mánadagur 23. apríl 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 77 - 23. apríl 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Johndora Hansen, Leirvík, vanliga
nevnd Dora, andaðist á Landssjúkra
húsinum leygardagin 21. apríl 91 ára
gomul. Kistan kemur í Leirvíkar kirkju
í dag klokkan 16. Jarðarferðin verður
úr Leirvíkar kirkju mikudagin klokkan
13.
Unn Hansdóttir fer til gravar úr Vestur
kirkjuni týsdagin 24. apríl klokkan
14.00.
Johannes Petersen, Tórshavn, andaðist
á Landssjúkrahúsinum sunnumorgunin,
78 ára gamal. Jarðarferðin verður úr
Ebenezer mikudagin 25. apríl klokkan
13. Tey, ið vilja minnast Hannis kunnu
lata eina peningagávu til Zarepta - konto
í peningastovnunum
Jonhild Thomsen, Klaksvík, andaðist
20. apríl 93 ára gomul. Farið verður
úr heiminum týsdagin klokkan 18.
Jarðarferðin verður úr Betesda mikudagin
klokkan 13.30
Andlát og jarðarferðir
Trúgvi Egholm var sonur
Hans Michael P. Egholm
úr Streymnesi og Ragnhild
fødd Heinesen úr Tjørnuvík.
Kalli var sonur Sámal Jacob
Egholm, bónda í Streymnesi
og Siggu fødd Magnussen
av Kvíggjarhamri í Saksun.
Ragnhild var dóttir Jákup
Heinesen og Súsonnu
Elisabeth fødd Hermansen
í Tjørnuvík.
Trúgvi kom óheldiga
inn í henda heim, við tað
at hann kom fyri tí van
lagnu at gerast spastiskt
lammaður orsakað av eini
truplari føðing.
Sum tvey ára gamal fór
Trúgvi niður á Ríkissjúkra
húsið at verða kannaður,
og har kundu tey skjótt
staðfesta, at tað einasta á
kroppinum, sum hann hevði
tamarhald á, vóru eyguni.
Av tí at einki stað var
í Føroyum fyri børn við
slíkum breki, kom hann at
búgva á ymsum stovnum í
Danmark. Longst búði hann
á Geelsgård, og har fekk
hann nógvar góðar vinir,
sum hann seinni vitjaði og
hevði samband við alt lívið.
Tá hann var 16 ára gamal
flutti hann heim og kom at
búgva á Eirargarði 16A.
Tað má hava verið stræv
ið hjá honum, sum var so
gløggur, ikki sjálvur at
kunna úttrykkja tað, sum
hann hugsaði og vildi, men
mátti lata tað yvir til hini at
spyrja seg fram til tað, sum
hann hevði upp á hjarta.
Hann hevði lært seg at siga
ja við at hyggja upp og nei
við at hyggja niður. Hetta
kom so stórt sæð at vera
einasta máti, hann kundi
samskifta við onnur uppá,
men haraftrat hevði hann so
sítt stóra sjarmerandi smíl
og sín ótrúliga humoristiska
sans, sum gjørdi hann so
væl umtóktan av øllum,
sum komu at vera um hann
og sum eisini hjálpti hon
um væl at koma gjøgnum
hansara strævna lív.
Treiskur var hann, tá ið
hann vildi siga ella gera
okkurt, og hann gavst ikki,
fyrr enn tann, hann tosaði
við, hevði funnið út av, hvat
tað var, sum hann vildi. Tað
kundi vara bæði tímar og
dagar, men hann gavst ikki
fyrr enn gátan var loyst.
Honum dámdi væl at
búgva á Eirargarði. Hvønn
morgun fór hann saman við
hinum búfólkunum niðan á
Virkni, har tey kunnu fáast
við ymisk ítriv. Hetta at
kunna fara heimanífrá um
morgunin og hava eitthvørt
virksemi at fara til um dagin
hevur ómetaliga stóran týdn
ing fyri hesi fólkini, sum
búgva á stovni, og tað er jú
eisini tað at kunna fara til
eitthvørt arbeiði, ið er við
til at geva teimum fullføru
meining og innihald í lív
inum.
Tey starvsfólkini, sum
gjøgnum árini hava lagt
sína sál í arbeiðið við at
hjálpa og passa Trúgva
hava ein stóran part av
æruni av, at hann fekk eitt
so innihaldsríkt lív, sum
hann hevði. Á onkrum
av teimum stovnunum,
hann var á tey fyrstu árini,
spáddu tey honum at liva
í mesta lagi til hann varð
sjey ára gamal. Seinastu
tíðina var Trúgvi farin
at gleða seg til sín 40 ára
føðingardag, og hann var
saman við starvsfólkunum
longu farin so smátt undir
at leggja ætlanir fyri tí
stóra degi. Tað kom tí sum
ein skelkur fyri øll, at hann
uttan nakra fyriboðan ikki
vaknaði aftur, men svav seg
inn í deyðan hesa sunnu
náttina.
Trúgvi var, hóast allar
sínar trupulleikar við at
anda, eta og samskifta,
ómetaliga glaður fyri
lívið. Honum dámdi væl at
fara útferðir, at fara túrar í
býin, til konsertir og ikki
minst ferðirnar til Zarepta
og Nesvíkar. Hann lurtaði
nógv eftir tónleiki og fylgdi
væl við í tí, sum fyrifórst
í samfelagnum. Hann var
familjukærur og dámdi sera
væl, at nógv skyldfólk komu
eitt nú til føðingardagar
og til tiltøk á stovnunum.
Trúgvur var hann móti
øllum, sum høvdu við
hann at gera og var eisini
hjartaliga takksamur fyri
alt, sum gjørt var ímóti
honum, og hann gloymdi
heldur ongantíð at vísa sítt
takksemi.
Trúgvi var eitt merkis
vert menniskja, sum bar
sína lagnu við fyrimynd
arligum tolni. Vit, sum
kendu hann, høvdu stóra
virðing fyri honum, og vit
fara altíð at sakna hansara
blíða sinnalag, hansara hum
oristiska sans og hjartaliga
látur. Hann gav okkum so
ómetaliga nógv.
Friður veri við minninum
um
gudsonin Trúgva
Egholm.
Katrin og Eilif
Minningarorð um Trúgva Egholm
f. 21.04. 1967, d. 21.01.2007
Kunngjørt verður ætt, vinum og kenningum,
at kæri, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Johannes Petersen
andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnumorgunin
22. apríl - 78 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer mikudagin
25. apríl kl.13.
Familjunnar vegna
Debes, Hans og Kári
Tey ið ynskja at minnast Hannis kunnu lata eina peningagávu
til Zarepta. Konto i peningastovnunum
Dagurin
24. apríl eitur Albertus, deyður umleið 997. Biskupur í
Prag. Týska navnið merkir ediligur ella lýsandi.
Kunngjørt verður ætt, vinum og kenningum, at góða
mamma, omma, langomma og vermóðir okkara
Jonhild Thomsen
Klaksvík
fødd Dam í Tórshavn
andaðist á 20. apríl - 93 ára gomul.
Farið verður úr heiminum kl. 18 týsdagin.
Jarðarferðin verður mikudagin kl. 13.30 úr Betesda.
Anna, Kára og Tove
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,
tá ið kæra mamma, vermamma, ommma og
langomma okkara
Julianna Sivertsen
f. Nystrøm
Klaksvík
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur og kransar, og gávur til Akurin.
Ein serstøk tøkk til tykkum á sambýlinum í Bøgøtu,
sum vóru um hana ta síðstu tíðina.
Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini.
Tøkk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað
Familjunnar vegna
Eyjohn, Finnur, Noomi, Ruth og Levi
Internet