mánadagur 23. apríl 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Ivan Johansen Bilar var
fyrsta fyritøka sum tók
sær av at rustviðgera bilar
í Føroyum tíðliga í sjeyti
árunum. Fyritøkan hevur
gingið á odda innan hetta
økið øll árini við dagførdum
amboðum og nútímans hølis
viðurskiftum til rustviðgerð
Bilrøkt
Livitíðin hjá einum bili er sum oftast
treytað av hvussu væl rustviðgjørdur
hann er, sigur
Kaj Boetius, sum stendur fyri
rustviðgerini hjá Ivan Johansen
Bilum. Kaj hevur drúgvar royndir við
at rustviðgera bilar. Hann er útbúgvin
sertifikatsveisari, og hevur luttikið á
skeiðum fyri sproytuoperatørar hjá
Teknologisk Institut í Danmark.
Kaj sigur, at bilar sum verða
rustviðgjørdir hjá P/F Ivan Johansen
Bilar verða eftirhugdir og kannaðir av
Teknologiskt Institut á hvørjum ári,
og afturvendandi niðurstøðan er, at
arbeiði er væl úr hondum greitt.
Tað er Dansk Teknologisk Institut
sum stendur fyri hesum eftirkanning
unum, ið kallast VKO-R (Værksteds
Kontrol Ordning vedrørende Rust
beskyttelse). Dinitrol rustviðgerðin er
góðkend av Teknologisk Institut og
verður tilmæld av FDM.
Til hvørt einstakt bilmodell eru
kort við nágreiniligum
upplýsingum um konstruktiónina á
bilinum, og hvørji amboð ið skulu
brúkast. Alt verður gjørt eftir
forskriftunum, sigur Kaj Boetius og
leggur afturat, at rustviðgerð er í
stóran mun ein spurningur um álit.
Tað er sjáldan ov seint, men ongantíð
ov tíðliga at fáa bilin rustviðgjørdan.
mg.
Tveir nýggir Citroën MPV
eru komnir á marknaðin fyri
kortum: C4 Grand Picasso til
7 persónar og C4 Picasso til 5
persónar. Motorjournalistar eru
samdir um at báðir bilarnir eru
eitt meistaraverk í rúmligheit
og praktiskari innrætting
Bilar
Picasso familjan hjá Citroën er vaksin
frá einum til heili trý ymisk bilmodell
seinastu tíðina. Tann fyrsti Xsara
Picasso, ið hevur verið á marknaði
num í nøkur, verður ikki tikin av
skránni, men framleiðslan heldur
áfram.
Tann fyrri av teimum nýggju er
Citroën C4 Grand Picasso við 7
sitiplássum, síðan kom C4 Picasso
við fimm sitiplássum á marknaðin.
Hesin er 12 cm styttri og hevur eitt
sindur annarleiðis design aftan fyri
forhurðarnar við øðrvísi baklúku,
baklyktum o.s.fr.
C4 Picasso eru sermerktir við
óvanliga stórum forrúti, sum gongur
langt inn á takið, og smala A-
stólpanum og stóru síðurútunum,
sum geva gott útsýni hjá bilførara
num og verja ímóti óneyðugum
blindvinklum. Hóast tann smala A-
stólpan og tað framúr góða útsýni,
fær C4 Picasso 5 stjørnur frá Euro N-
Cap av 5 møguligum, so trygdin má
sigast at vera í hásæti.
Bilarnir eru lættir at koyra og at
umgangast í allar mátar. Koyriegin
leikarnir eru, sum vit kunnu vænta
tað av einum fronskum bili - stabilir
og tryggir við komforti á høgum
støði. Nógv er gjørt burtur úr
undirvogninum og koyrieginleiku
num, og bilarnir fáast við luftfjaðra
skipan aftan.
Citroën C4 Grand Picasso og C4
Picasso fáast við tveimum bensin og
tveimum dieselmotorum. Bensin
motorarnir eru: 1.8 litur við 127 hk og
2.0 litur við 143 hk. HDI turbodiesel
motorarnir eru: 1.6 litur við 110 hk og
2.0 litur við 138 hk.
Bilarnir eru væl útgjørdur við
øllum teimum nýggjastu trygdarskip
anunum sum t.d. ESP, airbag framm
an, í síðunum, og gardin- og knæ
airbag, 3-punkt rulluselum á øllum
plássum, o.m.a.
Bilarnir kunnu síggjast og roynast
hjá Ivan Johansen Bilum. C4 Picasso
(5 setur)kostar úr 226.000, og C4
Picasso Grand (7 setur)kostar úr
246.000.
mg.
Ivan Johansen Bilar, Dinitrol:
Rustviðgerðin góðkend av
Teknologisk Institut og FDM
Kaj Boetius stendur fyri rustviðgerðini hjá Ivan Johansen Bilum. Kaj hevur luttikið á
skeiðum fyri sproytuoperatørar hjá Teknologisk Institut í Danmark og fingið besta
karakter fyri sítt arbeiði
Hægsta góðskustøði
Sum einasta ISO-góðkenda bilasøla í
landinum fekk P/F Ivan Johansen Bilar
góðskuskipanina hjá fyritøkuni
endurcertifiseraða fríggjadagin 8.
desember 2006 tá umboð fyri Det
Norske Veritas, saman við umboðum
fyri leiðsluna hjá P/F Ivan Johansen
Bilum, gjøgnumgingu
góðskuskipanina
hjá bilasøluni.
Eitt meistaraverk í praktiskari innrætting