mánadagur 23. apríl 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað er ikki heilt uttan orsøk, at
Magnus Danielsen í Hoyvík koyrir við
einum Toyota Prius, ið er ein hybrid
bilur. Magnus, ið dagliga arbeiðir á
Fróðskaparsetri Føroya, er professari
í elektro-verkfrøði og hevur stóran
áhuga í orkuspurningum og um
hvørvisvernd.
Orðið ”hybrid” er av grikskum
uppruna og merkir ”blanding av
tveimum nærskyldum sløgum ella
rasum”. Prius er ein bilur við tveim
um samanbygdum motorum, einum
4 syl. bensinmotori við 78 hk og
einum el-motori. Tilsamans hevur
Prius 113 hk.
Magnus Danielsen sigur, at Prius er
ein spennandi og framkomin bilur, ið
er fyltur við vælvirkandi elektronikki
og automatikki, samstundis sum
hann er sera komfortabul.
Tað kundi jú verið, at tað vóru bæði
fyrimunir og vansar við einum slíkum
bili, men Magnus sigur, at hann sær
einans fyrimunir við Prius, hann er
góður at koyra, er kvikur (0-100 km/t
10,9 sek) og larmar lítið, eins og hann
er sera væl útbygdur við trygdar- og
ávaringarskipanum. Eisini er hann
tjóvarítryggjaður.
Ein Prius kostar um 350.000
krónur. Magnus sigur, at hóast slíkir
bilar eru dýrir at framleiða, er kortini
nógv tann størsti parturin av kostnað
inum avgjøld til landið. Myndugleik
arnir áttu at viðurkent umhvørvis
vinarligar og tryggar bilar við lægri
avgjøldum. Hetta fyri at givið fólki
møguleika at ogna sær slíkar bilar.
Landið vildi vunnið hetta inn aftur við
reinari umhvørvi, minni orkubrúki og
færri álvarsligum skaðum í ferðsluni.
Prius stendur til at koyra 23,3 km/l,
men Magnus sigur, at her hjá okkum
er talið eitt sindur lægri, umleið 20
km/l millum bygdir og í býnum nakað
minni. Hann heldur, at tað hóast alt
er sera gott. Í kava og kuldaveðri
brenna allir bilar meira, og her er
Prius einki undantak.
Toyota Prius II varð valdur ”ársins
bilur í Evropa 2005”, og síðan hevur
hann fingið óteljandi virðislønir kring
allan heim. Prius var heimsins fyrsti
hópframleiddi hybridbilur.
Bilurin verður drivin av tveimum
ymiskum motorum – einum bensin
og einum el-motori. Hybridkonseptið
virkar soleiðis, at bensinmotorurin og
el-motorurin supplera hvønn annan
og syrgja fyri, at bilurin altíð koyrir
optimalt, bæði hvat kraft, økonomi
og umhvørvisvernd viðvíkur. Bilurin
sparir orku við at endurnýta orkuna,
sum í øðrum bilum fer fyri skeyti, tá
bremsað verður. Battaríini, ið geva
streym til el-motorin, verða lødd, tá
koyrt verður undan brekku, ella tá
ferðin verður tikin av við at bremsa.
Umframt tað hjálpir el-motorur og
battaríløðingarskipanin bensin
motorinum altíð at koyra við best
møguligari orkuúrtøku við at tann
orkan, sum ikki verður brúkt í løtuni
til at dríva bilin fram, verður goymd í
battaríunum í staðin fyri at fara fyri
skeyti sum hiti, sum í vanligum
bilum. Bensinmotorurin tryggjar
automatiskt, at battaríini ongantíð
verða avlødd ov nógv.
Koyrir uttan at ljóð hoyrist
Tað er ein løgin kensla at koyra
Toyota Prius í ferðsluni. Bilførarin
setur seg við rattið við billyklinum í
lummanum, heldur fótin á bremsu
pedalini, trýstur á startknøttin og
setur lítlu girstongina, sum minnir
um eitt joystick, í D (drive). Síðan fara
motorarnir og battaríini til arbeiðis.
Við koyring undir 50 km/t kann
Prius verða stillaður til einans at
koyra við el-motorinum og er
fullkomiliga ljóðleysur, og skíggin á
instrumentborðinum vísir, at
bensinnýtslan í løtuni er 0.0 l/km. Í
vanligari koyring skiftir Prius
automatiskt millum at koyra við
bensinmotori ella elmotori ella bæði
bensinmotori og el-motori uttan at
bilførari ella ferðafólk í bilinum hoyra
ella varnast hesi skift, men til ber á
telduskýggjanum á
instrumentpanelinum at fylgja við,
hvar bilurin fær orkuna frá, meðan
hann koyrir, um tað er frá bensin-
ella el-motorinum ella frá
battaríunum. Eisini hvat aktuella
bensinnýtslan er.
Prius hevur elektroniskt ”start &
stop”, t.v.s. at tá bilurin stendur
stillur, steðga motorarnir og starta
aftur, tá bilførarin traðkar á spitaran.
Hetta sparir eisini orku. Í býkoyring
kann hetta ganga fullkomiliga
ljóðleyst fyri seg, og dálkingin er
eingin, tá bilurin bert koyrir við el-
motorinum.
Í fjør høvdu norðurlendsku náttúru
verndarfelagsskapirnir ársfund í
Føroyum, har ein av felags sam
tyktunum var ein áheitan á lands
stýrið um at taka undir við Kyoto
samtyktini. Magnus og Brynhild
Danielsen siga, at tað hevði verið eitt
stig á leiðini at givið slíkum bilum
góðar sømdir. Tey eru sannførd um,
at hybridtøknin er eitt tað mest
realistiska boðið uppá ein optimalan
umhvørvisvinarligan familjubil.
Magnus Danielsen, professari:
Gevið umhvørvisvinarligum
bilum góðar sømdir
Magnus Danielsen profess
ari og konan Brynhild koyra
dagliga í einum Toyota Prius
hybridbili. Tey eru sannførd
um, at hybridtøknin er
eitt tað mest realistiska
boðið uppá ein optimalan
umhvørvisvinarligan
familjubil
Magnus Danielsen professari og konan Brynhild eru sannførd um, at hybridtøknin er eitt ta› mest realistiska bo›i› upp á ein optimalan
umhvørvisvinarligan familjubil
Mynd: Álvur Haraldsen