mánadagur 23. apríl 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
*
Staravegur 1-3 · FO-100 Tórshavn · Tel. 313535 · www.bergmotors.fo
Kia Ceed:
Besti Kia – við 7 ára garanti
Við Kia Ceed satsa
koreanararnir alt
fyri at sláa ígjøgnum
á evropeiska
marknaðinum. Bilurin
er gjørdur í Evropa
og skal kappast
við evropeisku og
japonsku bilarnar. Ceed
hevur 7 ára garanti
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Fyri rættuliga at gera vart við
seg á evropeiska marknaðin
hava koreanarar gjørt eina av
heimsins mest framkomnu
bilverksmiðjum í Slovakia, og
er Kia Ceed fyrsti bilur, sum
kemur av hesi verksmiðju.
Tað vísir seg soleiðis, at
hvørja ferð koreanararnir
koma við einum nýggjum bili,
er hetta við risalopum, sum
t.d. nú Kia Ceed avloysir for
gangaran Kia Cerato, kunnu
hesir bilar als ikki saman
berast.
Ceed er í somu stødd sum
t.d. Toyota Corolla og VW
Golf. Hann er rúmligur, bæði
framman og aftan við góðum
beinplássi. Viðførisrúmið er
340 litrar og við baksetrunum
løgd niður verða 1.300 litrar
at ráða yvir.
Kvaliteturin merkist
Bilurin fær sera góð skotsmál
frá evropeiskum motorjour
nalistum, sum ikki ivast í at
Kia við hesum bilinum hava
góð kort á hondum í hørðu
kappingini um evropeisku
kundarnar. Teir halda, at Kia
við hesum nýggja bilinum
kunnu taka kappingina upp
við ein hvønn av evropeisku
og japonsku kappingarneyt
unum.
Koreanararnir satsa eisini
alt upp á hendan bilin, og
vænta at hann kemur at
»sláa igjøgnum« sum mest
seldi Kia nakrantíð. Tað at
teir tora at geva bilinum 7
ára garanti (150.000 km)
sigur ikki so lítið.
Kvaliteturin merkist allan
vegin ígjøgnum, bæði innan
og uttan. Alt er so gjøgnum
ført og væl gjørt. Bara tað at
lata hurðar og lúkur upp og
aftur sigur nakað um kvali
tetin.
Kia Ceed fáast við fýra
ymiskum motorum, trimum
bensin og einum diesel.
Bensinmotorarnir eru: 1,4
litur við 109 hk, 1,6 litur við
122 hk, og 2,0 litur við 143
hk, og dieselútgávan er ein
1,6 litur við 115 hk.
Bilurin hevur allar tær
innbygdu trygdarskipanir, ið
eru í øllum nútimans bilum,
sum t.d. 6 airbag, ABS og
ESP sum standard.
Koyrieginleikarnir eru sum á
einum hvørjum evropeiskum
og japonskum bili í sama
klassa.
Kia Ceed kann síggjast og
roynast hjá Berg Motors.
Prísirnir byrja við kr. 186.800
fyri ein 1,4 litur bensin við
109 hk. Dieselútgávan við
115 hk byrjar við 226.800.
Kia Ceed 1,6 h/b
Motorurin
1,6 litur 16V bensin 122 hk
0-100 km/t
10,8 sek
Bensinnýtsla 15,6 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
185/6515
Stødd og vekt
Longd
423,0 cm
Breidd
179,0 cm
Hædd
148,0 cm
Eginvekt
1.325 kg
Viðførisrúm
340 litrar
Prísur
kr. 216.800,-
Kia Ceed fær sera góð skotsmál frá evropeiskum motorjournalistum. FDM gav bilinum toppkarakter og seks stjørnur