Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Ferðsla Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Heini hevur ein álvarsligan boðskap til tey ungu um at ansa væl eftir sær sjálvum øðrum í ferðsluni. Hann er ein av teimum, sum greiða frá síni lagnu, tá Ferðslutrygd skipar fyri fyribyrgjandi dagsskeiðum fyri mið­námsflokkarnar í landinum. Heini var eisini ein av teimum, sum herfyri varð heiðraður av Ferðslutrygd í sambandi við at 10 ár eru liðin síðan fyrstu ferð skipað varð fyri hesum skeiðum. Heini, sum í dag er 37 ára gamal, greiðir soleiðis frá um lagnunáttina og um lívið eftir vanlukkuna: 19. desember 1988. Tað er ein dagur eg ongantíð gloymi. Eg hevði ikki havt nakað ímóti at tað bert var ein vanligur dagur, sum fór í gloymi­ bókina - men tað er avgjørt ikki lætt, tá man situr við avleiðinginum av hesun degi. Tað var dagurin, tá mítt lív vendi 180 stig. Tá gjørdi eg tað býttasta, eg nakrantíð havi gjørt, og eg komi ongantíð at fyrigeva mær sjálvum hetta, men tað kann eg ikki brúka til nakað. Eg havi ongan annan møguleika enn at læra meg at liva við avleiðingunum – og tað haldi eg, at eg havi lært. Eg var 19 ára gamal, øll verðin lá opin fyri fyri mær - lívið var líkasum akkurát byrjað – og eg helt at eg hevði eitt gott lív við nógvum aktivi­teti, bæði við ítrótti og tónleiki og hvat veit eg. Tað skuldi bara henda okkurt alla tíðina. Og tað gjørdi tað eisini. Eg vaks upp á Eiði, har eg sum sagt var virkin innan fótbólt alt mítt ung­dómslív og spældi nakað av tónleiki á kvøldskúla. Var “fastur fúsur” í lokala hornorkestrinum sum tannáringur. Fór síðani nakrar túrar til skips, so eg kundi vinna mær nøkur oyru, serliga fyri at keypa mær ein bil – sum eg bara mátti hava. So var ikki so nógv annað at gera enn at fara til skips, sum teir flestu ungu menninir á Eiði gjørdu tá í tíðini. Fantastiskt at fáa koyrikort Tá eg so bleiv 18 ár og fekk koyrikort, minnist eg hvussu frían eg føldi meg. Eg helt at tað var so fantastiskt at fáa koyrikort, tað er næstan óbe­ skrivi­ligt. Eg haldi, at tað er ringt at greiða frá, fyri at øll skullu skilja tað, men eg eri vísu í, at tað eru nógvir 18-20 ára gamlir dreingir, sum vita hvat eg meini. Eg minnist, at eg hugsaði hvussu fantastist tað var, bara at kunna koyra runt um alt landið. Eg hevði ”totalt frælsi”. Eg hevði verið í býnum saman við nøkrum vinum vikiskiftið áðrenn jól í 1988, hevði privatsjaufør sum altíð, bæði fríggjakvøld og leygarkvøld. Sunnudagin fyri jól sótu vit fleiri vinir og pimpaðu, allir høvdu vit frí og høvdu onki at hugsa um uttan okkum sjálvar, so vit hugnaðu okkum í einum kjallara, har vit kókaðu havhest og fingu okkum nakrar øl og snaps til. Og tann sjauførurin sum vit høvdu havt teir dagarnar skuldi til arbeiðis mánamorgun, so hon kundi ikki koyra. Tað var í lagi, tí at tað skuldi verða dansur á Eiði sama kvøld, so vit kundu ganga til EB- húsið. Sjauførurin hjá mær hevði lykilin til bilin, hon segði ”eg havi bara lykilin, so gert tú ikki nakað býtt”. Hon segði tað við einum smíli – so einki meira um tað. Men so umleið hálvan tíma eftir midnátt hetta sama kvøldið, gjørdi eg býttastu gerð eg nakrantíð havi gjørt. Eg fór heim til okkum. Eg minnist at eg fekk mær tveir breyðbitar. Síðan ”stjól” eg mín egna Fyrigevi ongant »Latið fyri alt í verðini ikki ein biltúr gera enda á tykkum« Heini Festirstein Heini Festirstein er eiðismaður sum býr í Havn og arbeiðir sum grafikari hjá Farodane. Í 1988 kom hann út fyri eini ferðsluvanlukku, sum hevur vent upp og niður upp á lív hansara Heini Festirstein hevur í 12 ár koyrt við einum Honda Civic, sum hann hevur verið væl nøgdur við. Nú fær hann ein nýggjan VW Golf 2.0 TDI Mynd: Álvur Haraldsen