Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Rally Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Cortina Racing Team, har Joachim prinsur saman við rallykoyrarunum Martin Berner, Oscar Davidsen Siesbye og Adam Siesbye, luttaka á nógvum ymiskum koyringum er væl kent – eisini frá danska sjónvarpi­ num. Teir fýra koyra í trimum Ford Lotus Cortina, meðan tann eini koyir Morris Mini Cooper. Tað var danski rally-koyrarin Aage Buch Larsen, sum gjørdi Ford Lotus Cortina kendar í 60-unum. Síðan hevur Lotus Cortina verið ein legenda innan danskan motorsport við ellisakførum. Teir fýra í Cortina Racing Team hava ein stóran amerikanskan Kentwort lastbil, sum er umbydgur til at transportera allar fýra bilarnar, samstundis sum hann verður nýttur sum uppihaldsrúm. Eitt stórt fortelt verður sett upp, meðan kappkoyringarnar fara fram. Joachim prinsur, ið hevur stóran áhuga fyri bilum, hevur verið við í Cortina Racing Team síðan 2000. Árið fyri tók hann sítt “racerlicens” við áðurnevnda Aage Buch Larsen sum próvdómara. Prinsurin útvegaði sær ein Ford Lotus Cortina frá 1965. Bilurin er hvítur við grønari strípu á síðuni og er nummar 65. Motorurin er ein 1,6 litur motor við 165 hk, tann sami sum í enska sportvogninum Lotus Elan frá 60-unum. Hóast prinsurin hoyrir til konga­ familjuna, arbeiða teir saman sum eitt team og eru felags um allar uppgávurnar. Prinsurin hevur klárað seg væl og vunnið nógvar sigrar við sínum yvir 40 ára gamla Lotus Cortina. Cortina Racing Team: Joachim prinsur Joachim prinsur, ið m.a. er kendur fyri sín stóra áhuga fyri bilum, er ein av teimum fýra sum manna Cortina Racing Team, har prinsurin sjálvur koyrir ein hvítan Ford Lotus Cortina frá 1965 við grønari strípu á síðuni og er nummar 65 Her fer prinsurin um eitt sving við sínum 41 ára gamla Ford Lotus Cortina. Bilarnir koyra ikki við radialdekkum men við upprunaligum diogonaldekkum Joachim prinsur við bili sínum nr. 65 Joachim prinsur við rattið á sínum høgrastýrda Ford Lotus Cortina