ofta tað
góða, og tað vísti seg at
vera meiri enn trupult hjá
EB/Streymi at spæla seg
ígjøgnum.
Við sigrinum punkteraði
B36 annars vælkoyrandi
maskinuna úr Sundalagnum.
Fýra sigrar hevði liðið
fingið, men um hugt verður
at mótsstøðuliðunum, so
sæst við hálvum eyga, at
GÍ, AB, Skála og B71 ikki
eru beinleiðis FM-biðlar.
Tað er B36 harafturímóti
men styrkisroyndina móti
teimum stóðu Sundalags
menn ikki.
Mótstøðuliðini hjá B36
hava lið úr hinum endanum.
KÍ, NSÍ, HB og so VB/
Sumba. Eftir sigurin á EB/
Streymi hava teir nú skavað
sær tíggju stig saman, og
tað er bara tvey stig færri
enn EB/Streymur og NSÍ.
B36 punkteraði EB/Streym
B36
EB/Streymur
Talan var um sera intensa uppgerð,
men við einsamalla málinum frá Fróða
Benjaminsen helt B36 stutt tjóður í
oddaliðnum
Mynd: Sofus D. Johannesen