Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-04-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. apríl 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 77 - 23. apríl 2007 21 tíðindi Danski kirkju­mála­ ráðharrin staðfesti fríggjadagin, at drotningin ikki kann vera yvirhøvd í føroysku fólka­kirkj­ uni eftir yvirtøkuna FÓLKAKIRKJAN Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Føroyska fólkakirkjan verð­ ur framvegis evangelisk- luthersk, um Føroya Løg­ ting samtykkir at yvirtaka hana á ólavsøku í ár. Hetta stendur í uppskotinum, sum nú er til løgtingslóg um Fólka­ kirkj­una í Føroyum. Menta­ málaráðharrin metir, at vit enn eru bundin av donsku grundlógini, ið ásetur kirkjunnar læru, hóast hann ikki vil vera við, at lands­ stýrið hevur bundið seg til nakað í samráðingunum við donsku stjórnina Á tíðindafundinum á Norð­­ur­bryggjuni fríggja­ dagin, vildi danski kirkju­ málaráðharrin, Bertel Haard­­er, ikki svara bein­ leiðis uppá, um føroyskir mynd­ugleikar hava bundið seg til, at føroyska kirkjan skal vera evangelisk-luth­ ersk. Jógvan á Lakjuni, lands­ stýrismaður í mentamálum, sigur tó, at føroyskir mynd­ ugleikar ikki hava bundið seg beinleiðis til nakað, men at hetta er »undir­for­ staðið«, sum hann tekur til, tí allir flokkar eru samdir um hetta. - Tað er heilt greitt, at vit yvirtaka kirkjuna í verandi bygnaði, sigur landsstýris­ maðurin. Harafturat leggur hann afturat, danska grundlógin enn er galdandi fyri Føroyar, har tað í grein 4 verður staðfest, at kirkjunnar læra skal vera evangelisk-luth­ ersk. Spurdur um danski kirkju­ málaráðharrin metir, at Føroyar enn verða bundnar av hesi grein í donsku grund­lógini, sigur Bertel Haarder: - Det er vi enige om. - Det ligger i lovfor­ slaget. - Man kan sige det på den måde, at den luthersk- evangel­iske kirkes indhold vil være det samme, for den er jo lige så færøsk, som den er dansk. Drotningin kann tó ikki vera yvirhøvd í føroysku fólkakirkjuni, staðfestir danski kirkjumálaráð­harr­ in. Bertel Haarder sigur, at hann einki hevði havt ímóti, at danska drotningin var yvir­høvd í føroysku kirkj­ uni, men av tí at ein ráðharri altíð skal skrivað undir vegna danska statin, tá lógir skulu staðfestast, ber hetta ikki til sambært donsku grund­lógini. Føroyskir prestar sleppa framvegis at taka av tilboðum um skeið og eftirútbúgving í Danmark, hóast kirkjan verður yvirtikin. Eisini skal bispur at taka lut á fundum, tá teir donsku bisparnir hittast FÓLKAKIRKJAN Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Yvirtøkan av fólkakirkjuni merkir ikki skilnað við ta donsku kirkjuna, staðfesti danski mentamálaráðharrin, Bertel Haarder á tíðinda­ fundi­num fríggjadagin. Hann legði dent á, at eisini framyvir er ætlanin at sam­ starva tætt. Umframt at føroyskir prest­ar skulu sleppa at eftir­ útbúgva seg í Danmark, er ætlanin, at Føroya biskupur framvegis skal vera við, tá bisparnir í Danmark og biskup­urin í Grønlandi hitt­ ast á fundum. Harafturat sleppa før­oysk­ ir myndugleikar at brúka ser­køna danska hjálp og møguliga rættarhjálp, um sonevndar lærusakir stinga seg upp. Tað vil siga um støða skal takast til, um til dømis ein prestur ikki verð­ ur mettur at hava boðað kirkjunnar læru. Jákup Reinert Hansen, for­maður í Prestafelagnum og limur í kirkjuliga fylgi­ bólkinum, var til staðar á Norðurbryggjuni, tá yvir­lýs­ ingin varð undirskrivað. Hann metir tað hava stóran týdning fyri føroysku prest­ arnar, at teir framvegis sleppa eitt nú at eftirútbúgva seg og fara á skeið í Dan­ mark. Harafturat vísir for­ mað­urin í Prestafelagnum á, at í uppskotinum til løg­ tingslóg um Fólkakirkjuna í Føroyum, sum nú er til hoyr­ingar, stendur m.a. í grein 7, stk. 3, at »Sóknar­ prestur (...) skal støðugt granska Guds orð og trúar­ innar læru«. Spurdur um hann væntar, at hetta eisini fer at galda í framtíðini, sigur Jákup Rein­ert Hansen, at tað er ein fíggjarligur spurningur. Týdningarmikið at fara uttanlands Jógvan á Lakjuni, lands­ stýris­maður í mentamálum, sigur seg tó ikki hava hugs­ að um hetta, tá hann verður spurdur, um hetta kann samanberast við støðuna hjá føroyskum fólkaskúla­ lærarunum, ið fyri fáum ár­um kundu sleppa á árs­ skeið í Danmark. Hann metir ikki, at til ber at samanbera lærarastættina, ið telur eini 700 fólk, og føroysku prestarnar, ið eru eini 20 í tali, men viðgongur, at hann ikki kann siga, hvat framtíðin fer at bjóða uppá. Jógvan á Lakjuni undir­ strikar tó, at hann metir tað vera týdningarmikið, at til dømis føroyskir prestar sleppa út um landoddarnar at kunna seg og nema sær kunnleika, og heldur, at hetta eisini kann fara fram aðrastaðni enn í Danmark og nevnir Ísland sum eitt møguligt dømi. gongd­ina. Sum nevnt hevur yvirtøkan verið ætlað síð­ ani 1998, tá ein nevnd var sett at fyrireika yvirtøkuna. Samráðingarnar við donsku stjórnina byrjaðu í 2001, og ein nýggj nevnd varð síðani sett í 2002. Jógvan á Lakjuni metti, at eitt so týdningarmikið máls­øki sum Fólkakirkjan skal hava ta neyðuga tíðina, ið eitt slíkt krevur. Lands­ stýrismaðurin segði seg eis­ ini fegnast um, at Føroyar og Danmark megna at loysa stórar spurningar við sam­ ráð­ingum og demokrat­isk­ um miðlum. Harafturat segði Jógvan á Lakjuni, at yvirtøkan av kirkjuni er eitt stig á leiðini móti størri før­ oyskum sjálvbjargni, og at hendan gongdin snýr seg um at taka ábyrgd fyri egn­ ari framtíð. Somuleiðis metti hann, at yvirtøkan fer at gagna kristnilívinum. Landsstýrismaðurin end­ aði røðuna við sálminum hjá N.F.S. Grundtvig »Guds ord det er vort arvegods«. Sum eitt kuriosum kann nevn­ast, at lands­stýris­mað­ urin eisini las ta føroysku týðingina hjá abba sínum, Victori Danielsen, »Guds orð er ogn og arvur tann«, ið stendur í »Songbók Guds fólks«. Sálmurin er tó eisini at finna í »Sálmabók Føroya kirkju« í týðing hjá Jákupi Dahl, »Títt orð er, Guð, várt arvagóðs«. Sleppa at brúka donsk tilboð um útbúgvingar Drotningin má víkja Løgtingið og politiski fylgibólkurin í sambandi við yvirtøkuna av fólkakirkjuni vóru umboðaði av Poul Michelsen, Fólkaflokkurin, Andrias Petersen, Javnaðarflokkurin og Lisbeth L. Petersen, Sambandsflokkurin Frá samkomuni á Norðurbryggjuni í samband við undirskriving av yvirlýsing um fólkakirkjuna. Fremst í myndini Niclas Foldbo, sum umboðaði føroyskar kirkjuráðslimir Meira um yvirtøkuna av fólkakirkjuni á næstu síðu Maskinstjóri Søkt verður eftir maskinstjóra til verksmiðju­ trolara, til fiskiskap í Stillahavinum. Skipini eru bygd í 1991­1993, eru 105 metrar til longdar og 20 metrar breið. Høvuðsmaskina 6000 kW Wartsila. Brattvaag trolspøl, MWM Deutz hjálpimotor­ ar, York/Sabroe frystiútgerð. Fyrispurningar og umsóknir verða at senda til Jan Erik Simonsen, tekniskur deildarleiðari á t­post: janerik@thor.fo P/F Thor Fisheries Bryggjan 5 Hósvík Thor Fisheries er dótturfelag hjá P/F Thor í Hósvík. Dótturfelagið varð stovnað í januar 2007, og rekur tvey verksmiðjuskip, ið fiska í sunnara parti av Stillahavinum. Tað eru 260 fólk í starvi hjá Thor Fisheries.