mánadagur 23. apríl 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vera ein uppliving
Millum kundamóttøkuna og
framsýningarhøllina er ein stór
trappa, sum sameinir allar funktión
irnar, so tær kunnu virka sum ein
eind.
Framsýningarhøllin er ein av
teimum størstu av sínum slagi í
landinum - stór og innbjóðandi, har
fólk í friði og náðum kunnu ganga
millum bilarnar av teimum ymisku
bilmerkjunum og finna sær tann
rætta bilin. Pláss er fyri 18 – 20 bilum
í framsýningarhøllini. Fyritøkan
umboðar fýra bilmerkir: Opel,
Peugeot, Nissan og Saab. Í sambandi
við útbyggingina er eisini ein nýggj
høll gjørd til klárgering av nýggjum
og brúktum bilum.
Við einum grundøki upp á yvir
9.000 fermetrar og einum bygningi
upp á umleið 2.500 fermetrar er
pláss fyri yvir hundrað bilum, so vit
hava altíð eitt breitt úrval av
nýggjum bilum á goymslu umframt
teir brúktu, sigur Árni Rasmussen.
Starvsfólkini altíð dagførd
Vit leggja stóran dent á, at øll
starvsfólkini innan tær ymisku
deildirnar altíð eru fakliga dagførd og
hava ta nýggjastu vitanina og tey
bestu amboðini at arbeiða við.
Vit hava t.d. samrøðu við hvørt
einstakt av starvsfólkunum – fyri at
vita hvat tey hava áhuga fyri og eru
dugnalig til, so syrgja vit fyri, at tey
fáa neyðugu útbúgvingina fyri at náa
sínum máli til gagn fyri bæði seg
sjálvi og fyritøkuna. Um fólk ikki
trívast, gera tey ikki sítt besta, sigur
Árni Rasmussen, sum hevur
tilsamans 27 fólk í arbeiði.
Tað er soleiðis í dag, at bilarnir eru
tekniskt so framkomnir, at um
starvsfólkini ikki hava ta vitan og
útbúgving, sum er neyðug, ber als
ikki til at dríva slíkt virksemi á
forsvarligan hátt, hvørki fyri kundan
ella fyritøkuna. Tað at starvsfólkini
altíð eru dagførd, og at tey vita, hvar
tey finna teir røttu upplýsingarnar
fyri at loysa ta ávísu uppgávuna, ger
at uppgávan verður loyst skjótt og
væl, sigur Árni Rasmussen, sum
leggur afturat, at tá alt er endaliga
liðugt við umbyggingini, verður
skipað fyri stórari móttøka, har øll
fáa møguleika at síggja fyritøkuna og
hvussu vit arbeiða.
Nýggja kundamóttøkan hjá Auto Service. Samstundis sum starvsfólkini sita við teldurnar og arbeiða, eru
tey eisini til reiðar at avgreiða kundar. Fremst vinstrumegin situr Tummas Pauli av Reyni, kundamóttakari,
aftanfyri hann sita Alex Jacobsen, lærlingur á eykalutagoymsluni, og Anthonius Dalsgaard, tekniskur
leiðari. Høgrumegin sita Jan Hentze, goymsluleiðari og Tórur Bærentsen, verkførari. Við diskin standa
Margit B. Nielsen, skrivstovulærlingur, Árni Rasmussen stjóri, Beinta Hammer, skrivstovufólk og Pól Jákup
Poulsen, fíggjarleiðari. Aftan fyri tey sæst Erling Olsson, húsavørður
Mynd: Álvur Haraldsen