Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 77 - 23. apríl 2007 Stutt sagt Børn seyma klæðir Bretska blaðið The Ob­server sigur seg hava avdúkað, at nakrar seymi­stovur í indiska høvuðs­staðnum New Dehli noyða børn at seyma klæð­ir, sum verða seld í bretskum klædnahandlum. Blaðið sigur seg hava funn­ið seymistovurnar í Hary­ana-býarpartinum. Á ein­ari seymistovu, sum blað­ið fann, sótu børn og seymaðu summarkjólar til bretsku handilsketuna Select. Ein av dreingjunum á seymistovuni var 11 ára gamal. Leiðarin fyri Select- handilsketuni sigur við The Observer sigur seg vera ovfarnan av tíðindunum í blaðnum. Hann sigur, at umboð fyri Select hava verið í India fyri kortum, og tey fingu ta uppfatan, at alt var, sum tað eigur at vera, sigur hann. Bíða eftir Harry Uppreistrarbólkar í Irak hava lagt ætlanir um at burturflyta bretska prinsin Harry, tá hann kemur til Irak sum hermaður í næsta mánað. Tað skrivar The Obersver. Sambært blaðn­um hava einstakir bólkar sagt, at teir hava góð­ar keldur í bretska her­ liðinum í Irak, og at teir fáa allar neyðugar upp­ lýsingar haðani. Bretska herleiðslan hevur sagt, at Harry skal gera tænastu í Maysan-landspartinum, har tað hevur verið rættiliga ófriðarligt seinastu tíðina. Oljudálking Olja frá kýpriska ferða­ manna­skipinum „Sea Dia­mond“, sum sakk við griksku oynna Santorini herfyri, hóttir nú við at dálka umhvørvið har. Griksku myndugleikarnir løgdu oljubyrgingar rundan um vanlukkustaðið fyri at forða fyri dálking, men tað hevur ikki víst seg at vera nóg mikið. Blaðið Ethmos skrivaði um vikuskiftið, at olja hóttir við at dálka strendurnar á Santorini, sum árliga fær vitjan av fleiri hundraðtúsund summar­ gestum. Sambært teimum, sum áttu ferðamannaskipið, vóru umleið 450 tons av olju í tangunum, tá skipið sigldi á ein flúr og sakk. Vanlukkan kravdi tvey mannalív. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Veljarararnir hava greitt víst á, at teir vilja hava annan av teimum ymiskum møguleikum (Nicolas Sarkozy) útlond Bretska løgreglan sigur seg nú vera vísa í, hvør tað var, sum beindi fyri fyrrverandi russiska KGB-manninum Alex­ander Litvinenko í London í november í fjør. Í hvussu er er Scotland Yard til reiðar at biðja russisku løgregluna og Interpol hand­taka Vyatcheslav Soko­ lenko, Andrej Lugunov og Dmitry Kovtun, skrivar The Daily Mail. Teir tríggir hava arbeitt í russisku trygdar­ tænastuni. Næsti franski forsetin fer at eita Nicolas Sarkozy ella Ségoléne Royal Fronsku veljararnir, sum vóru óvanliga nógvir í tali á forsetavalinum í gjár, lótu ongan iva vera um, at teir vilja hava annaðhvørt tann konservativa Nicolas Sarkozy ella sosialistin Ségo­ léne Royal at loysa Jacques Chiorac av. Sum væntað fekk Sarkozy flestar atkvøður, og hann endaði á 31,11 prosentum. Tað kom heldur ikki óvart á nakran, at Royal fekk næst­ flestar atkvøður við sínum 25,84 prosentum. M i ð f l o k k a m a ð u r i n Francois Bayrou, sum eitt skifti sá út til at kunna hótta tey bæði oddavalevnini, fekk 18,55 prosent í gjár, og tann víðgongdi høgramaðurin Jean-Marie Le Pen fekk 10,51 prosent. - Við at geva mær flestar og frú Royal næstflerstar atkvøður hava veljararnir greitt boðað frá, at teir vilja hava eitt avgerandi orða­­skifti um tvær ymiskar hugsjónir, tvey ymisk sam­ feløg ogt tvær ymiskar skip­anir, segði Nicolas Sar­ kozy á høvuðsstøðini hjá konservativa UDF-flokk­in­ um í París, tá tað var greitt, at forsetavalið kemur at standa ímillum hann og Ségoléne Royal. Sarkozy vinnur Seinna valumfar verður um 6. mai, og longu nú hava kanningarstovurnar kann­ að, hvat av teimum báðum val­evnunum hevur bestu møgu­leikarnar at fáa tann neyðuga meirilutan tá. Tvær kanningar eru gjørdar. Onnur sigur, at Nicolas Sarkozy fer at vinna við 54 prosentum ímóti 46, og hin sigur, at hann fer at vinna við 52 pros­entum ímóti 48. Sama kanning vísir, at teir flestu veljararnir hava í hvussu er gjørt av, hvør av teimum báðum fær krossin tann 6. mai. Heili 88 prosent siga, at tey hava tikið ta avgerðina. Eygleiðarar siga, at val­lut­ tøkan kann fáa stóran týdning. Í gjár var hon óvanliga stór. Sambært innanríkisráðnum í París vóru 84,6 prosent av veljarunum og valdu, og tað er tað mesta í meiri enn fýrati ár. Politiskir eyg­ leið­arar í Fraklandi siga, at tað eydnaðist Sarkozy og Royal at fáa ávikavist teir konservativu og teir sosi­alistisku veljararnar í val­hølini, og at tað fekk avgerandi ávirkan á úrslitið. Eygleiðararnir halda, at miðjumaðurin Francois Bayrou kann vera nøgdur við undirtøkuna, sum hann fekk í gjár. Hinvegin er lítil ivi um, at Jean-Marie Le Pen man vera sera vónsvikin, tí hann hevði eitt stak vánaligt val. Sarkozy ella Royal Teir myrdu Alexander Litvinenko