mánadagur 23. apríl 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 77 - 23. apríl 2007
Linda Hesselberg,
ákæri, vil einki annað
upplýsa í málinum,
enn at ákærdu
menninir eru
varðhaldsfongslaðir.
LÓGARBROT
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Sum Sosialurin greiddi
frá hósdagin, eru tveir mans
ákærdir fyri stuldur av
fínmetalli, serliga rustfríum
stáli, messingi og kopari.
Tá varð upplýst av kriminal
deildini, at talan higartil er
um
stuldur
fyri
útvið
400.000 kr.
Ikki bar til at fáa fatur á
ákæranum, Lindu Hessel
berg, til blaðið fríggjadagin,
men í morgun var hon at
hitta. Men hon var tó ikki
serliga tíðindafróð, og tað
einasta hon í løtuni vil
upplýsa er, at menninir
vórðu varðhaldsfongslaðir.
Hetta varð eisini staðfest av
landsrættinum, har menninir
kærdu avgerðina.
Linda Hesselberg vildi
heldur ikki upplýsa, hvussu
leingi menninir, sum eru
ávikavist í 60-unum og 40-
unum,
skulu
varðhalds
fongslast. Men um fongsl
ingin varðar longri enn
tríggjar dagar, kunnu menn
inir haldast aftur í upp til
fýra vikur.
Fleiri kanningar
Tá talan er um varðhalds
fongsling, verður tað gjørt
fyri at geva løgregluni betri
stundir at kanna málið. Upp
lýst varð sum nevnt í síðstu
viku, at tað, løgreglan higar
til er komin fram til, snúði
seg um stuldur fyri upp
ímóti 400.000 kr. Men talan
kann sum skilst verða um
nógv størri upphæddir, tá
avtornar.
Stuldurin er farin fram á
arbeiðsplássum kring land
ið,
fyrst
og
fremst
í
Streymoy,
Eysturoy
og
Norðoyggjum. Higartil er
einki sum bendir á, at
stuldur eisini err framdur í
Sandoy og Suðuroy.
Talan er um faðir og son,
og teir hava so selt stolna
fínmetallið til skrothandl
arar í Danmark, til ein eftir
øllum at døma undirprís.
Sum sagt skal løgreglan
nú kanna málið nærri.
Størri samhandil
Arbeiðsgevarafeløgini í Grønlandi og Íslandi, NUSUKA
og SA, hava skrivað undir ein sáttmála, sum hevur til enda
máls at økja samstarvið partanna millum. Harafturat fáa
teir grønlendsku arbeiðsgevararnir gagn av teimum roynd
um, sum íslendingar hava við samhandlinum við ES og
onnur lond. Formaðurin í NUSUKA, Ole Aggo Markussen,
sigur við útvarpið í Nuuk, at sáttmálin fer eisini at knýta
Grønlandi og Ísland tættari hvør øðrum.
Trygd til øll
Arbeiðsbólkurin, sum hevur skrivað álit um føroyska
sjúkrahúsverki í framtíðinim, mælir til, at allir føroyingar
skulu hava trygd fyri at fáa viðgerð á sjúkrahúsi, um
teimum tørvar tað. Eftir tilmælinum skal tað standa í
sjálvari lógini, at sjúk hava rætt til at fáa viðgerð innan
eina ávísa tíð. Tað stendur ikki í verandi lóggávu, og letur
tað seg ikki gera á einum føroyskum sjúkrahúsi, skal tann
sjúki hava rætt til at fáa viðgerð uttanlands.
Í sambandi við
samanleggingina av
Tórshavnar
kommunu við Hest
og Nólsoy verða
sløkkilið nú útbúgvin
í hesum bygdum – og
í Koltri eisini
ELDSLØKKING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
At hava eitt sløkkilið á
staðnum um illa vil til er
nakað, ið einhvør kommuna
átti at syrgt fyri.
Ikki tí, slík lið munnu helst
vera í hvørjari bygd ella í
hvussu er hvørjari kommunu
í landinum. Spurningurin er
bara, hvussu væl hesi lið eru
fyri at taka ímóti teimum
avbjóðingum, ið hesi tíverri
fáa av og á.
Síðani Tórshavnar Komm
una legði saman við Nólsoy
og Hest kommunnum,
hevur verið arbeitt við at
fáa útbúgvið fólk í hesum
liðum. Bæði í Nólsoy og í
Hesti hava sløkkilið verið
- í hvussu er á pappírinum,
men hetta hevur verið sum
so ofta nøkur upplop, har
nógv hevur verið gjørt at
byrja við, men við tíðini er
mest sum alt dottið niður
fyri aftur.
Rættiliga tíðliga eftir
samanleggingina blivu
sløkkiliðsfólk knýtt fast
at Tórshavnar Sløkkiliði,
og arbeitt hevur síðani
verið við eini ætlan, har
limir í hesum sløkkiliðum
skuldu útbúgvast, bæði
innan eldsløkking og innan
fyrstuhjálp.
Og í farnu viku hevur so
verið skeið í fyrstuhjálp á
Brandstøðini í Havn fyri
limum í sløkkiliðunum í
Nólsoy, Hesti – og Koltri!
Neyðugt á bygd
At duga fyrstuhjálp kann
koma væl við hjá øllum, men
serliga væl kann tað verða
hjá teimum, sum búgva úti
á bygd, har sjúkrahús og
lækni ofta kann vera langt
burturi.
Í hesum førinum er talan
um tríggjar (út)oyggjar, sum
tískil nýtast skip ella bát at
koma á sjúkrahús. Ella í
besta føri tyrlu, um væl veit
við.
Tí vit skulu minnast til, at
tað er ikki bara sum at siga
tað at hjálpa vanlukkurakt
um fólki. Um tú ikki veit,
hvat tú ger, er tað ofta til
størri vansa enn gagn tað,
tú ger.
Hesi fyrstuhjálparskeið
snúgva seg í størstan mun
um tað, tú kann koma út
fyri til gerandis av ymsum
vandastøðum. Serliga verður
dentur lagdur á hjartasteðg,
ið er ein støða, har alneyðugt
er at vita, hvat ein ger. Í
veruleikanum kann tú einki
gera, um tú ikki kennir til
fyrstuhjálp. Men eisini sár,
beinbrot og forbrenningar
verður nomið nógv við.
Hetta eru alt kunnleikar, ið
kunnu bjarga mannalívum,
ikki minst á smærru støðun
um, har sjúkrahús og lækni
sum nevnt kunnu vera langt
burturi.
Stálstuldurin:
Ákærdu varðhaldsfongslaðir
Tórshavnar Sløkkilið:
Fyrireikar sløkkilið á bygd
Varðhaldsfongslaðu menninir
hava sambært ákærunum
stolið fínmetall og síðani selt
tað til danskar skrothandlarar