Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 23. apríl 2007 41 Føroya Studentaskúli og HF-skeið Hoydalar - FO-188 Hoyvík Telefon 312973 - Telefax 318624 Teldupostur skrivstovan@hoydalar.fo Avgreiðslutíð: Kl. 08.00 - 15.30 Skúlatænari til Føroya Studentaskúla í Hoydølum av tí at skúlatænari okkara tey seinastu 24 árini nú fer frá, søkir Føroya Studentaskúli og HF-skeið eftir skúlatænara. Uppgávur Uppgávurnar hjá skúlatænaranum eru: At hava umsjón við og røkja bygningarnar hjá stovninum, at hava ábyrgd av, at økið uttan um bygningarnar verður røkt, og at hita-, vatn- og elskipan riggar. At rigga til høli í sambandi við próvtøkur og onnur tiltøk og at vera til handa at halda skil á dagligum viðurskiftum. Skúlatænarin er leiðari fyri reingerðarstarvs- fólkunum og hevur harumframt ein hjálparmann undir sær í dagliga arbeiðinum. Roknast má við skiftandi arbeiðstíðum. Førleikar Tann, ið settur verður eigur at hava handverk- araútbúgving, evni at skipa fyri, gott yvirlit og góð evni at samstarva. Ávísur telduførleiki er eisini neyðugur í starvinum. Fyri tann rætta persónin er talan um eitt spennandi og fjøl- broytt starv við nógvum avbjóðingum. Løn Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Starvið verður at seta skjótast til ber. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mikkjal Helmsdal, rektara, telefon 312973 ella Johnhard Glerfoss, skúlatænara, fartelefon 214613. Umsóknir við prógvum, viðmælum og frá- greiðingum um arbeiðsroyndir skulu sendast til Føroya Studentaskúla og HF-skeið, Sana- toriivegur 1, FO-188 Hoyvík, ella sum teldu- postur til skrivstovan@hoydalar.fo og skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. mai, kl. 12.00. Vit takka inniliga øllum tykkum, sum sendu kvøður, blómur og gávur og sum vóru og vitjaðu okkum í sambandi við at Aðalkonsulát Íslands læt upp 1. apríl. Íslendingar vóna, at aðalkonsulátið kann styrkja góða brøðralagið millum tjóðirnar enn meira. Vegna aðalkonsulátið, Eiður Svanberg Guðnason, aðalkonsul. A ð A l k o n s u l á t Í s l A n d s Fútastova, Gongin 7, Postboks 199, FO-110 Tórshavn Tlf: +298 308 100, Fax: +298 308 109 icecon.torshavn@utn.stjr.is, www.iceland.org lýsingar Lesið Sosialin